Spæla upp á okkara ringu samvitsku

- Myndugleikarnir í Føroyum rakna ikki við fyrr enn foreldur at børnum við serligum tørvi sláa nevan í borðið og siga, at tey ikki eiga uppgávuna at taka sær av sínum børnum, tá ið tey eru vaksin. Spurningurin er bara, hvør ger tað yvir fyri sínum barni. Tí spæla myndugleikarnir upp á okkara ringu samvitsku, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu

 

BÚSTAÐIR

Í Føroyum hava foreldur altíð tikið sær av sínum børnum, uttan mun til aldur ella brek. Úti um landið búgva tí nógv vaksin børn við serligum tørvi heima hjá sínum aldrandi foreldrum, tí ongin annar bústaður er til teirra. Eingin áseting í føroyskari lóggávu sigur, at tað almenna hevur skyldu at útvega bústað til allar borgarar landsins, heldur ikki, um serligur tørvur sum sálarligt ella likamligt brek ger seg galdandi. Hóast tað í forsorgarlógini er ásett, at tað almenna skal hjálpa teimum, sum hava hjálp fyri neyðini.

- Aðra staðni er heilt vanligt, at børn flyta heimani frá, tá ið tey verða 18 ár. So er ikki í Føroyum. Her verða børn hangandi heima nógv longri, tí einki bústaðartilboð er til teirra, sigur Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra Brekaðu.

Skulu fólk við serligum tørvi, annað hvørt tey eru brekað sálarliga ella likamliga, hava eitt virkið sjálvstøðugt lív, mugu tey búgva fyri seg sjálv ella saman við øðrum. Men tað er ikki bara uppgávan hjá tí almenna at síggja til, at bústaðir eru til øll.

- Tað kundi staðið í lóggávuni, at tað almenna hevur skyldu til at taka sær av fólki, sum ikki megna tað sjálvi, bæði tá ið tað snýr seg um bústaðir, arbeiðsmøguleikar og annað. Men eftir mínum tykki er tað líka so nógv uppgávan hjá kommununum at útvega bústaðir, eins og fakfeløgini kundu útvegað sínum límum góðar og bíligar íbúðir. Øll bíða eftir, at landið skal útvega bústaðir, men tað er í kommununum hesi fólkini og teirra avvarðandi búgva, sigur Doris Hansen.

Orsøkin til, at tað gongur lættari og skjótari at útvega fólki við serligum tørvi bústað í øðrum londum, er, at har duga foreldur betur at siga frá. Har hava foreldur ikki skyldu at forsyrgja sínum børnum, tá ið tey gerast 18 ár.

- Tað almenna hevur altíð skúgvað sær undan ábygdini.

Myndugleikarnir í Føroyum rakna ikki við fyrr enn foreldur at børnum við serligum tørvi sláa nevan í borðið og siga, at tey ikki eiga uppgávuna at taka sær av sínum børnum, tá ið tey eru vaksin. Gjørdu tey tað, høvdu nógv einki stað at vera. Spurningurin er bara, hvør ger tað yvir fyri sínum barni ella systkini. Tí spæla myndugleikarnir upp á okkara ringu samvitsku. Tað er sera ringt at fáa broytt hesi viðurskifti, sigur Doris Hansen.


Serlóg

Í Almanna- og heilsumálastýrinum verður nú arbeitt við at gera eina lóg fyri brekað, har rættindi teirra verða allýst.

- Tað er avgjørt nakað nýtt, at serlóg verður gjørd fyri brekað. Tí er hugsandi, at rætturin hjá brekaðum til bústað verður staðfestur í lóggávuni, sigur Doris Hansen.

Fyri hálvum øðrum ári síðani varð álit skrivað um bústaðarviðurskifti hjá brekaðum í Føroyum. Álitið lýsir støðuna og møguligar loysnir. Uppgerð yvir tørvin er eisini staðfestur, og hann er ikki hissini. Har verður sagt, at komandi tíggju árini verður neyðugt at útvega 80 búpláss. Bráðfeingistørvurin er 17 pláss og næstu árini økist hann við 19 afturat. Tørvurin er um alt landið, men mest átrokandi í Suðurstreymoy og Norðuroyggjum.

- Tá ið tað almenna byggir, er tað ofta í miðstaðarøkinum. Tað er óskiljandi, tí tað er dýrari og øll fólkini eru ikki í Havn, sigur Doris Hansen.


Langtíðarætlan

Í farnu viku legði Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, uppskot til samtyktar fyri tingið um at gera eina nøktandi langtíðarætlan fyri útvegan av bústaði til fólk við serligum tørvi. Í viðmerking til lógaruppskotið verður sagt, at tað er neyðugt at gera eina langtíðar raðfesting, soleiðis at politiski myndugleikin setir sær nøkur mál, og soleiðis, at vit kunnu vera trygg við, at tað er ein miðvísur politikkur á økinum.

- At gera ein langtíðarætlan er ein gongd leið, tí sum er hendir einki. Men tað hevði gingið skjótari at útvega bústaðir um fleiri fóru í gongd, tað almenna, kommunur og fakfeløg, sigur Doris Hansen.