Higartil í ár hava 25 prosent færri ferðafólk verið í India og ferðast enn somu mánaðir í fjør, og ferðaskrivstovurnar ivast ikki í, at tað eru tær ógvusligu hópneyðtøkurnar, sum eru orsøkin.
Ferðaráðið í New Dehli sigur, at tað eru serliga kvinnurnar, sum aftra seg við at fara til India, og at tær eru 35 prosent færri higartil í ár enn fyrsta ársfjórðing í fjør. Ráðið hevur eisini fingið at vita, at nógv fólk, sum høvdu bílagt ferðaseðil og uppihald, hava avlýst ferðina.
Indiskir fjølmiðlar gera nógv burturúr, at upplýsingarnar hjá ferðaráðnum samsvara ikki við tíðindini frá stjórnini, sum hevur sagt, at ferðavinnan stendur í blóma.