Drepa vill ross í Australia

Eitt umstrítt hópdráp av villum rossum í Australia er farið í gongd. Myndugleikarnir halda, at tað er best fyri djórini, at tey verða avlívað, meðan djóraverndarfólk eru í øðini.

Tilsamans verða 10.000 vill ross avlívað, og tað verður gjørt við at skjóta tey úr luftini.

Í Australia er ógvusligur turkur júst nú, og myndugleikarnir halda tað vera virðiligari fyri rossini, at tey verða avlívað, heldur enn at tey doyggja ein pínufullan deyða av svongd og tosta.

Djóraverndarfólkini, sum mótmæla hópdrápinum, vísa í sínum lagi á, at nógv av djórunum bara verða løstað av skotum, og at tey tí bara koma at pínast og ikki doyggja.