umfør fer at standa á jøvnum í stigum, so verður avgerandi, hvussu tað hevur hilnast í innanhýsis uppgerðunum. Har er Skáli betri fyri. Tá teir vóru á Argjum, vunnu teir 5?3. Tá AB var á Skála, vunnu teir [...] teirra uppgáva verður ikki løtt á Svangaskarði. Ikki minst tá hugsað verður um, at teir í 16. umfarinum ikki megnaðu meiri enn javnleik ímóti ÍF, sum næstsíðst fekk javnleik á Toftum. Tungi endin Í síðsta [...] Sunnudagin møttu teir ikki á Sandi. Sandoyingar fingu stutt undan dystinum at vita av Tvøroyri, at teir vóru ikki førir fyri at manna lið. Hetta er onnur ferðin í ár, at TB ikki møtir upp á útivølli. 13. august
ir, sum sótu úti í síðuni og spælu undir á flygil, tromet, trombone, slagverk, sylofon og annað, kryddaðu leikin væl, bæði á palli og sum livandi ljósmyndir á bakveggi og gólvi. Tónleikurin hjá Sunleif [...] Sjúrður skal drepa Regin og sjálvur eta hjartað á orminum. Tá skilur Sjúrður, at veruligi dýrgripurin ikki er gullið, ormurin liggur á, men hjartað og blóðið á orminum. Tí drepur Sjúrður Regin, og eftir at [...] Brattaberg hevði fleiri ymiskar leiklutir á pallinum, og hevur hann sagt aðrastaðni, at hetta er nógv tann størsti samanhangandi leiklutur, hann hevur havt á palli, har hann at kalla er virkin í ein tíma
ÍF byrjaði betur og trýsti HB aftur á vøllin. Gestirnir vórðu tí noyddir at dúva upp á kontra, og tað var júst upp á eitt av hesum kontra álopunum, at HB legði seg á odda. Mortan úr Hørg legði frá miðvøllinum [...] til Jákup á Borg, sum setti innaru síðuna á og legði HB á odda. Hetta hendi, tá ein góður tími var spældur, og fýra minuttir seinni øktu gestirnir um leiðsluna. Hesaferð er tað málskjúttin Jákup á Borg, sum [...] byrjanina upp á dystin, men sum fyrri hálvleikur leið tóku gestirnir spakuliga yvir. Longi gekk tó áðrenn teir heilt stóru málmøguleikarnir komu, og tann størsta av slagnum fekk HB, tá Jóhan Ejvind vann
søgulig hending, sum fór fram í menningini av listini á staðnum. Málningaframsýningin á Varmakeldu hevði 35 ár á baki. Spell at fjøllmiðlarnir ikki vóru á Varmakeldu og upplivdu hesa glóð, sum var í bygdini [...] stóðu við borðsendan og mungaðu eftir hesum nýggja, men dugdu ikki at trýsta á knøttarnar, og vóru bangnir fyri, tá ið trýst varð á ein knøtt, so kundi tað kanska henda at einir tríggir, fýra fóru niður í [...] okkum, og tú fekst tað lítla KT-koyrikortið fyri smærri teldur. Signar á Brúnni var tá landsstýrismaður í skúlamálum, og kom hann á skúlan og handaði greinskrivarinum, Svend Petersen, Kristin Poulsen, Jógvan
ættaður úr Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hansara vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipanesi. Dagmar og Hans Jacob búðu fyrst úti á Oyri, og síðani fluttu [...] Sigga og Adolf, sum eitt nú arbeiddi í kolinum hjá Kjølbro, uppi á Hædd, eitt skifti vóru tey hjá Astu og Julian, og so búðu tey úti á Oyri hjá Selmu. Julian, føddur 7. oktober 1930, er klaksvíkingur. [...] ímóti tredivu árum á Kósavirkinum, har hennara partur sanniliga ikki lá eftir. Hon var tiltikin støðug og skjót, og tað hingu eingir lepar við í avrikunum hjá Astu. Síðani hon gavst á Kósini hevur Astu
heittu stutt eftir ársskiftið á býráð og yvirfriðingarnevnd um at eira náttúruna á Sundi. Men til fánýtis. Frammanundan eru átta kilometrar av fjøruni farnir. Av Sundi og inn á Kaldbaksfjørð. Og úr Kaldbaksfirði [...] er nærdemokrati í málum um nærumhvørvið. Fólkið á staðnum verður kunnað og tikið upp á ráð í eini tilgongd. M.a. tá býarskipanir skulu broytast. Her á klettunum verður ein stór ætlan, sum oyðileggur náttúruna [...] frá Sundsá og nakrar hundrað metrar úteftir skal oyðileggjast. Grót skal fyllast á Sandbotnin og nakrar hundrað metrar út á fjørðin. Bogi og kompaní skulu partú leggja stór náttúruvirði í oyði. Náttúra,
við “Masanum”. Sjálvur hugsaði eg, at tað varð nærum ein øld á muni, millum hesar fjalar vit sigldu á, og eitt nú café latté mentanina umborð á Smyrli. Skommin ringdi seg innan í mær, at føroyska samfelagið [...] anlitsbrøgdunum. Vit løgdu at á Eiðinum, og smábørnini vóru syft í land, meðan Másin livdi aftur og fram, eins og taravøksturin á lendingini. Skulu hesi setast eftir? Standandi á Hálsinum, sum trokar seg niður [...] royndini at fáa rímilig samferðsluviðurskifti, á hædd við tey hjá restini av okkum. Ritan fyrst... Tað er mín inniliga vón og áheitan á vinmannin, Jóhan Dahl, landsstýrismann, at hann sum eina neyðloysn
heimadystinum móti B68, men teir á havnarliðnum kundu kenna seg eitt sindur hepnar eftir sigurin. B36 setti annars dagsskránna beinanvegin við at trýsta spælið langt niðan á B68-hálvuna, men skjótt komu toftamenn [...] liðskipari, eftir at Jens Kristian Hansen noyddist út tíðliga í dystinum, aftur á rætta plássinum í røttu løtuni. Toftamenn vunnu bóltin á egnari hálvu nakað úti í vinstru síðu, men mistu hann aftur beinanvegin [...] góðan møguleika at fáa B68 á máltalvuna, men bólturin fór ikki inn. Allir teir størstu møguleikarnir hjá toftamonnum komu eftir mótálop, tá B36-verjan varð fangað langt uppi á vøllinum. Í hinum endanum
umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á útivølli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skotlandi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB. HB endaði á næstfremsta plássinum í land [...] Batumi vann 6-0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði. Í fjør varð mett, at HB átti at havt ein møguleika ímóti Apoel FC Nicosia úr Kypros, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði [...] Tað er málið hjá HB, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í Europa Cup kappingini. Tað er eisini málið hjá teimum, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í meistarakappingini. Higartil hava teir ongantíð
einki spurdist burturúr í fyrstu atløgu. 1) bólturin er farin á rull Vit fylgja við stórsteypadystinum á ovara vølli í Gundadali. Liðini eru komin á vøllin. Dómaratrio: Rúni Gaardbo, Kristian Sofus Petersen [...] Víkinga villu hevur HB javnað. Hallur Hansson legði ov stutt aftur. Andrew av Fløtum fekk tak á bóltinum og spældi upp á tvørs til Fróða Benjaminsen, sum trillaði bóltin í málið. 52) Víkingur leggur bragdliga [...] Wardum, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm. Pál M. Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen – Christian R. Mouritsen, Poul Ingason, René S. Joensen So er nýggja fótbóltsárið á gáttini