- Samstarvið er sprottið úr ferðavinnuverkætlanini, sum Eysturkommuna fór undir fyrst í árinum. Verkætlanin leggur lunnar undir eini ferðavinnu, sum skal stimbra tey eldhugaðu, veksa um samstørvini og gera møguleikarnar eitt sindur fleiri fyri tey, sum búgva í økinum.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag, og tað er Ruth Absalonsen, verkætlanarsamskipari í Eysturkommunu, sum hevur skrivað greinastubban.
- Henda fyrsta hósdagin, sum gongutúrurin var á skrá, var eg so heppin at vera við. Dagurin byrjaði heima hjá Lilju, har vit vóru sera væl móttikin. Veðrið var frálíkt – ljóst og turt, sum tað so ofta er í Leirvík – og stemningurin var góður frá byrjan.
Ruth Absalonsen greiðir frá, at tað var Benjamin, sum leiddi gongufólkini gjøgnum bygdargøturnar, so øll, eisini tey eldru, kundu fylgja við.
- Vit hoyrdu barnasøgur, frásagnir um fyritøkur og virksemi í bygdini. Benjamin dugir sera væl at greiða frá - eisini fyri teimum, sum ganga gøturnar fyri fyrstu ferð.
Hon vísir á, at eftir einar tveir tímar leiddi Benjamin tey aftur til fjálgu og hugnaligu húsini hjá Lilju, har borðreitt varð við fiskasúpan og breyði. Alt var heimagjørt – eisini smørið.
##med2##
- Alt var sera væl smakkandi og hóskaði seg væl aftaná ein góðan gongutúr.
Í frásøgnini sigur Ruth Absalonsen, at tey hugnaðu sær óført saman, og tað var ein heilt serlig løta at hitta fólk úr ymiskum pørtum av heiminum.
- Nógvar vóru søgurnar, og tað var stuttligt at síggja, hvussu ómetaliga glað og takksom ferðafólkini vóru fyri hetta upplivilsi. At geva sær stundir, taka væl ímóti og fortelja søgur – tað duga Lilja og Benjamin sera væl.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu endar Ruth Absalonsen við hesum orðum:
- Minnist til, hvussu nógv virði vit kunnu finna beint uttanfyri okkara egnu hurð! Við hugflogi og eldhuga kunnu vit saman skapa heilt serligar upplivingar – og skapa minnisríkar løtur í Eysturkommunu, sigur hon.