»356 mió. kr. nærri fullum sjálvstýri« ? fyri øll?

Oddagrein

 

Fyrr í vikuni fegnaðist tingmaðurin hjá Fólkaflokkinum í Vágum á breddanum í Dagblaðnum. "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri", staðfesti tingmaðurin, skreytklæddur, í vøkrum føroyskum búna! Rámur av tjóðskapi!


Tað er einki at ivast í, at tað verður lukkan hjá Jóannesi Nielsen, tá vit skerja blokkin 356 mió.kr. um ársskiftið.


- Men munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" verða lukkan hjá teimum tíggjutals føroyingunum, sum ikki hava tak yvir høvdið? Hjá teimum, sum eru rikin úr íbúðum, tí spekulatiónin ger, at eigarar krevja okursleigu, samstundis sum vit hava nærum anarki á hesum øki! Onga skipaðan politikk, onga tíðarhóskandi leigulóg og ongan brúkaraumboðsmann! Ella munnnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" vera eydnan hjá einsamøllum við børnum, sum ikki hava ein livandi tjans at seta búgv í Føroyum, tí her er tilverugrundarlagið treyað av tveimum inntøkum?


- Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" vera lukkan hjá teimum 250 førosyku pensjónistunum, sum vilja, men sum ikki sleppa inn á ellis- ella røktarheim í bræði, tí bíðilistarnir eru fleiri alin til longdar?


- Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" vera lukkan hjá temum yvir fjøruti sinisveiku, og teirra avvarðandi, sum ikki hava ein bústað at fara í?


- Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" vera lukkan hjá teimum í útbúgving, sum eru tvingað at gjalda fleiri 1000 krónur um mánaðin fyri eitt kamar ella eina lítla íbúð, tí vit hava ikki eina líkinda skipan við íbúðarhúsum til ung í utbúgving?


- Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" vera lukkan hjá teimum hundraðtals familjunum, sum ikki fáa børn síni ansa, og mugu renna aftur og fram, finna fyribilsloysnir og dúva upp á vælvildina hjá øðrum?


- Munnu "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri" verða lukkan hjá fólkaskúlanum, sum ikki kann liva upp til fólkaskúlalóginia, og har alt fleiri lærarar ikki hava útbúgving.


Vit skulu ikki halda fram. Men nevndu viðurskifti eru talandi dømi um, at vælferðarsamfelag okkara hevur fingið ein so álvarsaman fyri bógvin, at fyri ein part av fólkium er ikki talan um nakra vælferð! Tvørturímóti - tey eru ørkymlað, liva í fátækradømi, hava ampa og trega. Men hetta leggur ráðandi meirilutin á Føroya landi sektin á. Har fara tey heldur í skreyt og epa sær av "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri"!


Sjálvandi eigur allur politikkur at miðja ímóti, at vit taka fullla ábyrgd, sum fólk, sum tjóð og sum land, men fyritreytin má og eigur at vera, at øllum má unnast at liva undir manssømiligum korum her á Føroya landi, men tað gera tey ikki í tí harrans ári 2001, nú vit eru "356 mió.kr. nærri fullum sjálvstýri"!