Hesum boðar herurin frá á boðtænastuni Telegram.
Herurin skrivar, at kistan við líkinum er farin um markið til Ísrael og er nú á veg til Rættarlæknastovnin, har líkið endaliga verður eyðmerkt. Enn er tí ikki greitt við vissu, um líkið í veruleikanum er ein ísraelskur gísli.
Týsdagin fekk ísraelski herurin eitt lík, sum vísti seg ikki at vera ein av ísraelsku gíslunum.
Fyrr í vikuni lat Hamas leysar 20 livandi gíslar og níggju deyðar ísraelskar gíslar, sambært BBC.