Másin sigur...nei, nei, nei!

Páll á Reynatúgvu, summargestur í Svínoy.

 

“A very charming ferry”, søgdu Niðurlendsku ferðafólkini, hendan dagin vit við Másanum, settu kós móti Svínoy. Fýra ára gamli sonur okkara var av heilt aðrari fatan. Hann helt at tað var einki petti stuttligt at sigla við “Masanum”. Sjálvur hugsaði eg, at tað varð nærum ein øld á muni, millum hesar fjalar vit sigldu á, og eitt nú café latté mentanina umborð á Smyrli. Skommin ringdi seg innan í mær, at føroyska samfelagið anno 2009, bjóðar hart royndu fólkunum í Fugloynni og Svínoynni, eina farleið sum hesa.

 

Sum á kalvabaki

Hóast skiparin valdi styttru, og helst frægaru leiðina, hendan dagin, so skolaði sjógvur innanborða, og eingin ferðandi hættaði sær undir dekk. At ein av hydraulikslangunum á krananum, varð farin fyrr um dagin, gjørdi at tað var sum á kalvabaki, hjá teimum sum hættaðu sær uttandura. Manningin, sum varð stak fyrikomandi, eigur rós uppiborið fyri at royna at veita eina tænastu til okkum ferðandi, men týðiligt varð, at máttloysi um hettar neyðars skip, kundi lesast í anlitsbrøgdunum. Vit løgdu at á Eiðinum, og smábørnini vóru syft í land, meðan Másin livdi aftur og fram, eins og taravøksturin á lendingini.

 

Skulu hesi setast eftir?

Standandi á Hálsinum, sum trokar seg niður millum Eysturhøvda og Keldufjall, er frálíkt sýni móti Fugloynni, og í veruleikanum varð tað her, at perspektivini, byrjaðu at mynda seg. Tí, hvussu í víðu verð ber tað til, at føroyska samfelagið, hevur víst seg so eirindaleyst, móti fólkunum sum her búgva, og sum við treysti hava gjørt sítt íkast fyri landið. Hettar framúr vakra umhvørvið bjóðar tær vælkomnum, og fólkini eru eyðmjúk og fyrikomandi.

Hugsaði um restina av infrakervinum í eitt nú Norðoyggjum. Her er undirsjóvartunnil sum bindur til meginøkið. Her eru tunnlar í hópavís sum binda gjøgnum fjøll. Her eru byrgingar, sum binda oyggjar saman og her eru vegir til bygdir, sum Múla og Norðoyri, har sera fá, ella eingi fólk búgva. Og tað er alla æru vert og einastandandi gott. Men hví ólukkan steðgaði framburðurin, tá Fugloyingar og Svínoyingar áttu tørn.

 

Hesar reglur eru ikki skrivaðar fyri at lasta nakran, men heldur ein undran, ella uppróp til restina av Føroyum um at hjálpa hesum fólkum, í royndini at fáa rímilig samferðsluviðurskifti, á hædd við tey hjá restini av okkum.

 

Ritan fyrst...

Tað er mín inniliga vón og áheitan á vinmannin, Jóhan Dahl, landsstýrismann, at hann sum eina neyðloysn velur Rituna at sigla millum Sund og leysu oyggjarnar fyri norðan. Og tað er ongantíð ov skjótt at taka tað stigið.

 

...og undirsjóvartunnil til Svínoyar, heldur enn nýggjar tunnlar Eystur um Fjall.

Sjálvandi eru verandi tunnlar ótíðarhóskandi, men samanborið við tær treytir Fugloy og Svínoy í dag hava, eru teir tað reina luksus. Ein undirsjóvartunnil til Svínoyar, kostar helst minni enn tunnlarnir Eystur um Fjall, og ger nógv størri gagn uppá sikt. Tí, so miðjumjá Svínoy er um eiðið, er hon, saman við Viðareiði, eitt tað frægasta boðið uppá byggilendi í Norðurpartinum av landi okkara.

Høvuðsuppgávan, er at bjóða øllum okkara borgarum nøkulunda javnbjóðis fortreytir. Og tað ber ikki til at siga at hesi fáu ikki eiga rættin til landið. Fremsta fortreytin fyri framburði er læra og útbúgving, men uttan eitt tíðarhóskandi infrakervi er ikki lív lagað.

 

Skal kortini vera púra erligur og viðganga, at sjálvur hevði eg raðfest Sandoyartunnilin fremri, men í vali millum nýggjar tunnlar Eystur um Fjall, ella ein undirsjóvartunnil til Svínoyar, hevði eg ivaleysur valt tað seinna.

 

“Hells outpost”

Ein fróðarmaður segði mær henda góðan dagin í Svínoy, at einasti grafitti, sum funnið varð í Føroyum undir krígnum, var í leivdunum eftir eingilskmennirnar, á Draganum. Har segði hann, stóð á einari forvitnisligari hurð “Hells outpost. Let it burn”. Lítið mundu hesir menn vita, um hvat í beyðst teimum aðrastaðni undir seinna heimsbardaga, men eitt er vist. Svínoy er ein perla, fyri fólk og fæ, og tey ljósini, sum enn lýsa, eiga ikki at brenna niður. Vit eiga øll ábyrgd av møguligu gongdini, men vit hava góðar møguleikar at taka røttu avgerðirnar nú.

 

Ferðin til fastlandið aftur, varð við tyrluni, og gekk uppá stás. Spell at týska familjan, við ungarsku mammuni, sum varð komin við Másanum, ikki hevði sama møguleika. Hon var illani á holdum komin, útlúgvað og hjartkipt fyri heimferðini. Kendi tað uttan iva sum “Hells outpost”, hóast hon í veruleikanum, helst varð nærri paradísi, enn hon hevði verið áður.