Kirkjukórið Ljómur hevði sunnudagin allahalganna konsert í Vágs kirkju. Hetta er tiltak, ið kórið hevur havt í mong ár. Ein afturvendandi løta við hesar konsertir er, tá sálmurin Nú Hvítna Tindar verður sungin. Og júst henda dag hendi tað. Tindarnir kring Vágsfjørð hvítnaðu og undirstrikaðu hugnaligu løtuna í Vágs kirkju, har kór og tónleikarar framførdu fyri nærum fullsettari kirkju.
Fjølbroytt skrá setti dám á. Kór og leiðarar stóðu fyri eini flottari konsert við sangi og tónleiki. Dorte Tilma og Hans Pauli Tórgarð stjórnaðu Ljómi og hornblástri tóku Steve Foggin, Johan Hentze, Ásla Magnussen og Brandur Enni sær av. Niels og Jóannes Nolsøe leiktu urgu.
Jónsvein Bech, prestur, takkaði fyri sangin og tónleikin og sigast má, at tøkkin var uppiborin.
Gamla urgan
Gamla urgan í kirkjuni í Vági er sett aftur í stand og varð við konsertina tikin aftur í nýtslu. Og tveir urguleikarar, ið óivað hava byrjað urguleiðina við hesa urgu, eru júst brøðurnir Jóannes og Niels Nolsøe. Teir hava eisini báðir tænt bæði Ljómi og kirkjuni væl og fingu teir gávu, eins og tónleikarar og kórleiðarar.
Eftir sálmin Eitt Snjóhvítt Herlið, leitaði fjøldin út í kavan, eftir eina løtu, ið fløvar, tí prógvað er, at dugur er í, hóast bæði urga og kór teljast millum elstu í landinum hvør á sínum øki. Árini geva royndir og vitan, geva dygd, ið er við til fáa áhoyraran at gloyma, hvussu nógvir venjingartímar liggja aftanfyri ? og soleiðis skal tað vera.









