Ajax vann aðru uppflytingarfinaluna

Tað stendur á jøvnum 1-1 millum Ajax og EH Aalborg

Mynd: Ajax København

Elsa Egholm, Vár og Lív Zachariasen og liðfelagar teirra í Ajax standa framvegis við møguleikanum at sleppa at kappast í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Í kvøld vann Ajax á heimavølli í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn 23-21 á EH Aalborg í aðru uppflytingarfinaluni. Í steðginum var heimaliðið á odda 9-6.

 

Elsa skoraði trý mál, Lív skoraði tvey mál, og Vár skoraði eitt mál. 

 

EH Aalborg vann fyrstu uppflytingarfinaluna á heimavølli 28-25 (13-9), so samlaða støðan í uppgerðini er 1-1.

 

Sunnudagin klokkan 14 spæla EH Aalborg og Ajax triðu og avgerandi uppflytingarfinaluna í Nørresundby. 

 

Mynd: Ajax København