Misjavnar meiningar um navnalógina

Undir fyrstu viðgerðini av navnalógini í tinginum komu eitt sindur misjavnar áskoðanir fram. Teir flestu politikararnir høvdu onkra navnasøgu at siga frá, og tíðin fór mest við hesum. Flestu tingmenn tykjast samdir um lógarleistin, um teir altso kunnu fáa okkurt navnið afturat við á listan

 

Tingmál


Tað var herfyri, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, legði fram broytingaruppskot í føroysku navnalógini. Føroyska navnalógin er frá 1992, og hann ásetir einari navnanevndin at gera ein listan yvir tey nøvn, sum eru góðkend í Føroyum. Velur onkur at kalla seg annað navn enn eitt, ið stendur á listanum, so er hetta at meta sum lógarbrot og kann revsast. Men fyrst skalt tú fram við skrásetingarmyndugleikanum, t.e. prestur aloftast. Sigur prestur nei til eitt ávíst navn, so kann tann einstaki kæra til navnanevndina og í seinna føri landsstýrismannin.

Alt hetta verður framvegis óbroytt í framtíðini eftir ætlan. Tað skal gerast lættari at uppkalla og eisini ættleidd børn skulu fáa lættari við at taka upprunanavnið aftur. Tað verður eftir ætlan framvegis navnanevndin, sum kemur at siga hvat og hvussu. Eftir hvat skilst, hevur navnanevndin havt heldur truplar umstøður at virka undir, men nú skal

arbeiðið hjá nevndini eftir øllum at døma ganga væl. Tey flestu broytingarnar í lógini snúgva seg mest um skráseting og umsiting.

Ein onnur nevnd hevur síðani fyrireikað eitt uppskot at endurskoða navnalógina. Hetta hevur síðani verið úti til viðmerkingar, og er síðani lagt fyri tingið.

Meginreglan í navnalógini er framvegis tann sama: at øll nøvn skulu vera í samljóð við føroyskar málreglur. Nøvn, sum eru til í føroyskum máli skulu eisini hava røttu føroysku stavsetingina, eitt nú Christian verður til Kristian og Daniel til Dánjal.


Søgur

Ein av teimum, sum oftast stilla seg á tingsins røðarapall, var Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkurin. Hann legði eisini sera hart út og setti spurnartekin við, um alt hetta arbeiðið nú var neyðugt. Hann eins og aðrir fíltist rættiliga nógv á, at fólkið slett ikki verður eftirspurd í hesum spurninginum, og hann eins og aðrir vísti á, at fleiri fólk leitaðu sær til Danmarkar fyri at doypa síni børn. Samstundis sum hann segði hetta, kom hann eisini við tí hugskoti, at øll børn í einari familju skuldu eita sama eftirnavn. Navnanevndin fekk somuleiðis av grovfíluni frá fuglafirðinginum.

-Mann fær altíð svar frá navnanevndini, men tá tað so kemur, so kann tað ikki brúkast, sigur Jógvan á Lakjuni.

Eisini javnaðartingmenninir, Hans Pauli Strøm og Dan Reinert Petersen, funnust at lógini, men samstundis róstu nevndini, sum hevði gjørt nýggja uppskotið.

Heðin Mortensen setti spurnartekin við løgrøðiliga og moralska festi hjá lógini, tá ið segði, at lógin ikki kundi brúkast, tí hon gekk ímóti menniskjaligu rættindunum.

Høgni helt í flestu førum, at talan var um misskiljingar, og navnalógin er ein virðilig lóg, sum bert ásetur, hvussu vit skráseta okkum.

Samanumtikið var kjaki í tinginum lívligt, men var fyrst og fremst merkt av, at løgtingsmenn høvdu nógvar søgur at siga frá,


Myndatekstur: Eisini onkur málfrøðingur leitaði sær niðan í Útvarpshøllina henda dagin, tá ið navnalógin kom fyri tingið.


Myndatekstur: Jógvan á Lakjuni helt ikki nógv um viðurskiftini í navnalógini. Mynd: Jens Kristian Vang