Ólavur F. Nybo gjørdist borgarstjóri í Kunoyar kommunu eftir seinasta kommunuval, og soleiðis er hetta fyrsta árið hjá honum í fremstu røð í kommununi.
- Jú, hetta hevur verið bæði læruríkt og spennandi. Tú rennur teg í nógv ting, sum tú ikki rættiliga hevði hugsað so nógv um, tá tú stillaði upp, men sum tíðin er liðin, føli eg, at tingini eru komin meira og meira upp á pláss, og tú veksur við uppgávuni og avbjóðingini.
Hann sigur seg hava trivist væl við uppgávuni hesar mánaðirnar, og aftrat sær á kommunuskrivstovuni í Kunoy hevur hann ein skrivara.
- Nú tað stundar móti einum ári, síðan borgarstjórasessurin fall mær í lut, havi eg eisini mót upp á tíðina, sum liggur fyri framman í hesi setuni.
Eitt, sum ofta verður nomið við, tá skift verður orð við tær lutfalsliga smáu kommunurnar, er spurningurin um grundstykkir og sethúsabygging.
- Vit hava nøkur kommunal grundstykkir tøk her í Haraldsundi, og hesi standa til sølu á heimasíðu okkara. Eg haldi, at eini tvey av hesum stykkjum eru grovplanerað, men her eru ongar íbindingar lagdar.
Haraftrat eru eini 2-3 grundstykkir í Haraldsundi, sum ikki eru planerað, men sum eisini kunnu keypast til sethúsabygging.
- Hesi grundstykki hava verið tøk í fleiri ár, og tey eru bíliga til sølu, men vit mugu ásanna, at áhugin fyri at byggja í Haraldsundi hevur verið lítil, sigur hann.
Velja heldur Kunoy
Tað eru neyvan fleiri enn eini 2-3 sethús bygd í Haraldsundi seinastu 25-30 árini ella so.
- Tað er bara ein veruleiki, at áhugin fyri at byggja í Kunoy hevur verið størri enn áhugin fyri at seta búgv í Haraldsundi.
Spurdur, hvør orsøkin er til tess, sigur hann, at talan eitt nú kann vera um útsýnið, sum bygdirnar hava, og sum ikki ordiliga kann samanberast.
- Her í Haraldsundi hava vit í fleiri ár sæð yvir í eitt stórt grótbrot, og seinni er ein velduga stór smoltstøð bygd her. Í Kunoy er øðrvísi útsýni – uttan at siga nakað um, hvør bygdin er hin vakrara.
Í Kunoy er nakað bygt seinnu árini, og í løtuni er einki kommunalt grundstykki tøkt í bygdini.
- Vit fáa lutfalsliga nógvar fyrispurningar um grundstykkir í Kunoy, men í flestu førum eru hetta fólk, sum kundu hugsað sær at bygt sær summarhús í bygdini.
Ólavur F. Nybo sigur, at tey í bygdaráðnum hava tosað um møguliga at gera eina nýggja útstykking í Kunoy, men hetta er eitt mál, sum ikki er komið so langt enn.
- Vit fara at meta um tørvin, og so fáa vit at síggja, hvør fíggjarorkan verður, sigur hann.
Býr í Haraldsundi
Sjálvur er borgarstjórin, sum annars er av Viðareiði, giftur til Haraldsunds, haðani konan, Rannvá, er, og her hevur familjan búð síðan 2011. Saman hava tey fýra børn.
Umframt at arbeiða í Klaksvík, er konan eisini bóndi í Haraldsundi við trimum merkum og 55 áseyðum.
Borgarstjórastarvið í Kunoyar kommunu er á pappírinum hálvtíðarstarv, men Ólavur er eisini landformaður hjá 23 ára gamla soninum, sum er útróðrarmaður, men í løtuni gongur á skiparaskúla í Klaksvík.
Tá vit skiftu orð við nýggja borgarstjóran í Kunoyar kommunu fyri sløkum ári síðan, segði hann soleiðis um útróðrarvirksemið:
- Saman við soninum, Johannesi og øðrum, hava vit ein fullriknan útróðrarbát. Sonurin er nærlagdur og hevur gott hegni til sjógvin, og hann er umborð saman við tveimum øðrum, meðan eg taki mær av umrekingini og skipi fyri í landi.
Byrgingin skal gerast
Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá fólkinum í Kunoyar kommunu, at byrgingin um Haraldsund verður løgd av nýggjum. Tá ringast vil til, er illa koyrandi um byrgingina fyri sjóroki, og sum øllum kunnugt var hetta í sínari tíð ein fyribilsloysn.
- Soleiðis, sum eg dugi at síggja tað, ætlar Landsverk, at nakað skal gerast við byrgingina í 2027, men nú hevur so nógv verið sagt – og lovað – í hesum sambandi, at vit trúgva ongum, fyrr enn vit síggja, at nakað hendir.
Ólavur F. Nybo leggur dent á, at her má nakað gerast, og hetta skuldi eftir hansara tykki langt síðan verið gjørt.
- Ætlanin er, soleiðis sum vit duga at lesa tað á tekningum, at byrgingin stórt sæð skal leggjast av nýggjum við einum “bleytum” boga, og vit bíða spent eftir teirri løtu, tá Landsverk fer í holt við hesa uppgávu, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.
Bæði tíma seyðin
- Mær hevur altíð dámt væl at fingist við seyð, og tí passar tað mær væl, at konan er bóndi, sigur hann brosandi og leggur aftrat, at kanska tímir hann seyðin ríkiliga væl sjálvur eisini.
Umframt at konan er bóndi, og seyður soleiðis er í húsunum í Haraldsundi, hevur borgarstjórin síðan 2016 eisini verið røktingarmaður í einum haga hinu megin sundið.
- Á Viðareiði átti pápi nakað av jørð, og her høvdu vit eisini veðrar. Pápa dámdi væl at fáast við seyð, so seyður hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, sigur Ólavur F. Nybo.
##med2##












