Men samstundis vita vit, at vit ikki fáa tað burturúr, sum vit áttu at fingið. Túsundavís av føroyingum hava verið noyddir at fara heimanífrá og liva í útisetu millum fremmand fólk og síggja børn síni vaksa upp og tosa eitt fremmant mál. So gott sum hvørt føroyskt húski hevur verið fyri tí vanlagnu at mist onkran av sínum kæru á slíkan hátt.
Orsøkin til hetta er, at vit ikki fáa okkara rætt!
Tann 14. september 1946 samtyktu vit, at vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Hetta sluppu vit ikki, tí danir fingu lokkað nakrar av okkara politikarum til at taka við einum árligum studningi í staðin fyri. Síðani hava danir og hesir politikarar stýrt okkum og hava tí ábyrgdina av tí vanstýri, vit hava livað undir síðani.
Tað vit hava rætt til, er eitt endurgjald fyri allan tann skaða, sum danir og teirra húskallar her hava gjørt okkum, síðan teir suspenderaðu demokratiið og róku løgtingið til hús í 1946.
Landsstýrið hevur bjóðað dønum nakað, sum er nógv minni, nevnliga ta íslendsku loysnina frá 1918, so vit fáa eitt útgjald her og nú sum er so stórt, at renturnar av tí svara til tað sum vit í løtuni fáa sum ríkisveiting.
Tíverri fyri danir tóku teir ikki við hesum tilboði okkara, og tí er tað burturdottið. Men lætt er at síggja, at sjálvt henda loysn hevði givið okkum ráð til í ein ávísan mun at byggja upp okkara samfelag, so at vit ikki framvegis høvdu verið eftirbátur.
Hetta hevði t.d. havt tann týdning fyri samferðslukervið, at vit kundu fingið eitt veganet, sum hevði verið so útbygt, at tað hevði borið til at komið frá Sumba til Viðareiðis eftir góðum tveimum tímum uttan at bummpengar vórðu kravdir upp. Tá hevði eisini borið til at fingið eitt sjúkrahúsverk, har okkara sjúku fingu sømilig kor.
Hetta er nakað av tí, tjóðveldisflokkurin vil. Vit vilja nevnliga hava eitt samfelag, har tað ikki eru tey fáu, sum fara avstað við øllum eyði samfelagsins.
Vit vita fullvæl, at vit saktans kunnu fáa eitt gott og solidariskt samfelag við vælferð fyri øll uttan at vit fáa so mikið sum eitt klovið oyra frá dønum. Men danir skulu ikki halda, at klaverið spælir soleiðis, at teir í meir enn hálva øld kunnu hóreiggja sær sum harratjóðin yvir okkum við at tveita nøkrum av landsmonnum okkara nakrar válgarabitar og so halda, at teir sjálvir kunnu sleppa snikkaleysir frá at reka túsundavís av landmonnum okkara burtur frá heimlandi og øllum sínum kæru.
Setningurin hjá einum føroyskum fólkatingsumboði er at geva dønum ráð um, hvussu teir skulu stýra landi sínum.
Fremsta ráðið, ið føroysk fólkatingsumboð eiga at geva, er at danska stjórnin skal taka upp ein nýggjan føroyapolitikk. Tann politikkur, danska stjórnin rekur nú, er ikki ber skaðiligur fyri Føroyar og føroyingar, og eisini til skomm og skaða fyri ta donsku tjóðina.
Umráðandi er, at danskir politikarar taka sær betri partar fyri, og tað mugu okkara umboð gera alt fyri at fáa teir til.
Eitt stig á hesi røttu leið er longu tikið. Unga Tjóðveldið fekk øll ungmannafeløgini hjá politisku flokkunum í Norðurlondum at taka undir við, at føroyingar skuldu sleppa at nýta sín demokratiska sjálvsavgerðarrætt. Taka fólkatingsumboðini hesi ungu sum fyrimynd í politikki sínum, so er sanniliga vón um bata fyri land og tjóð.