Øll 43 limalondini í europeisku fótbóltssamgonguni, UEFA, samdust í dag um, at HM-kappingin í fótbólti, sum í 2022 skal vera í Qatar, eigur at flytast frá summarmánaðunum til januar ella februar.
Tí mælir UEFA til, at ein nevnd verður sett at kanna ymsar møguleikar fyri at flyta HM-endaspælið.
Orsøkin til ynskið um at flyta HM, er øgiligi hitin í Qatar í juni og juli, tá HM plagar at vera, sum kann koma heilt upp í 50 stig.
Samstundis mótmæla fleiri av stóru fótbóltskappingunum í Europa ætlanini hjá UEFA, tí verður HM-endaspælið flutt til januar, fer tað at kvetta kappingarárið sundur í tvey.