HB hevði allar mans tøkar nú teir skuldu fara undir seinnu hálvu í landskappingini. Málverjin Bárður Johannesen, sum hevur verið úti við skaða, var tøkur og hevði fingið afturval millum stengurnar, og uppi í hinum endanum var Rógvi Jacobsen við í landskappingardysti fyri fyrstu ferð, síðani hann kom aftur úr Íslandi.
Fuglfirðingar hava eisini fingið styrk í mun til fyrru hálvu. Tveir leikarar eru komnir aftrat, sum skulu styrkja um offensivapartin hjá liðnum, og eita teir Saric Nenad og Amin Fallah.
Hinvegin hevur ÍF sagt farvæl við Atla Petersen, sum flytur niður fyrsta dagin, og tað er avgjørt ein missur fyri fuglfirðingar. Haraftrat var Aleksander Jovevic leikbannaður og fekk ikki verið við.
Vánaligur fyrri hálvleikur
Vertirnir fingu helst betru byrjanina upp á dystin, men sum fyrri hálvleikur leið tóku gestirnir spakuliga yvir. Longi gekk tó áðrenn teir heilt stóru málmøguleikarnir komu, og tann størsta av slagnum fekk HB, tá Jóhan Ejvind vann ein nærdyst við Fritleif í Lambanum og aftan á legði eitt frálíkt innlegg til Rógva Jacobsen, sum tó stútaði beint á málverjan, og harvið spurdist ikki meiri burtur úr tí.
Fyrri hálvleikur var tó lítið undirhaldandi, og tá málmøguleikarnir heldur ikki vóru teir nógvu, var tað lítið hugaligt at standa sum áskoðari í regninum í Fuglafirði.
Innskiftarar avgjørdu
Hetta broyttist tó í seinna hálvleiki, tí tá varð dysturin meiri undirhaldandi og mál fingu vit eisini fleiri av.
ÍF byrjaði betur og trýsti HB aftur á vøllin. Gestirnir vórðu tí noyddir at dúva upp á kontra, og tað var júst upp á eitt av hesum kontra álopunum, at HB legði seg á odda.
Mortan úr Hørg legði frá miðvøllinum eina sera góða sending niðan í høgra borð til Rógva Jacobsen. Hann rak eitt lítið petti við bóltinum, áðrenn hann legði tvørtur um til Jákup á Borg, sum setti innaru síðuna á og legði HB á odda.
Hetta hendi, tá ein góður tími var spældur, og fýra minuttir seinni øktu gestirnir um leiðsluna.
Hesaferð er tað málskjúttin Jákup á Borg, sum er upphavsmaðurin til málið, sum Rókur Jespersen skorar. Jákup driblar verjuna tunna úti í høgru síðu og rekur inn í vøllin. Hegnisliga leggur hann síðani bóltin inn um verjuna til innskifta Rók, sum skjýtur hart og flatt undir málverjan til støðuna 2-0.
Fyrsta málið hjá HB kom, tá 61 minuttir vóru spældir. Næsta málið tá 65 minuttir vóru spældir, og ÍF skorar triðja málið í dystinum, tá 67 minuttir eru farnir.
Bartal Eliasen kempar fyri at vinna bóltin men fer um koll, og ÍF vil hava brotsspark. Hetta fáa teir ikki í fyrsta atløgu og fer bólturin víðari til Hanus Eliasen. Meðan hann temur bóltin verður hann sparkaður, og tá Hanus onki ger fyri at varðveita javnvágina, fer hann um koll. Hesaferð floytar dómarin, og Bartal Eliasen buldrar brotssparkið í netið og minkar um munin.
Hóast ÍF hevði onkran fínan møguleika at javna aftan á hetta, sá tað út til, at HB hevði tamarhald á tí heila, og tí var tað eisini í lagi, tá ein annar innskiftur HB-leikari, Tór-Ingar Akselsen, skoraði fimm minuttir fyri leiklok.
Hetta var ikki ólíkt tí fyrsta hjá HB. Jákup á Borg og Rókur Jespersen spæla verjuna sundur og saman, áðrenn Jákup leggur bóltin tvørtur um til Tór-Ingar, sum uttan stórvegis hóvasták leggur bóltin í netið og staðfesti sigurin.
Eitt vælspælt álop og eitt fínt mál hjá Tór-Ingar.
Gjørdu sítt
Við sigrinum gjørdu HB sítt til at fylgja oddaliðnum EB/Streymi. HB-liðið var langt frá sannførandi í fyrra hálvleiki, men seinasta hálva tíman av dystinum vístu teir góðar taktir og tað kastaði trý mál av sær.
Við sigrinum minkaði HB um fjarstøðuna upp til EB/Streym, soleiðis at nú eru fimm stig á muni. Hetta gloppið kann gerast minni, tí leygardagin skal HB norð á Mølina at vitja oddaliðið.
Vinnur HB dystin sær tað brádliga heilt gott út, meðan tapa teir er støðan sum hon var undan dystinum móti ÍF.
Fuglfirðingar hava hinvegin ein lítlan trupulleika eftirhondini. Teir eru aftastir men kunnu ugga seg við, bæði B68 og VB/Sumba eisini taptu sínar dystir, so enn sær tað ikki heilt vónleyst út.