ð álit um brúkarapolitikk og brúkarastovn. Í hesum áliti eru eisini uppskot til eina lóg um marknaðarføring og eina lóg um brúkarakærunevnd. Álitið varð sent til hoyringar og ummælis fyri knøppum mánaði [...] er ein politikkur sum veitir brúkaranum tað neyðugu kunningina styrkir tann einstaka brúkaran á marknaðinum fremur krøv brúkarans og tryggjar, at brúkarin kennir sín rætt mótvegis vinnuni, og hvussu hesin [...] mánaði síðani til viðkomandi partar, myndugleikar og áhugabólkar. Meiningin er nú at meta um innkomnu svarini, og út frá tí møguliga gera rættingar ella broytingar ílógaruppskotunum, áðrenn tey verða løgd
vera lukkan hjá teimum hundraðtals familjunum, sum ikki fáa børn síni ansa, og mugu renna aftur og fram, finna fyribilsloysnir og dúva upp á vælvildina hjá øðrum? - Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" [...] hava ampa og trega. Men hetta leggur ráðandi meirilutin á Føroya landi sektin á. Har fara tey heldur í skreyt og epa sær av "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri"! Sjálvandi eigur allur politikkur at miðja [...] miðja ímóti, at vit taka fullla ábyrgd, sum fólk, sum tjóð og sum land, men fyritreytin má og eigur at vera, at øllum má unnast at liva undir manssømiligum korum her á Føroya landi, men tað gera tey ikki í
ov nógv og gjølla at okkara egna nalva. Kanska ein av orsøkunum til, at politiska kjakið í Føroyum alt ov ofta er á so lágum og einkissigandi støði er, at vit alt ov sjálvdan lyfta høvdinum og síggja okkum [...] halda fast við, at hetta er nakað vit mugu fyrihalda okkum til og hugsa um. Og júst har liggur okkara trupulleiki, tí hví skal føroyskur politikkur taka støðu til slíkt? Okkara rødd verður jú ikki hoyrd í nøkrum [...] eisini fyri okkara lítla samfelag verða lagdar. Hví er føroyskur politikkur so nalvafestur? Hvussu kunnu vit fáa størri perspektiv á hann og harvið lyfta hann upp á eitt hægri, minni persónbrikslandi støði
Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum. Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum varð uppsagdur herfyri, greiddi Samal Petur í Grund frá, og nú er rættarmál komið burtur úr tí. Um [...] Landsfundur Klaksvík: Sjálvstýrisflokkurin vil hava, at eftirlønarskipanin skal vera bæði samhaldføst og privat. Hon skal gera, at eftirlønin verður 70% av inntøkuni, pensionisturin hevur havt. Hvussu hon [...] sum so fáa lummapengar útgoldnar. Sámal Petur í Grund harmaðist um, at aðalfundurin varð útsettur, og tí kundi eingin landsnevnd veljast heldur. Tað darvaði eisini orðaskiftinum, sum natúrliga skuldi verið
dám á. Kór og leiðarar stóðu fyri eini flottari konsert við sangi og tónleiki. Dorte Tilma og Hans Pauli Tórgarð stjórnaðu Ljómi og hornblástri tóku Steve Foggin, Johan Hentze, Ásla Magnussen og Brandur Enni [...] Niels og Jóannes Nolsøe leiktu urgu. Jónsvein Bech, prestur, takkaði fyri sangin og tónleikin og sigast má, at tøkkin var uppiborin. Gamla urgan Gamla urgan í kirkjuni í Vági er sett aftur í stand og varð [...] aftur í nýtslu. Og tveir urguleikarar, ið óivað hava byrjað urguleiðina við hesa urgu, eru júst brøðurnir Jóannes og Niels Nolsøe. Teir hava eisini báðir tænt bæði Ljómi og kirkjuni væl og fingu teir gávu
við einari helvt. Hetta kann fáa eitt og hvørt samfelag av knóranum. Leitað vit eini 50 ár aftur søguna, síggja vit eina sorgarsøgu av líknandi slagi, har oyðsl og skeivar íløgur hoyrdu til dagsins ordan [...] ordan. Tá fingu Føroyar eisini bankakreppu og vóru val á veg á húsagang. Fyri fáum árum síðan fluttu meira enn 7.000 føroyingar í onnur lond fyri at lívbjarga sær og sínum. 25 % av føroyingum vóru arbeiðsleysir [...] Men hetta er so sanniliga ikki einasta orsøkin. Ein ótálmað hækking av rakstrinum av samfelagnum, og ikki íløgur við framtíðarvirðum, uppá eina slaka milliard kr. í hesum samgonguskeiðinum er ein onnur
skal taka upp ein nýggjan føroyapolitikk. Tann politikkur, danska stjórnin rekur nú, er ikki ber skaðiligur fyri Føroyar og føroyingar, og eisini til skomm og skaða fyri ta donsku tjóðina. Umráðandi er, at [...] Túsundavís av føroyingum hava verið noyddir at fara heimanífrá og liva í útisetu millum fremmand fólk og síggja børn síni vaksa upp og tosa eitt fremmant mál. So gott sum hvørt føroyskt húski hevur verið [...] Síðani hava danir og hesir politikarar stýrt okkum og hava tí ábyrgdina av tí vanstýri, vit hava livað undir síðani. Tað vit hava rætt til, er eitt endurgjald fyri allan tann skaða, sum danir og teirra húskallar
lógarbrot og kann revsast. Men fyrst skalt tú fram við skrásetingarmyndugleikanum, t.e. prestur aloftast. Sigur prestur nei til eitt ávíst navn, so kann tann einstaki kæra til navnanevndina og í seinna [...] alt hetta arbeiðið nú var neyðugt. Hann eins og aðrir fíltist rættiliga nógv á, at fólkið slett ikki verður eftirspurd í hesum spurninginum, og hann eins og aðrir vísti á, at fleiri fólk leitaðu sær til [...] gerast lættari at uppkalla og eisini ættleidd børn skulu fáa lættari við at taka upprunanavnið aftur. Tað verður eftir ætlan framvegis navnanevndin, sum kemur at siga hvat og hvussu. Eftir hvat skilst,
bústaðir, arbeiðsmøguleikar og annað. Men eftir mínum tykki er tað líka so nógv uppgávan hjá kommununum at útvega bústaðir, eins og fakfeløgini kundu útvegað sínum límum góðar og bíligar íbúðir. Øll bíða [...] skal útvega bústaðir, men tað er í kommununum hesi fólkini og teirra avvarðandi búgva, sigur Doris Hansen. Orsøkin til, at tað gongur lættari og skjótari at útvega fólki við serligum tørvi bústað í øðrum [...] um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum. Álitið lýsir støðuna og møguligar loysnir. Uppgerð yvir tørvin er eisini staðfestur, og hann er ikki hissini. Har verður sagt, at komandi tíggju árini verður
upp undir Fólkatingsvalið er byrjað, og tveir av samgonguflokkunum eru farnir at kappast um í minsta lagi annan sessin. Tjóðveldisflokkurin hevur stillað upp og boðað frá, at hann ætlar sær á Fólkating [...] í danskan politikk. ?Tað er eingin politikkur, sigur løgmaður, sum vísir á, at skal nakað skilagott fáast burtur úr føroysku sjálvstyrisgongdini, skal samstarv til, og tað fæst bara við at luttaka aktivt [...] Fólkatingi. Og tað eru partar í Tjóðveldisflokkinum, sigur Anfinn Kallsberg, sum beinleiðis eru ósamd við tí sjálvstýrispolitikki, samgongan rekur. Hildið verður, at tað gongur ov seint, og at meira víðfevnd