Í morgin, hósdagin 20. desember, hava Asta og Julian Jakobsen á Gerðareiði í Klaksvík verið gift í 60 ár. Stóra dagin halda tey frá kokkan 18 í húsunum hjá Húsmøðrafelagnum í Bøgøtu.
Asta, fødd 25. oktober 1932, vaks upp í Funningi. Pápin, Adolf Lund Klein, var ættaður av Tvøroyri og vaks upp á Strondum. Mamman, Sigga, var úr Funningi. Sigga og Adolf búsettust í Funningi. Tey fingu fimm døtrar. Tann elsta, Amina, búsettist í heimbygdini, meðan hinar í 1948 fluttu til Klaksvíkar saman við foreldrunum: Lina, Selma, Asta og Signa.
Amina og Signa, sum giftist í Hvannasundi, eru fluttar foldum frá. Lina, Selma og Asta búgva framvegis í Klaksvík. Fyrstu árini í Klaksvík búðu Sigga og Adolf, sum eitt nú arbeiddi í kolinum hjá Kjølbro, uppi á Hædd, eitt skifti vóru tey hjá Astu og Julian, og so búðu tey úti á Oyri hjá Selmu.
Julian, føddur 7. oktober 1930, er klaksvíkingur. Mamman var Dagmar, sum var ættað uttan av Oyri, dóttur Samuel Michael Matras, festara í Uppistovu, og Carolinu, sum var úr Niðristovu í Gerðum. Pápin var Hans Jacob Jacobsen, sum var ættaður úr Grønu skriðu á Skipanesi. Foreldrini hansara vóru Elsebeth Maria, sum var úr Beitinum í Mikladali, og Tummas Jacobsen á Skipanesi.
Dagmar og Hans Jacob búðu fyrst úti á Oyri, og síðani fluttu tey heim undir Heygar at búgva, har tey vóru næstu grannar hjá Elduvíks Jógvani ella Heinesen, sum tey í grannalagnum plagdu at nevna henda merkismannin. Dagmar gekk í fiski, og Hans Jacob var sjómaður. Hann sigldi nógv við trolarum, og tey seinnu árini var hann ofta við norðmonnum. Tey fingu fimm børn: Elsebeth Maria, Anna Malena, Julian, Sofus og Karl. Mia, Karl og Sofus vóru øll í góðum árum, tá ið boð vóru eftir teimum. Julian og Annelena búgva bæði í Klaksvík.
Julian hevur verið arbeiðsmaður og fiskimaður. Hann hevur róð nógv út, og tey seinastu árini var hann fastur egnari á Stongunum. Nú er nakað síðani, at hann legði dagliga arbeiðið frá sær, men tað tykist framvegis vera torført hjá hesum raska manninum at binda frið. Hann putlast altíð við okkurt.
Hegnið til handverk hevur verið gott. Julian arbeiddi í nógv ár hjá Josephsen, og tað er merkisvert, at hann hevur smíðað húsini hjá øllum børnunum. Hann taldist eisini millum teirra, sum tóku stór tøk í bygging og umvæling í Zarepta.
Tá ið Asta og Julian vóru gingin saman í hjúnarlag fyri 60 árum síðani, fluttu tey í húsini, sum tey høvdu bygt dygst norðanfyri gamla bøgarðin hjá gerðamonnum, og tað er ikki smávegis, sum Julian stútt og støðugt hevur snikkað og snákað í og kring húsini í Kráargøtu.
Asta hevur verið Juliani dyggur stuðul og børnunum góð mamma. Umframt at vera sálin í heiminum saman við manni og seks børnum var hon upp ímóti tredivu árum á Kósavirkinum, har hennara partur sanniliga ikki lá eftir. Hon var tiltikin støðug og skjót, og tað hingu eingir lepar við í avrikunum hjá Astu. Síðani hon gavst á Kósini hevur Astu dámað væl at hugna sær á bingo, og hon er altíð klár at ferðast saman við teimum í yngra ættarliðnum, um tað er heima á landi ella uttanlands.
Diamantbrúðarparið er vælsignað við seks børnum, sum øll búgva í Klaksvík.
Sigga, fødd í 1953, er gift Mikkjali Petersen úr Víkunum. Dagmar, fødd í 1954, er gift Tommy Jacobsen úr Vatnsoyrum, Adolf, føddur í 1956, er giftur Sólfríð Niclasen av Selheyggi, Hansy, fødd í 1959, er gift Sjúrði Sjúrðarberg av Bumshamri, Mia, fødd í 1963, er gift Jóhan Samuelsen av Selheyggi, og Ann, fødd í 1965, er gift Hans Fróða Hansen úr Havnini.
Barnabørnini eru fimtan. Í næsta ættarliðnum eru tey tíggju, og tað legst skjótt aftrat.
Nógv er broytt á Heygum og Gerðareiði. Tey fyrstu árini vóru fleiri børn í so at siga hvørjum húsi. Einastu húsini, har sama parið búleikast, sum var har fyri meiri enn hálvari øld síðani, er hjá Astu og Julian. Tey eru einsamøll í húsi, men tey fegnast um, at tað ikki er dagur, at ikki onkur í yngra ættarliðnum hyggur inn á gólvið.
Takk fyri gott grannalag og hjartaliga til lukku á stóra degnum ynskja vit øll.
................ c