Montenegro hevur eina stóra favorittstøðu móti Føroyum

Her eru oddsini upp á EM-undankappingardystin Føroyar-Montenegro

Mynd: HSÍ

Í kvøld klokkan 19 spælir føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti annan EM-undankappingardystin í bólki 4.

 

Í stórhøllini við Tjarnir taka Føroyar móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum, Montenegro.

 

KVF vísir dystin, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Føroyar vunnu mikukvøldið 24-22 (11-11) á Íslandi á útivølli. Montenegro vann á heimavølli 29-22 (17-11) á Portugal.

 

Montenegro hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan heimasigur eru 7,37.

 

Miðaloddsini upp á javnleik, ið hevði verið eitt gott úrslit fyri Føroyar eru 14,03.

 

Miðaloddsini upp á montenigrianskan útisigur eru 1,13, so talan er um eina stóra favorittstøðu.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

Mynd: HSÍ