Ákæruvaldið krevur eisini, at maðurin verður víst av landinum og ongantíð kann kom aftur til Føroya.
Tað var 28. apríl í fjør, at ein kvinna varð álopin á gøtuni við Sandá og var í lívsvanda. Hon varð bjargað, tí at ein kvinna av tilvild kom framvið, og tá rýmdir álopsmaðurin
Talan er um ein 36 ára gamlan mann, sum hevur sitið varðhaldsfongslaður líka síðani hann varð handtikin stutt eftir álopið.
Sambært Kringvarpinum skuldi maðurin fyri nevningating í næsta mánaði, men tað lá ikki fyri hjá verja hansara.
Maðurin noktar seg sekan.
Sambært Kringvarpinum fer ákæruvaldið ikki at krevja fongsulsrevsing, men trygdarvarðhald, ella forvaring. Eisini krevur ákæruvaldið, at maðurin verður vístur av landinum med alla.
Hann skal vera sitandi í varðhaldinum, til nevningatingið verður í mars. Tá hevur hann sitið varðhaldsfongslaður í næstan tvey ár.











