Tann 18. apríl fara veggirnir í SALT skelva av tungum riffum, hørðum trummum og reinari rokk-
orku, tá ein stór rokk- og metal konsert verður hildin í Suðuroynni.
Hetta verður eitt kvøld fyri øll, ið elska livandi tónleik og eina ordiliga konsertuppliving.
Bólkarnir síggjast á plakatini Hetta verður eitt kvøld, ið tú ikki vilt sita heima og hoyra um dagin eftir, siga fyrireikararnir.
Atgongumerki eru nú tøk at keypa.
Keyp atgongumerki nú, og spar pening.
Atgongumerki fáast fyri ein serprís februarmánað út, frættist úr Salt á Drelnesi.











