Mynd av Abu Dhabi 23. januar Her høvdu russisk, amerikansk og ukrainsk embætisfólk fund um landaøki í dag. (Savnsynd). - Mynd: Abdelhadi Ramahi/Reuters

Russland og Ukraina hava umrøtt øki uttan gjøgnumbrot

Tað er ov tíðliga at gera niðurstøður um fundin í Abu Dhabi, sigur Zelensky. Samráðingarnar halda fram í morgin.

Mynd av Abu Dhabi 23. januar Her høvdu russisk, amerikansk og ukrainsk embætisfólk fund um landaøki í dag. (Savnsynd). - Mynd: Abdelhadi Ramahi/Reuters

Ukrainskir og russiskir semingsmenn hittust fríggjadagin í Abu Dhabi at umrøða spurningin um landaøki - men enn eru eingi tekin um semju millum londini.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky, segði í kvøld, at mál um landaøki eru miðdepil í trípartasamráðingunum um Ukrainastríðið, har amerikanskir embætismenn luttaka sum meklarar.

– Tað avgerandi er, at Russland skal vera til reiðar at enda stríðið, sum tað sjálvt hevur byrjað. Støðan hjá Ukraina er greið. Eg havi definerað karmarnar fyri samrøðu fyri okkara sendinevnd, segði ukrainski forsetin í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

Eftir ætlan enda samráðingarnar í morgin.

– Hvat innihaldinum í samráðingunum í dag viðvíkur, so er enn ov tíðliga at gera niðurstøður. Vit mugu síggja, hvussu samráðingarnar mennast í morgin og hvørji úrslit tær geva, stendur víðari.

Rustem Umyrov, sum stendur á odda fyri ukrainsku sendinevndini í Abu Dhabi, sigur í eini fráboðan, at fundurin fríggjadagin snúði seg um karmarnar fyri at enda kríggið og tað, sum hann kallaði víðari logikkin í samráðingartilgongdini.

Samráðingarnar fara fram dagin eftir, at Zelensky hitti amerikanska forsetan, Donald Trump, á heimsbúskaparfundinum í Davos í Sveis.

Zelensky segði fyrr í dag, at ein avtala um amerikanskar trygdarváttanir fyri Ukraina er klár, og at hann bara bíðar eftir, at Trump ásetir eina ávísa tíð og stað, har hon skal undirskrivast.

Ukraina hevur biðið um trygdarváttan frá vesturlendskum sameindum, um friðaravtala skuldi verið fyri at forða fyri enn einari russiskari innrás.

Trípartasamráðingarnar í Abu Dhabi fara fram, nú Russland hevur økt um álopini á orkukervið í Ukraina.

Tey hava ført við sær hita- og streymslit í stórum býum sum høvuðsstaðnum Kyiv, meðan hitin er væl undir frostmarkinum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Mynd av Abu Dhabi 23. januar Her høvdu russisk, amerikansk og ukrainsk embætisfólk fund um landaøki í dag. (Savnsynd). - Mynd: Abdelhadi Ramahi/Reuters