USA sendir nýggja verjuútgerð til Hawaii-oyggjarnar at forða einum norðurkoreonskum álopi á oyggjarnar Amerikanski verjumálaráðharrin, Robert Gates, ásannar, at amerikanska stjórnin kennir seg ikki heilt trygga, nú tað er komið fram, at Norðurkorea kann finna uppá at søkja at Hawaii-oyggjunum við einari ella fleiri rakettum.
Tí hevur amerikanska verjan sett tiltøk í verk, sum skulu forða einum tílíkum álopi, sigur verjumálaráðharrin. Millum annað hevur verjan fingið heimild til at seta ta serligu THAD-rakettverjuskipanina upp á Hawaii-oyggjunum umframt nýggja radaraútgerð.
Robert Gates segði á tíðindafundi í gjárkvøldið, at eftir hansara tykki er USA væl útgjørt til at verja sítt øki ímóti fremmandum álopum.