Í seinnu hálvu av juni í ár stóð ein stórur fjósbygningur reistur Úti á Vík í Leirvík. Bygningurin, sum er 68 metrar langur og 34 metrar breiður, verður bygdur væl niðan frá vegnum, sum gongur út til Høvdavirkið og brennistøðina hjá IRF.
Tað er danin og bóndin í Leirvík, Rasmus Norup, sum byggir nýggja fjósið, og beint omanfyri fjósið hevur hann fyri fáum árum eisini bygt eina stóra høll til maskinur og ymiskan útbúnað, sum hann brúkar í sínum bóndavirksemi.
Tað er fyritøkan Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðnum at byggja nýggja fjósið. Gongst, sum bóndin ætlar, stendur fjósið skjótt innilokað, og síðan skal gólvið stoypast og alt inniarbeiðið gerast.
Hetta er ein so mikið stórur bygningur, og her er nógv at fara um, áðrenn tey 56 mjólkneytini, sum bóndin hevur í gamla fjósinum niðanfyri vegin, kunnu flyta í nýggjar og nógv betri umstøður.
Helst til várs
Vanligt er, tá tú hevur fæst við neyt og mjólk, at bóndin hevur tvífalt so nógvar kálvar og ungneyt, sum neytini, ið mjólka. Málið hjá Rasmussi er at hava 84 mjólkneyt í nýggja fjósinum.
Fyri at fáa ein so stóran garð, hevur verið neyðugt hjá bóndanum í Leirvík at keypt mjólkarkvotur, og í dag hevur garðurin eina kvotu, sum liggur um góð 600 tons um árið.
Hetta er ein stór kvota í mun til tey umleið 170 tonsini, sum garðurin hevði, tó Rasmus festi garðin, men bóndin noyðist helst at keypa nøkur tons aftrat, um talið av mjólkneytum skal koma upp á 84.
Nú garðurin ikki er so stórur enn, leigar hann nakað av kvotuni út til aðrar mjólkarbøndur, men hann gongd kemur á í nýggja fjósinum, fer bóndin at hava brúk fyri allar kvotuni sjálvur.
- Málið hjá mær er, at neytini skulu flyta inn í nýggja fjósið einaferð til várs, men hetta veldst alt um, hvussu skjótt tað fer at ganga at fáa fjósið liðugt og útbúnaðin, sum fjósið skal hava.
Bóndasonur úr Viborg
36 ára gamli, Rasmus Norup, sum yvirtók garðin úti á Vík í 2013, kemur upprunaliga úr Viborg í Danmark og søgan aftanfyri, hvussu hann kom til Føroya, er serstøk.
Hann hevði einki tilknýti til Føroyar, men hevði í sínari tíð verið her og ferðast saman við foreldrunum. Tá hann var 23 ára gamal, varð eitt starv lýst leyst á bóndagarðinum í Leirvík – meira sum húskallur á garðinum.
Lýst varð eisini í donskum bløðum. Hann søkti og fekk starvið, og tá hann hevði verið á garðinum í umleið eitt ár, gjørdi hann av at søkja um at sleppa at yvirtaka festið í Leirvík.
Landbúnaður og framleiðsla av mjólk var tó ikki fremmant fyri unga mannin, sum er bóndasonur av einum garði nærindis Viborg á Jútlandi, har pápi hansara rekur familjugarðin, sum hann yvirtók frá abba Rasmussi.
Tað var tó í Føroyum, at Rasmus skuldi gerast bóndi, og nú hann hevur havt garðin í Leirvík um hendi í eini 12 ár, byggir hann stóra fjósbygningin, sum skjótt stendur innilokaður Úti á Vík.
Tað var av tilvild
Vit hava vitjað Rasmus Norup og hava tikið nakrar myndir við nýggja fjósbygningin í Leirvík.
- Tað var av tilvild, at eg sá lýsingina úr Føroyum. Eg skrivaði eina umsókn og fekk høvi at koma til Føroya, og síðan havi eg rikið garðin eftir bestu sannføring, sum hann tekur til.
Nøkur ár eftir, at hann kom til Leirvíkar, fann hann eisini konu sína í einum brúdleypi. Konan, Louise, sum er donsk og er úr Keypmannahavn, hevði vinkonu í Føroyum, og tí var hon komin higar í brúdleyp.
- Tað var í brúdleypinum, vit møttust. Vit búgva í Leirvík. Hon er útbúgvin farmaseut og arbeiðir á Havsbrún í Fuglafirði. Vit eiga trý børn, harav elsta barnið er fýra ár.
Hvat hugsaði tú, tá tú sum 23 ára gamal søkti um at sleppa á ein føroyskan bóndagarð at arbeiða?
- Eg hugsaði mest um avbjóðingina, og eg havi altíð brent fyri at hava ein garð við neytum. Tí kendist tað eisini upplagt at royna at koma higar at dríva garðin víðari.
Ungur og vónríkur
Áðrenn hann endaliga tók av avbjóðingini, var Rasmus í Føroyum og sá garðin saman við teimum, sum drivu garðin og fyrrverandi festaranum.
Spurdur, hvat hann hugsaði, tá hann umleið eitt ár seinni søkti um at festa garðin, sigur hann:
- Tá hugsaði eg ikki so nógv um møguligar avleiðingar. Eg var jú ungur og vónríkur. Tí søkti eg og havi drivið garðin víðari. Tað var jú eisini eitt sindur ævintýrakent og dragandi at taka av møguleikanum, sigur hann.
Hann ásannar, at hann kendi seg eitt sindur einsamallan ta fyrstu tíðina, men hann hevði gamla mannin, sum áður hevði havt garðin, at tosa við, og hann var honum ein góður stuðul, til hann doyði.
- Hetta var líka sum mín inngangsvinkul til føroyska samfelagið, sigur Rasmus Norup.
Ein stór uppgáva
Garðin í Leirvík var jú ikki so øgiliga stórur tá, Rasmus yvirtók hann, men hvørjar ætlanir hevði hann við bóndagarðinum?
- Tað var ein stór uppgáva at fáa alt upp at koyra. Tá tú ikki hevur so nógv neyt, og alt líka sum koyrir á einum lágum blussi, skal nógv til, áðrenn tú fer og ger stórar íløgur.
Og hann leggur aftrat:
- Men, eftirhondini, sum meira ferð kemur á, tingini fara at ganga betur, og betri samanhangur kemur í framleiðsluna, gjørdist eisini grundarlagið fyri rakstrinum betri.
Tá tú skalt byggja eitt størri fjós, krevst eisini, at grundarlagið undir fjósinum er í lagi, og tí krevst størri mjólkarkvota og fleiri neyt fyri at fáa raksturin at hanga saman.
Hann ásannar, at tað er ein kapitaltung vinna, at reka ein bóndagarð við mjólk, og her er tørvur á nógvum pengum allatíðina.
Rasmus hevur gjørt eina avtalu við grannabónda um, at teir hava tann ovasta partin av festinum, soleiðis at honum ikki nýtist at hugsa um seyðin meira.
- Garðurin hevði umleið 60 áseyðir, men nú havi eg bert 10 eftir, sum er umleið til eitt húsbrúk, sigur hann.
Tá tú hevur neyt, skal nógv stráfóður til, og í avtaluni hevur Rasmus so niðasta partin av festinum. Sjálvur hevur hann stráfóður til umleið 70-80 prosent av neytunum, og síðan keypir hann restina.
Langur vegur fram
Tað kann ikki vera lætt at byggja ein bóndagarð upp, næstan frá grundini av – ella av nýggjum, um vit so kunnu siga?
- Nei, tað er ein langur og tungur vegur, og tað hevur so avgjørt ikki verið lætt. Eg trúgvi, at soleiðis er tað altíð í hesi vinnugreinini, eins og tað eisini er í so nógvum øðrum vinnugreinum.
Rasmus Norup vísir á, at hann hevur havt revisor at tikið sær av samskiftinum við Búnaðargrunnin, sum veitir fígging.
- Sjálvur havi eg ikki so gott tol til slíkar arbeiðsgongdir, sum ofta taka langa tíð. So, tað hevur hann syrgt fyri.
Tað er tó ikki soleiðis at skilja, sigur bóndin, at hann ikki hevur havt eitt gott samskifti við Búnaðargrunnin.
- Tað hevur eisini eydnast at fáa tað mesta upp á pláss, men hetta hevur helst eisini tikið tað mesta av hálvum øðrum ári.
Við framtíðini í huga
At nýggja fjósið verður bygt væl omanfyri vegin Út á Vík er ikki av tilvild.
- Eg vil tryggja mær, at møguleikar eru til útbygging, um tað einaferð verður eitt ynski, og eg havi roynt at hugt so langt inn í framtíðina, sum eg dugi. Nýggjar reglur kunnu koma um eitt nú djóravælferð, kanska at neytini eisini hava øki at ganga á uttandura.
Hann sigur, at í nýggja fjósinum, har øll neytini verða, bæði tey sum mjólka, kálvar og ungneyt, verður tað soleiðis, at kúgv og kálvur skulu kunnu ganga saman fyrstu tríggjar mánaðirnar.
- Eingin veit í løtuni, hvat verður galdandi um kanska 20 ár, og hetta er eisini ein orsøkin til, at eg valdi at byggja fjósið so langt uppi.
Neytakjøt selur væl
Tað verða altíð nøkur neyt, sum verða slaktað, og tí spurdu vit, hvussu tað gongur at sleppa av við neytakjøtið?
- Tað gongur ógvuliga væl, men tað hevur eisini tikið tíð at byggja upp marknaðin. Í dag eru tað nógv, sum vilja hava neytakjøt.
Rasmus ásannar, at tá hann byrjaði á garðinum, var tað ikki lætt at sleppa av við neytakjøtið.
- Vit hava ein Facebook-vanga og so skjótt, sum vit siga frá, at nú hava vit aftur slaktað, verður alt selt beinanvegin, og tað eru ofta fleiri, sum standa á bíðilista eftir neytakjøti. Gjarna slakta vit eini 2-3 neyt í senn.
Tað er ikki soleiðis longur, at fólk vanliga keypa sær ein neytafjórðing.
- Tann tíðin er farin, tí fólk orka ikki at standa og skera ein heilan neytafjórðing í stykkir. So vit taka okkum av at skera neytakøtið, og vit gera eisini hakkikjøt, soleiðis at kjøtið verður lætt at taka úr frystaranum og í ovnin. Alt neytakjøtið verður eisini vakumpakkað.
Pápin er bóndi
Landbúnaður er ikki fremmandur fyri Rasmus Norup, tí pápi hansara hevur í mong ár rikið garð við neytum.
- Ja, hann hevur ein garð við 70 neytum. Hetta er ein familjugarður, sum er gingin í arv frá abba mínum, og tað gongur rímiliga væl á garðinum í Danmark.
Hvør er so munurin at reka ein bóndagarð í Danmark og í Føroyum?
- Tað er helst mátin at hava djórahald. Her í Føroyum kunnu vit t.d. ikki hava neytini so nógv úti. Tað er fysiskt ómøgiligt, tí hetta eru stór og tung kríatúr, sum vit hava í dag. Í Danmark hevur tú fleiri grøðir, men í Føroyum hevur tú gras og í besta føri epli.
Veðurlagið spælir eisini nógv inni.
Men, hvat segði pápin, tá tú fortaldi honum, at tú hevði gjørt av at fara til Føroyar at reka ein bóndagarð?
- Familjan eggjaði mær at fara avstað. Tá eg so seinni kundi fortelja teimum, at eg hevði keypt garðin, vóru tað ikki bara lógvabrestir. Men, hetta var mítt val, og tey hava stuðlað mær alla tíðina. Tey vistu eisini, at tað kundi gerast tungt í byrjanini, men soleiðis er tað helst altíð.
Góð í ráðum
Vit kunnu hugsa okkum, at faðir og sonur hava meira at tosa um saman, nú báðir reka bóndagarð við mjólkneytum.
- Ja, vit hava tosað nógv saman, og eg havi eisini brúkt pápa nógv sum sparringspart. Hann hevur hóast alt drúgvar royndir við at reka landbúnað í Danmark, og nógvar av hansara royndum kunnu brúkast her í Føroyum.
Rasmus sigur, at tá onkrir trupulleikar hava verið við neytunum, hevur hann havt pápan at ringja til, umframt at hann sjálvsagt eisini hevur brúkt djóralæknar her í Føroyum.
- Eg havi eisini havt stóra hjálp í mammu míni, tá ræður um fíggjarliga partin, tí hon hevur jú virkað sum roknskaparleiðari í Danmark, og hon hevur eisini tikið sær av umsitingarliga partinum hjá pápa. Hetta er jú eitt kostnaðartungt virksemi, og tað er ikki bara at mjólka einari kúgv – ja, so eru pengarnir her. So einfalt er tað jú ikki, sigur hann brosandi.
Hann leggur aftrat, at tað eru nógv ting, sum skulu hanga saman á einum slíkum garði.
Dugnaligir bøndur
Er munur á, hvussu nógv ein donsk kúgv framleiðir av mjólk og so ein føroysk kúgv?
- Tað er tað ikki nú, men soleiðis var tað fyrr. Tá eg kom til Føroyar, haldi eg, at ein føroysk kúgv mjólkaði í miðal væl minni enn ein miðal donsk kúgv, men soleiðis er tað ikki longur. Í haldi eg, at neytini í Føroyum og Danmark mjólka nøkulunda tað sama.
Hann heldur, at mjólkarbøndrirnir, sum eru eftir í Føroyum, eru rættiliga dugnaligir.
- Mjólkin kemur ikki úr ongum, so eg vil siga, at tað eru dugnaligir mjólkarbøndur í Føroyum. Tað er skil í tingunum, og bøndurnir vita, hvat teir gera. Hetta er eisini neyðugt, tí tað er ikki smápeningur, sum er lagdur í garðarnar. Tí hevur tað eisini týdning at hava eina góða útbúgving, soleiðis at bøndurnir vita, hvat tað er, teir hava við at gera.
Eitt slítandi starv
- Orsøkin til, at eg byggi nýtt fjór, er, at mínir akslar halda ikki til meira nú. Tað merki eg longu nú, og eg havi eisini havt trupulleikar við rygginum. Tað at fáa meira nútímans umstøður í nýggja fjósinum, skuldi eisini gjørt, at arbeiðið verður lættari í mun til tað kropsliga tunga arbeiðið, sum tað er í einum gomlum fjósi. Í nýggja fjósinum verður alt øðrvísi og lættari at handfara.
Rasmus Norup heldur, at hetta eisini kann vera mátin at fáa yngri fólk inni í henda partin av landbúnaðin – at gera tað soleiðis, at alt tað, sum skal gerast, fellur lættari og ikki verður so tungt likamliga.
- Men hetta hevur verið tungt fram til nú, leggur hann aftrat.
Hann sigur, at tað er konan, sum tekur sær av pappírsarbeiðnum, og hon syrgir fyri, at tað er skil í tí umsitingarliga. Raksturin av garðinum hongur saman nú, og tað hevur eydnast at fáa góð úrslit.
Setti sær mál
- Pápi mín segði við meg, tá eg fór til Føroya, at eg longu tá skuldi hugsa um, hvussu alt sær út um 10 ár. Tað gjørdi eg faktiskt eisini. Eg havi roynt at hildið málini, sum eg setti mær - so nøkulunda í hvussu er.
Bóndin í Leirvík ásannar, at tíðarramman ikki hevur hildið heilt, og tað hevur verið ein langur og tungur vegur, men nú styttist tíðin, til nýggja fjósið væntandi stendur liðugt.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##