Víkingur vunnið stórsteypadystin fyri fyrstu ferð

Bárður Hansen skoraði bæði Víkinga málini, og Fróði Benjaminsen hevur skorað HB málið, tá Víkingur vann stórsteypadystin 2-1

 

Víkingur hevur fyri fyrstu ferð vunnið stórsteypadystin, sum er fyrsti dysturin á árinum. Meistararnir í HB hava tvær ferðir vunnið, men í kvøld eydnaðist tað ikki. Steypavinnararnir í Víkingi vunnu 2-1, og liðformaðurin Atli Gregersen hevur tikið ímóti steypinum.

 

Stóri maðurin hjá víkingunum í kvøld var vongverjin í høgru Bárður Hansen, sum skoraði bæði málini. Í 1. hálvleiki vóru víkingarnir ógvuliga avgjørdir í nærdystunum, og alla tíðina vóru teir vandamiklir í skjótum mótálopum.

 

Eftir steðgin hekk fótbóltsspælið hjá HB betri saman, enn tað gjørdi í 1. hálvleiki, men tað gekk ikki væl at mynda upplagdar málmøguleikar.

 

Bárður Hansen skoraði við høvdinum miðskeiðis í 1. hálvleiki eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen, og Fróði Benjaminsen javnaði stutt eftir steðgin, tá ið Víkingur hevði gjørt stórt mistak. Sigursmálið skoraði Bárður Hansen tíggju minuttir undan dystarenda.

 

Víkingur-HB 2-1 (1-0)

Sórsteypadystur

Á Ovara vølli í Gundadali mánadagin 10. mars 2014 kl. 18.00

Dómarabólkur: Rúni Gaardbo, Kristian Sofus Petersen og Jan Andersen

1-0: Bárður Hansen 26.

1-1: Fróði Benjaminsen 52.

2-1: Bárður Hansen 78.

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen (Filip Djordjevic, 39.), Súni Olsen, Dánjal Pauli Lervig -  Sámal Jákup Joensen (Gunnar Vatnhamar, 60.), Hans Jørgen Djurhuus (Hanus Jacobsen, 46./Svein Justinussen, 88.), Hallur Hansson, Ingi Sørensen (Hjalti Strømsten, 83.), Erling Jacobsen – Finnur Justinussen (Heðin Hansen, 60.)

Gult kort: Atli Gregersen, Hans Jørgen Djurhuus, Hjalti Strømsten, Súni Olsen

HB: Teitur M. Gestsson – Bartal Wardum, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Pál M. Joensen (Alex José dos Santos, 80.) – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal (Tróndur Jensen, 77.), Kristin R. Mouritsen (Bárður J. Heinesen,89.) – Christian R. Mouritsen, Poul Ingason (Andrew av Fløtum, 46.), René S. Joensen (Levi Hanssen, 65.)

Gult kort: René S. Joensen, Heini Vatnsdal

 

LIÐUGT

2-1 til Víking

90) Teitur M. Gestsson er frammi í Víkinga brotsteiginum í sambandi við HB horna.

 

88) Hanus Jacobsen er farin út aftur, og Svein Justinussen er komin inn á Víkinga miðvølln.

Bárður J. Heinesen er komin inn í HB álopið í staðin fyri Kristin R. Mouritsen.

 

86) GULT KORT: Innskifti Hjalti Strømsten fyri fríspark. Víkingarnir leggja nógv fyri.

85) HB hevur bóltin mesta partin av tíðini, men nógvu ungu víkingarnir eru ágrýtnir, og sum HB sleppur í verjuni, so verða møguleikarnir fyri skjótum Víkinga mótálopum størri.

 

83) Pál Mohr Joensen er farin av vøllinum, og inn á vinstra vongverja hjá HB er komin Alex José dos Santos.

Ingi Sørensen er farin av Víkinga miðvøllinum, og í hansara stað er komin Hjalti Strømsten. 

 

80) 2-1: Bárður Hansen 79.

So hevur Víkingur aftur lagt seg framum. Eftir misskiljing í HB verjuni hevur høgri vongverjin hjá Víkingi fyri aðru ferð í kvøld sett bóltin í málið.

 

78) GULT KORT: Heini Vatnsdal

Eftir skjótt HB álop fer Heini Vatnsdal um koll. Dómarin gevur honum gult fyri at filma, og tað var óheppin støða fyri HB, tí bólturin endaði í málinum!

Tróndur Jensen avloysir Heina Vatnsdal.

 

 

75) Tað luktar av sigursmálið til HB, men Víkingur er við í kontramøguleikum. Tá Heðin Hansen fór um koll, vildi Víkingur hava brotsspark. Dómarin tagdi.

70) HB hevur betri tak á spælinum, men tað er Víkingur, sum hevur havt besta møguleikan. Royndin frá Hanusi Jacobsen fór omanfyri, og tað gjørdi bólturin eisini, tá ið Heðin Hansen sendi omanfyri málið eftir stóra HB misskiljing í verjuni.

 

 

65) René S. Joensen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Levi Hanssen inná HB miðvøllin.

 

60) Heðin Hansen og Gunnar Vatnhamar koma inn á liðið hjá Víkingi í staðin fyri Sámal Jákup Joensen og Finn Justinussen. Heðin Hansen er nú fremsti maður hjá Víkingi.

56) Nú var aftur um reppið, at Bárður Hansen skoraði eftir innlegg.

Lítla løtu seinni var um reppið, at HB legði seg framum, men Kristin R. Mouritsen fekk horna burturúr, tá ið Geza Turi lyfti bóltin upp um málið.

HB tykist hava betri tak á spælinum enn undan steðginum.

Lotið er frískari, og myrkið órógvar.

 

53) 1-1: Fróði Benjaminsen 52.

Eftir risa Víkinga villu hevur HB javnað. Hallur Hansson legði ov stutt aftur. Andrew av Fløtum fekk tak á bóltinum og spældi upp á tvørs til Fróða Benjaminsen, sum trillaði bóltin í málið.

 

 

52) Víkingur leggur bragdliga fyri. Filip Djordjevic tiltuskaði sær horna eftir gjøgnumbrot, og eftir innleggið var um reppið, at Hanus Jacobsen skoraði.   

46) Andrew av Fløtum er komin í HB álopið í staðin fyri Poul Ingason.

Hanus Jacobsen er komin inn á Víkinga miðvøllin í staðin fyri Hans Jørgen Djurhuus.

 

Spælararnir eru farnir at hvíla seg. Víkingur er frammanfyri 1-0. Súni Olsen sendi fínt frísparksinnlegg úr 35 metrum og eitt sindur úr vinstru og mitt inn fyri málið, og Bárður Hansen, sum var merkiliga leysur, setti við høvdinum bóltin í málið.

 

HB hevur roynt at fáa skipað fótbóltsspæl í lag, men tað hevur einki borið til. Víkingarnir eru øgiliga avgjørdir í nógvu nærdystunum, og so hevur tað verið vandamikið í skjótum mótálopum.

 

 

45) Víkingur hevur verið framvið eftir innlegg úr høgru, men í fleiri umførum megnaði HB verjan at beina bóltin burtur.

 

43) HB hevur verið framvið eftir langt innkast frá Poul Ingason.

Víkingarnir eru øgiliga avgjørdir í nærdystunum.

 

40) Víkingarnir eru grammir, og serliga eyðsýndur er Hallur Hansson hjá Víkingi.

Atli Gregersen er farin av vøllinum. Filip Djordjevic er komin inn í vinstra borði, og Erling Jacobsen er fluttur aftur í miðverjuna.

Atli tykist vera smáskaddur.

 

 

37) Tað er framvegis torført hjá HB at fáa samanspælið at hanga saman.

 

34) GULT KORT: Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi hevur sæð gult fyri at gera fríspark ímóti Fróða Benjaminsen. 

 

32) GULT KORT: René S. Joensen hjá HB hevur sæð gult fyri at gera fríspark.

 

30) Víkingur er aftur framvið, men hesa ferð bjargar Teitur M. Gestsson eftir fríspark frá Súna Olsen.

 

27) 1-0 Bárður Hansen 26.

Eftir frísparksinnlegg frá Súna Olsen hevur Bárður Hansen við høvdinum sett bóltin í HB málið. Ikki sannførandi verjuspæl hjá HB.  

 

25) Bartal Wardum á høgra vongverja hjá HB er vandamikil við sínum longu innkøstum.

 

22) At tað er Poul Ingason og ikki Andrew av Fløtum, sum er fremsti maður hjá HB, ber við sær, at neyðugt er at umleggja álopsspælið. Tað hevur ikki riggað so væl inntil nú.

Víkingur hevur havt horna í høgru, eftir at roynd hjá Finni Justinussen varð blokerað til horna.

 

19) GULT KORT: Atli Gregersen hjá Víkingi hevur sæð fyrsta gula kortið í ár. Hann sá tað fyri at steðga Fróða Benjaminsen.

 

16) HB roynir at samanspæla fram eftir miðásinum, men higartil hevur tað ikki riggað, tí víkingarnir eru tættir í teimum. Hjá Víkingi snýr tað seg um at lúra eftir møguleikum at fara í snarálop.

 

13) Tað er friðarligt í Gundadali. Møguleikin hjá Halli Hansson beinanvegin er framvegis tann einasti.

10) Víkinga spælararnir skifta ofta pláss. Eitt nú Sámal Jákup Joensen og Bárður Hansen í høgru.

 

7) Merkisvert er tað, at Erling Jacobsen ikki er í Víkinga miðverjuni, har hann plagar at vera. Súni Olsen er miðverj, og Erling er ytstur á miðvøllinum í vinstru.

 

5) Súni Olsen hevur roynt seg við frísparki eitt sindur úr vinstru, men bólturin fór framvið HB málinum.

 

3) Hallur Hansson hevur havt fyrstu royndina, og tað endaði við hornasparki, sum einki spurdist burturúr í fyrstu atløgu.

 

1) bólturin er farin á rull

 

Vit fylgja við stórsteypadystinum á ovara vølli í Gundadali.

Liðini eru komin á vøllin.

Dómaratrio: Rúni Gaardbo, Kristian Sofus Petersen og Jan Andersen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Súni OlsenDánial Pauli Lervig -  Sámal Jákup Joensen, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Ingi Sørensen, Erling Jacobsen – Finnur Justinussen

HB: Teitur M. Gestsson – Bartal Wardum, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm. Pál M. Joensen – Fróði Benjaminsen, Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen – Christian R. Mouritsen, Poul Ingason, René S. Joensen

So er nýggja fótbóltsárið á gáttini. Síðsti dysturin undan kappingarbyrjan er á skránni í kvøld klokkan 18. Tað er stórsteypadysturin millum steypavinnararnar í Víkingi og meistararnar í HB.

Vit fylgja við her á in.fo.

Líkindini at spæla fótbólt í Gundadali í kvøld eru góð.

Sigfríður Clementsen er venjari hjá Víkingi, og hann sigur soleiðis undan dystarbyrjan:

-Hetta er síðsti venjingardysturin undan kappingarbyrjan. Vit hava ikki so nógv fólk, sum HB hevur, so vit fara ikki at spæla við øllum teimum bestu í allar 90 minuttirnar, tí tað eru bara fimm dagar, inntil vit skulu spæla ímóti AB. HB er favorittur í kvøld, men vit fara ikki at leggja okkum niður. Tá ið steyp er upp á spæl, so fara vit sjálvandi at gera alt, sum tað ber til, fyri at vinna, sigur Sigfríður Clementsen.

Heðin Askham er venjari hjá HB, og hann sigur soleiðis undan dystarbyrjan:

-Hetta er síðsta fyrireikingin undan kappingarbyrjan, sum vit taka í stórum álvara. Vit fyrireika okkum sum um, at talan var um orduliga finalu. Vit spæla við besta liðnum, sum tað í løtuni ber til hjá okkum at senda á vøllin. Spælararnir og vit allir gleða okkum at sleppa at spæla, eftir at vit leingi hava fyrireikað okkum.