Fíggjarlógin aftur dundrandi hall

Óforsvarliga framferðin hjá samgonguni má steðgast

 

Er ein nýggj samfelagskreppa á veg?

Positiva fíggjarliga gongdin í Føroyum, sum bleiv skapt undir seinasta Sambandslandsstýri er vend til óhugnaliga afturgongd. Hetta hendir í bestu innløgutíð, landið nakrantíð hevur havt.

Hetta hendir hóast núverandi samgonga hevur niðurbundið flestu økir í okkara vælferðarsamfelag.

Ein høvuðsorsøkin til "dundrandi hallið" komandi ár eru óforsvarligar yvirtøkur fyri umleið 400 milj. kr. Men hetta er so sanniliga ikki einasta orsøkin.

Ein ótálmað hækking av rakstrinum av samfelagnum, og ikki íløgur við framtíðarvirðum, uppá eina slaka milliard kr. í hesum samgonguskeiðinum er ein onnur orsøk. Tá eru eykajáttanir ikki taldar við.

Bara almenna høvuðsumsitingin er í hesum stutta tíðarskeiði dýrkað úr 52 milj uppí 105 milj. kr. fyri at nevna eitt dømi. Hetta hendir undir fólkafloksleiðslu.

Tað er torført at hugsa sær, at hesin óforsvarligi politikkur ikki ber í sær eina nýggja samfelagskreppu í Føroyum.


Fólkatings valið

Fólkatingsvalið kom í tøkum tíma. Spurningurin er um vit fáa steðga ørskapinum. Kann veljarin brúka fólktingsvalið til at geva fullveldismonnum eitt so týðuligt varskó, at hesir steðga nøkrum av teimum yvirtøkum, teir hava ætlanir um?

Søgan hevur tað við at endurtaka seg. Seinnu helvt af áttatiárunum skuldarbunduð fullveldismenn Føroyar so nógv at samfelagið fór av knóranum. Hesa fer eru fullveldismenn í ferð við at minka um føroysku fruminntøkurnar við einari helvt. Hetta kann fáa eitt og hvørt samfelag av knóranum.

Leitað vit eini 50 ár aftur søguna, síggja vit eina sorgarsøgu av líknandi slagi, har oyðsl og skeivar íløgur hoyrdu til dagsins ordan. Tá fingu Føroyar eisini bankakreppu og vóru val á veg á húsagang.

Fyri fáum árum síðan fluttu meira enn 7.000 føroyingar í onnur lond fyri at lívbjarga sær og sínum.

25 % av føroyingum vóru arbeiðsleysir. Tey sum høvdu arbeiði vistu hvørki út ella inn, orsakað av vaksandi skatti og avgjøldum.

Sambandslandsstýrði frá 94 til 98 stóð á ádda fyri at reisa føroyska samfelagi aftur úr øskuni. Hetta hevði ikki lætið seg gjørt uttan ríkisfelagsskapin. Hetta hevði heldur ikki verið gjørligt um fullveldismenn longu tá høvdu slept helvtini av føroysku fruminntøkunum.

Føroya fólk kann ikki longu hava gloymt, at tað vóru fullveldisflokkarnir sum stóðu fyri teimum óforsvarligu tiltøkunum, sum førdu føroyska samfelagið út í húsagangin.

Skuldi onkur havt gloymt hetta, so eigur eitt dundrandi hall á fíggjarlógini aftaná bestu ínniløguárini í føroya søgu nakrantíð at fáa ávaringarklokkurnar at ringja.

Fullveldisflokkarnir eiga ikki at sleppa at koyra føroyska samfelagið á húsagang eina ferð enn. Teir mugu steðgast.