Stættarmunurin økist

Ymsu eftirlønarskipaninar gera, at stættarmunurin millum pensiónistarnar økist. Tí má eins nýggj pensiónsskipan gerast, sigur Sámal Petur í Grund

 

Landsfundur


Klaksvík: Sjálvstýrisflokkurin vil hava, at eftirlønarskipanin skal vera bæði samhaldføst og privat. Hon skal gera, at eftirlønin verður 70% av inntøkuni, pensionisturin hevur havt.

Hvussu hon skal gerast heilt konkret gjørdi hann kortini ikki greitt á landsfundinum.

Arvagranskingin skal í gongd heilt skjótt, segði Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum.

Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálastýrinum varð uppsagdur herfyri, greiddi Samal Petur í Grund frá, og nú er rættarmál komið burtur úr tí.

Um røktarskipanina greiddi hann frá, at ein royndarskipan er í gongd á Sandi, har búfólkini á eldrabýlunum fáa útgoldið sína pensión, men so gjalda aftur til staðið, tey búgva á, heldur enn øvugt, sum vanligt er. Hendan skipanin er meira mannsømilig enn tann, har pensiónin veðru tikin frá fólki, sum so fáa lummapengar útgoldnar.

Sámal Petur í Grund harmaðist um, at aðalfundurin varð útsettur, og tí kundi eingin landsnevnd veljast heldur. Tað darvaði eisini orðaskiftinum, sum natúrliga skuldi verið á landsfundinum, segði hann.

Hann takkaði tó Helenu Dam á Neystabø fyri tíðina sum formaður í flokkinum, hóast hon framvegis formelt er formaður, til nýggjur aðalfundur hevur verið.

Eisini eftirlýsti hann størri aktiviteti millum fótfólkið, tí tað ber ikki til, at bara tey, sum standa í fremstu røð skulu mynda flokkin.

Sámal Petur í Grund undirstrikaði, at tað ber ikki til at reka politikk í Føroyum uttan at Sjálvstýrisflokkurin er við. Tað legði hann út sum tað, at floksins politikkur er tann einasti, sum ber til at reka.