Sum siður er skal besti føroyski stuttfilmur veljast, tá ársins Geyti verður í Norðurlandahúsinum. Hetta verður eitt satt veitslukvøld við reyðum langteppi, brúsi í glasinum og við spenningi í hásæti, og nú er úrvalið kunngjørt, um hvørjir stuttfilmar skulu kappast um ársins Geyta. Vertur er Birgir Kruse.
Eftir at hava viðgjørt allar 18 filmarnar, sum eru innkomnir, hevur dómsnevndin valt, at 7 stuttfilmar skulu víðari í kappingini.
Um tilnevndu filmarnar, sigur dómsnevndin soleiðis:
Í ár verður Geytin eitt hugvekjandi kvøld við filmum av bæði breidd og høgari góðsku. Ongantíð fyrr hevur tað verið so týðiligt, at føroyskar søgur av føroyskum filmskreftum er ein eftirspurd vøra, eisini uttanfyri Føroyar. Og í øllum hesum meldrinum stendur Geytin enn sum ein gyltur møguleiki og týðandi drívmegi at fáa fram tey dugnaligastu filmsfólkini, sum halda okkum á røttu leiðini.
##med2##
Tey tilnevndu eru:
Thomas Koba við filminum, “Áin”
Rakul Ró Steintórsdóttir og Niels Jóhan Sigurðsson við filminum, “Hendir her”
Maria Tórgarð við filminum, “Mammuskepilsið”
Anna Joensen-Næs við filminum, “Sansa”
Eir í Ólavsstovu við filminum, “Tað er ikki synd í mær”
RAMMATIK (Rannvá Káradóttir og Marianna Mørkøre) við filminum, “TREGI”
Maria Winther Olsen við filminum, “Vælkomin heim”
Hesi eru í kapping um virðislønirnar Geytin á 40.000 kr, latið av Runavíkar kommunu, og Áskoðaravirðislønina á 40.000 kr, latið av Tórshavnar kommunu.
Tey, ið sita í dómsnevndini við torføru uppgávuni at velja vinnaran av Geytanum, eru Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Felagið Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk, umframt eitt altjóða filmsumboð.
Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. Geytakvøldið heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri bæði filmsfólk og filmsáhugað at hittast.
Geytin verður 28. februar í Norðurlandahúsinum. Dyrnar opna kl. 18.30. Keyp atgongumerki á nlh.fo.











