Hvar er tað stóra politiska perspektivið?

Yvirgangsgerðirnar á USA tann 11. september og bumburnar, sum USA nú letur regna yvir Afganistan, setur nógv gerandisdags viðurskiftir í eitt nýtt perspektiv. Tað setur eisini tann hvønndagsliga politikkin í eitt størri perspektiv. Man verður varugur við, at heimurin uttanum okkum ikki bara hevur sekunderan týdning, men er nakað vit hava skyldu at brýggja okkum um. Í hesum globaliseringstíðum átti hetta kortini at verið eyðvitað eisini undur minni hóttandi umstøðum.

 

Í Føroyum hyggja vit alt ov nógv og gjølla at okkara egna nalva. Kanska ein av orsøkunum til, at politiska kjakið í Føroyum alt ov ofta er á so lágum og einkissigandi støði er, at vit alt ov sjálvdan lyfta høvdinum og síggja okkum sjálvi í einum heimsperspektivi, sum ein finna í heimspolitikkinum, har fortreytirnar eisini fyri okkara lítla samfelag verða lagdar. Hví er føroyskur politikkur so nalvafestur? Hvussu kunnu vit fáa størri perspektiv á hann og harvið lyfta hann upp á eitt hægri, minni persónbrikslandi støði.

Eg haldi meg ikki hava nakað fullgott svar, men eg vil tá meta, at tað at vit ikki kunnu føra uttanríkispolitikk er óheppið, og hevur avleiðingar sum røkka inn í tað heimliga politiska kjakið. Vit verða ov sjálvdan konfronterað við størri mál har teir etisku spurningarnir kunnu snúgva seg um lív og deyða. Ei heldur nýtast vit at umhugsa tey stevnumið sum umheimurin, t.d. í ST- ella øðrum altjóða felagsskaps høpi, noyðast at taka støðu til. Stevnumið har tey einstøku londini mugu hugsa um, hvussu tey ynskja, at hesin globaliseraði heimurin skal síggja út.

Tað er meir umráðandi nú enn nakrantíð áður at grunda um og luttaka í skapanini av heimsskipanini, hvør einstøk tjóð kann nú í nógv minni mun enn nakrantíð áður frábiðja sær at verða ávirkað av umheiminum. Øll eru ein integreraður partur av heimsskipanini í dag um vit vilja tað ella ikki, og tað er í stóran mun har fortreytirnar verða lagdar fyri tí mesta sum vit, sjálvt í heimligum politikki, mugu hava eina støðu til. Eg skal ikki her koma við nakrari meining um, hvat eg haldi um hesa nýliberalistisku globaliseringina, har einki burturgoymt horn av heiminum sleppur undan, men bert halda fast við, at hetta er nakað vit mugu fyrihalda okkum til og hugsa um. Og júst har liggur okkara trupulleiki, tí hví skal føroyskur politikkur taka støðu til slíkt? Okkara rødd verður jú ikki hoyrd í nøkrum altjóða høpi. Vit eru bara eitt hjáland uttan rættindi til at verða hoyrd ella til at ávirkað. Tað kríggið ímóti terrorismu, sum boðað er frá, og sum flestu tjóðir í heiminum taka undur við, er ein veruleiki. Tað, sum hendur í Afganistan í dag er eisini ein veruleiki, men í teimum flestu londunum verður í hesum døgum nógv kjakast um, um tann amerikansk/bretski hátturin at føra hetta stríðið ímóti terrorismu, er tann besti. Slíkt kjak verður ført frá fleiri atlitum, heimsspekingum, samfelagsfrøðingum, politikkarum og fólki annars við áhuga og kunnleika. Tað slepst ikki undan, at eitt slíkt kjak eisini setur dám á tað heimliga kjakið. Eg hugsi tað lyftir tað upp á eitt meir virðiligt støði. Tað vil tykjast óvirðilig at koma við tí vanliga smáliga brikslinum, samstundis sum kjakast verður um stórar etiskar spurningar viðvíkjandi altjóða støðutakan. Eg hugsi ikki tað er tilvildarligt, at spurningurin um fullveldi er so stórt júst í hesum tíðum. Um man er eitt tilvitað fólk, við áhuga fyri at ávirka tær fortreytir, ið eisini vit verða noydd at virka undir, so hevur tað størri týdning enn nakrantíð, at vera við í altjóða politikki. Spurningurin um fullveldi verður meira og meira relevantur hvønn dag. Okkum tørvar so sárt størri frásjón.