Eftirlýsti vørubilurin ikki funnin aftur enn

Hann er saknaður síðani leygardagin

Løgreglan eftirlýsir framvegis hendan Renault Master, árgang 2020 við nummarplátuni: BF469. Tað er Gist & Vist samtakið, sum eigur bilin, og hann er horvin av parkeringsøkinum í Gundadalil við Tórsvøll fríggjadagin ella leygardagin

Løgreglan saknar framvegis ein hvítan Renault Master, árgang 2020 við nummarplátuni: BF469. Tað er Gist & Vist samtakið, sum eigur bilin, og hann er horvin av parkeringsøkinum í Gundadali við Tórsvøll.

Bilurin varð settur har fríggjadagin, og tá onkur skuldi brúka bilin leygardagin var hann burtur. Tað eru fleiri starvsfólk í samtakinum, sum brúka bilin, so tað var ikki fyrr enn í gjár, at tey funnu útav, at bilurin helst er stolin og meldaðu tað til løgregluna.

Men enn er bilurin ikki funninn, so hann er framvegis eftirlýstur.

– Um fólk hava nærri upplýsingar um bilin, so vinaliga ring til politiið á telefon 351448 ella á telefon 114, skrivar løgreglan.

Vaktleiðarin á politistøðini greiðir eisini frá í morgun, at ein bilførari um middagsleitið í gjár varð tikin fyri at koyra 124,7 í Hvalvík. Tað kostar honum umframt bót treytaða frádøming av koyrikortinum.