Orð og myndir: Dávur Winther
Boðið varð fyrst til eina vælkomu við góðum brellbitum, har eisini Føroya Bjór enn einaferð hevði bryggjað eina serliga øl til høvið – Ein Regin smið! Røður vórðu hildnar, har Annfinnur Heinesen, leiðari í Varpinum beyð vælkomin og takkaði Tjóðpallinum fyri spennandi og fyrimyndarligt samstarv.
Síðani kom Jenny Petersen, stjóri í Tjóðpalli Føroya og greiddi frá tilgongdini og hesum serliga samstarvi um eina krevjandi ljóðmynd, tónleika- og rørslumynd. Í hesi verkætlan er tónlistin tvinnað saman við fleiri palllistagreinum, og kann avbjóðingin neyvan gerast størri og meira áhugaverd. Men við góðum samstarvi er hetta eydnast, helt Jenny fyri.
##med21##
##med22##
##med23##
Sunleif Rasmussen takkaði stuðlum og teirri vælvild verkætlanin hevði fingið frá øllum. Vinnuni, Klaksvíkar kommunu og so nógum øðrum. Hann hevði borið uppá mál fyri myndugleikum í Tórshavn, at í Klaksvík var Varpið nógv tað besta ljóðgøðskuhølið í landinum, eisini til slíka krevjandi operu.
Hann hevði havt hetta so oftani á munni, at hann var at kalla vorðin illa lýddur í høvuðsstaðnum, men tað legði hann líka í, til teir kanska har høvdu bygt nakað betri.
Sum kunnugt er temaið í kvæðinum, Regin smiður, kærleiki, hevnd, saknur, dráp, vald, føðing, lív, deyði og sorg. Hetta helt Sunleif, um tú eisini hyggur út í heim í dag, vera nakað tað sama enn á okkara døgum, og kundi Regin smiður enn nýtast sum grundstøði í okkara samtíð, til ein slíkan leik.
Heilt víst ber høllin í Varpinum akustiskt nógv til leikin, har høvuðsleikarin, Rúni Brattaberg ber allan leikin væl og er trúgvur móti kvæðinum, tekstinum og tú kennir væl aftur lagið, tó at tað stundum er nakað avlagað.
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
Í práti við Rúna eftir framførsluna, var hann glaður og nøgdur, just tí at høllin bar so væl tann akustiska partin av framførslu hansara, sum er rættiliga stórur.
Rúni Brattaberg hevði fleiri ymiskar leiklutir á pallinum, og hevur hann sagt aðrastaðni, at hetta er nógv tann størsti samanhangandi leiklutur, hann hevur havt á palli, har hann at kalla er virkin í ein tíma og 15 min, sum verkið varir.
Afturat høvuðsleikaranum eru dansarnir Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Sigurður Edgar Andersen á palli. Teir dugdu sítt handverk til lítar og nakað afturat. Hugtakandi at síggja hesar rørslur og dansir, sum styðjaðu leikin og frásøgnina hjá høvuðsleikaranum væl.
Tónleikararnir, sum sótu úti í síðuni og spælu undir á flygil, tromet, trombone, slagverk, sylofon og annað, kryddaðu leikin væl, bæði á palli og sum livandi ljósmyndir á bakveggi og gólvi.
Tónleikurin hjá Sunleif er oftani torgreiddur. Men saman við rørslum, høvuðsleikara, ljós- og ljóð effektum, rann alt saman í eina hægri eind.
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
Í høllini, sum var fullsett, sótu fólk sum á nálum allan leikin og reistust at klappa og heiðra tónaskaldinum, leikarum, sniðgevum, orkesturleiðara, tónleikarum og øllum hinum, sum høvdu gjørt tað møguligt at framføra hetta stórverk, sum rættiliga hevur givið Varpinum eitt stórt altjóða blástempul.
Ein áhoyrari segði sannførdur: ”Eg má koma aftur at uppliva hetta einaferð afturat – Hatta var fantastiskt”!
Takk fyri øll tit, sum gjørdu hetta altjóða verk møguligt – eitt satt bragd frá øllum síðum.
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
Hetta stendur at lesa á heimasíðuni hjá Varpinum
Palltónlistaverkið, Regin smiður, eftir Sunleif Rasmussen sameinir nútímans tónleik, nútímans dans, elektrónisk ljóð, opera og siðbundna føroyska kvæðamentan.
Regin smiður er upprunaliga eitt sokallað frásøgukvæði frá miðøld, og er ein partur av frásøgukvæðunum, Sjúrðarkvæðini. Tað finnast alskyns lagafrábrigdi, ið Sjúrðarkvæðini og Regin smiður verða kvøðin eftir. Í hesum verkinum nýtir Sunleif Rasmussen lagafrábrigdi úr ymsum pørtum av landinum. Palltónlistaverkið er í nýggju pørtum, sum allir byrja við ymsum lagafrábrigdum av niðurlagnum, og endar við tekstbrotum úr søgugongdini úr Regin smiði.
Søgan um Regin smið er eisini kend úr tí týska Niebelungenlied, sum víðagitni tónasmiðurin, Richard Wagner, brúkti sum grundarlag undir sínum operum undir navninum Der Ring des Niebelung. Eins og Wagner nýtti ymisk fylgistev* at eyðkenna ymsu persónarnar í sínum operum, nýtir Sunleif Rasmussen eitt lagafrábrigdi/fylgistev* til hvønn persón í sínum palltónlistaverki um Regin Smið.
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
Verkið verður sungið av einum operasangara (bassi) ið sigur sjálva søguna, meðan ein kvinnuligur og ein mannligur dansari mynda søgugongdina. Afturat teimum eru ein klaver-, ein trombon-, ein trompet og tveir slagverksleikarar á pallinum, umframt ein orkesturleiðari.
Palltónlistaverkið, Regin smiður, varir umleið 1 tíma og 15 minuttir
*fylgistev: (ávíst tónabrot, sum í summum dramatiskum tónlistaformum er knýtt at ávísum persóni ella huglag, og sum fylgir hesum gjøgnum verkið)
Regin smiður í “stuttum”
Sigmundur fer saman við øðrum í kríggj móti Hundingssynum. Í einum stórum bardaga verða Sigmundur og fylgisveinarnir dripnir. Áðrenn hann doyr, finnur Hjørdis, unga kona Sigmunds, hann á vígvøllinum, og tá sigur hann henni, at hon ber eitt dreingjabarn undir beltið, sum skal eita Sjúrður, og sum skal hevna deyða pápa síns. Hann gevur Hjørdis sítt brotna svørð og sigur henni frá Regin Smiði, sum kann umvæla tað, og um tann stóra ormin Frænir, sum býr úti á Glitra-heiði.
Sjúrður veksur upp og gerst ein sterkur ungur maður, men hevur trupult við at stýra síni ómetaligu styrki og vreiði. Ein dagin, tá hann til vápnavenjing av tilvild særir og drepur nakrar av sínum vinmonnum, biðja teir hann fara út og hevna pápa sín, heldur enn at skaða teir.
Sjúrður fer til móður sína og spyr hana, hvør drap pápa hansara. Hon gevur honum brotna svørðið hjá Sigmundi og sigur honum frá synunum hjá Hundingi, og um Regin smið og ormin Frænir.
Sjúrður velur sær Grana, ein stóran og máttmiklan hest, og ríður út at finna Regin, og biðja hann smíða blaðið á svørðinum aftur – men tá Sjúrður tekur svørðið í hond og slær tað í amboltin, brotnar tað.
Sjúrður verður í øðini og hóttir við at drepa Regin, um svørðið ikki verður smíðað so sterkt, at tað sker gjøgnum stál og stein. Aftur fyri setur Regin sum tret, at hann skal hava hjartað á orminum, tá Sjúrður hevur dripið hann. Tá svørðið er liðugt, kallar Sjúrður tað Gram, og ríður út at hevna deyða pápa síns.
Sjúrður drepur allar synir Hundings og fyrireikar seg síðani at ríða út á Glitraheið at berjast móti tí stóra orminum, Frænir. Á vegnum hittir Sjúrður ein gamlan mann við einum eyga, sum ávarar Sjúrð móti Regini, men Sjúrður er ikki sinnaður at lurta.
Við svørðinum drepur Sjúrður Frænir, men áðrenn Frænir doyr sigur hann Sjúrði, at hann er beiggi Regin – og eisini hann ávarar Sjúrða ímóti Regini.
Tá ið ormurin er deyður, kókar Sjúrður hjartað á honum til Regin. Sjúrður fær ein dropa út bótini, sum hjartað kókar í, og við tí fær hann eginleikarnar at skilja tað, fuglarnir syngja um. Eisini fuglarnir ávara Sjúrð móti Regini og siga, at Sjúrður skal drepa Regin og sjálvur eta hjartað á orminum.
Tá skilur Sjúrður, at veruligi dýrgripurin ikki er gullið, ormurin liggur á, men hjartað og blóðið á orminum. Tí drepur Sjúrður Regin, og eftir at hava savnað allar gullgripirnar, ið ormurin átti, ríður Sjúrður heim aftur.
TÓNASKALD
Sunleif L. Rasmussen
PALLSETING OG LJÓSSNIÐGEVING
François de Carpentries
PALL- OG MYNDASNIÐGEVING
Karine Van Hercke
KOREOGRAF
Lára Stefánsdóttir
BÚNAR
Katrin Bonde
REKVISITTIR
Símun Pauli Hansen
David Geyti
Katrin Bonde
LJÓÐSNIÐGEVI
Kristinn Akursmørk
LJÓSSNIÐGEVI
Villiam Soo Joensen
VIDEOGRAFIKKUR
Aurélie Remy
DRONUFØRARI
Michel Hallet
TÓNLEIKASAMSKIPARI, ALDUBÁRAN
Ólavur Jakobsen
HJÁLPARFÓLK LEIKSTJÓRAN
Simona EivinnsdÓttir
TØKNI OG AVVIKLING
Christian Steingrund og Jóhannes Martin Hansen
SMYRSL
Durita Joensen
HÁR
Asta Højgaard
MYND TIL PLAKAT
Oddfríður Marni Rasmussen
PLAKAT, LEIKSKRÁ OG MYNDATØKA
Høgni Heinesen
KUNNING
Barbara Hentze í Stórustovu
SAMSKIPARI
Annfinnur Heinesen
HJÁLPARFÓLK Í VARPINUM
Jóhanna Christiansen
Louis Poulsen
Angela Christiansdóttir Mathisen
Elisa Simonsen
Finnur Jacobsen
Birita Adela Davidsen
Heri Ellingsgaard
Jógvan Joensen
Andras Joensen
Martin Joensen
Margret Heldarskarð
Marta Heldarskarð
Jógvan Sámal Heldarskarð
Høgni Louisson Poulsen
Øssur Louisson Poulsen
Lukas Poulsson Joensen
Stefan á Smið
KVØÐARAR
Archibald Black
Vitalia Black
Andras Hammer
Jónleif Johannesen
Jona í Lon
Heini Mohr
Silja Michalsen
Jóngerð Midjord
Hallur Syderbø
Ólavur Syderbø
Annfinnur Heinesen
Hendrik Egholm
Gunnar Restorff
Anna Birna Bjarnastein Restorff
Helga Hilmarsdóttir
Elin Maria Olsen
Hildur Kruse Sørensen
Birgir Djurhuus
Dánial Hoydal
Jóannes N. Dalsgaard
Símun Erik Johannesen
TØKK TIL
Klaksvíkar Kommunu
Føroya Bjór
Atlantic Airways
Jákup Mikkelsen
Niels Stórá
Áhugafelagið Nólsoyar Páll
Klaksvíkar Dansifelag
Klaksvíkar Hornorkestur
Klaksvíkar Tónlistaskúli
Bogi Andreassen
Andrea Heindriksdóttir
Heini Ragnarsson
Djóni Nolsøe Fischer
Á pallinum
HØVUÐSLEIKARI / SANGARI
Rúni Brattaberg
DANSARAR
Rannvá Guðrunardóttir Niclassen
Sigurður Edgar Andersen
ORKESTURLEIÐARI
Norbert Baxa
ENSEMBLE ALDUBÁRAN
Ernst Remmel, trompet
Maria Wang Reinert, trombon
Jóhannes Andreasen, klaver
James Goodwin, slagverk
Liz Gilliver, slagverk
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
##med49##
##med50##
##med51##
##med52##
##med53##
##med54##
##med55##
##med56##
##med57##
##med58##
##med59##
##med60##