Fólkatingsval
Tað eru ávísar kreftir í Tjóðveldisflokkinum, sum kunnu vera oyðileggjandi, um tær koma á fólkating. Tað er neyðugt við einum fólkatingsumboði, sum vil luttaka aktivt í donskum politikki, skal nakað líkinda samstarv spyrjast burtur úr, sjálvstýrisgongdini at frama, sigur Annfinn Kallsberg, løgmaður.
Valstríðið upp undir Fólkatingsvalið er byrjað, og tveir av samgonguflokkunum eru farnir at kappast um í minsta lagi annan sessin.
Tjóðveldisflokkurin hevur stillað upp og boðað frá, at hann ætlar sær á Fólkating við teirri stevnuskrá ikki at blanda seg upp í danskan politikk.
?Tað er eingin politikkur, sigur løgmaður, sum vísir á, at skal nakað skilagott fáast burtur úr føroysku sjálvstyrisgongdini, skal samstarv til, og tað fæst bara við at luttaka aktivt í teimum avgerðum, sum tiknar verða á Fólkatingi.
?Sjálvstýristilgongdin skal stýrast úr Føroyum. Men vit hava stórliga brúk fyri einum fólkatingslimi, sum kann og vil samstarva við landsstýrið, sigur løgmaður.
Hann vísir á, at tað er ikki allur Tjóðveldisflokkurin, sum hevur hesa áskoðan. Flokkurin hevur boðað frá, at hann fer ikki at taka lut í donskum politikki, um hann fær umboð á Fólkatingi. Og tað eru partar í Tjóðveldisflokkinum, sigur Anfinn Kallsberg, sum beinleiðis eru ósamd við tí sjálvstýrispolitikki, samgongan rekur. Hildið verður, at tað gongur ov seint, og at meira víðfevnd tiltøk skulu til.
Tey vilja einki hava at gera við tann hóvliga politikkin, Fólkaflokkurin stendur sum borgan fyri. Tey vilja hava konfrontatiónir. Og tað førir onga leið, sigur hann. Tað ber als ikki til at fara á Fólkating við tí endamáli yvirhøvur ikki at diskutera danskan politikk, sigur løgmaður.
Hinvegin hevur tjóðveldisflokkurin á Løgtingi ásannað, at tað er tann sjálvstýrispolitikkurin, sum samgongan, við Fólkaflokkinum á odda, stendur fyri, sum er tann berandi poltikkurin á sjálvstýrisleið.
Hesum hava politikarar floksins her heima so valt at arbeiða undir. Men tað kann væl henda, at eitt møguligt tjóðveldisumboð á Fólkatingi kann fara at reka ein politikk, sum fer at senda dønum heilt onnur signal. Og tað kann gerast vandamikið.
Fólkaflokkurin er einasta trygdin fyri føroysku sjálvstýrisgongdini, tí tað er eingin annar flokkkur, sum kann savna føroyska sjálvstýrisveingin, uttan Fólkaflokkurin, sigur Anfinn Kallsberg.
Eitt tjóðveldisumboð á Fólkatingi við kann virka oyðileggjandi fyri samstarvið millum føoryingar og danir, heldur løgmaður.