Livandi skansin í málinum var stóri munurin

Málverjin hjá Montenegro var livandi múrur í málinum, og tað var høvuðsorsøkin til, at føroyska liðið hóast gott avrik tapti við fimm málum í fyrsta HM dystinum

Fyrsti dysturin í HM endaspæli hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti er av. Montenegro vann 32-27, og høvuðsorsøkin var, at málverjin hjá Montenegro var so stinn ella sagt við øðrum orðum, so var tað ov ofta, at føroysku spælararnir ikki megnaðu at umseta upplagdar málmøguleikar til mál.

 

Hálvleiksstøðan var 15-13, og tað var serliga fyrstu tíggju minuttirnar eftir steðgin, at Montenegro økti um munin til fimm mál. Føroyar svaraðu tó aftur síðstu løtuna, og tá eydnaðist tað fleiri ferðir at skora løtt mál, tá ið Montenegro spældi við sjey ímóti seks, og Pernille Brandenborg skoraði av miðjuni og í tómt mál.

 

Í oktober taptu Føroyar 32-26 í EM undankappingardysti Við Tjarnir. Tá varð staðfest, at stóra orsøkin til tapið var, at ov upplagdir málmøguleikar ikki vórðu umsettir til mál, og tað var sama søgan í kvøld. Munurin millum dystin í oktober og í kvøld var, at føroyska liðið í kvøld megnaði at spæla seg til væl fleiri góðar málmøguleikar, enn tað megnaði í oktober.

 

Armelle Attingre var livandi skansi í málinum hjá Montenegro, og føroyski venjarin orðaði avrikið og úrslitið soleiðis í samrøðu við Sigurjón Einarsson í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

-Eg havi sagt við genturnar, at eg eri sera væl nøgdur við avrikið. Tað var gott í verjuni, málverjarnir vardu væl, og vit spældu okkum til góðar málmøguleikar. Vit ásanna, at størsti trupulleikin hjá okkum er, at vit ikki fáa mál úr góðum møguleikum. Teirra málverji hevur í nógv ár verið málverji í europeisku meistarakappingini, og hon veit, hvat tað snýr seg um. Okkara hava ikki so nógvar royndir á hesum støðinum, men vit arbeiða miðvíst við at fáa størri úrtøku, og vónandi fara royndirnar í hesi kappingini at betra um tingini, sigur Claus Mogensen.

 

Føroyskur toppskjútti við átta málum var Pernille Brandenborg, og Jana Mittún og Súna Krossteig Hansen skoraðu fýra mál.

 

-Vit avrikaðu sum eitt lið, og samanhaldið var gott, og tað var týdningarmikið, tá ið tað gekk ímóti, sigur málverjin Annika Fríðheim Petersen, sum saman við Rakul Wardum skiftist um at verja føroyska málið. Tað megnaðu tær væl, men munurin var, at málverjin hjá mótstøðuliðnum var framúr góð.

 

Montenegro – Føroyar 32-27 (15-13)

 

Føroyskir málskjúttar: Pernille Brandenborg 8 (5), Jana Mittún 4, Súna Krossteig Hansen 4, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3, Rannvá Olsen 3, Maria Pálsdóttir Nólsoy 2, Elsa Egholm 2, Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1