Tað er málið hjá HB, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í Europa Cup kappingini. Tað er eisini málið hjá teimum, at teir á hvørjum sumri skulu taka lut í meistarakappingini.
Higartil hava teir ongantíð megnað at rokkið seinna málinum, og teir hava heldur ikki til fulnar megnað at rokkið fyrra málinum.
Síðsta ferðin HB vann FM var í 1990, og tað var eitt ár ov tíðliga, um vit hugsa í Europa Cup høpi, tí fyrsta ferðin føroyskur fótbóltur luttók í Europa Cup var í 1992, tá meistaraliðið í 1991, KÍ, spældi í meistarakappingini og B36 luttók í steypakappingini.
Minnisrík fyrsta ferð
Fyrsta ferðin, HB var við í Europa Cup, var í 1993. Tá spældu teir í innleiðandi umfarinum í kappingini fyri steypavinnarar ímóti estlendska felagnum, RAF Latvia, og tað var vorðið sum mótstøðufelag. HB spældi væl í Riga, men teir taptu 1-0. Fitt av HB viðhaldsfólki var við í Riga, og tey høvdu gott mót um, at tað skuldi eydnast HB at vinna á Svangaskarði, men dysturin varð ongantíð spældur, tí estiska liðið kom ongantíð til Føroya, og eftir at teir høvdu fingið frágreiðing frá umboðsmanninum, sum teir høvdu á staðnum, gjørdi UEFA av, at HB skuldi halda fram í kappingini.
Mótstøðuliðið ta ferðina var Universitatea Craiova, sum vann 4-0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði. Hetta var fyrsta ferðin, at HB menninir møttu Iou Galgau, sum er venjari hjá HB í ár.
Besta úrslitið
er javnleikur
Síðani ta ferðina hevur HB tríggjar ferðir tikið lut í Europa Cup (Intertoto verður ikki roknað upp í europeisku kappingarnar).
Tað hevur ongantíð eydnast HB at spæla seg víðari úr innleiðandi umfarinum. Í 1994 taptu teir 3-0 á útivølli og 4-1 á heimavølli ímóti Motherwell úr Skotlandi. Tað var Andreas F. Hansen, sum skoraði fyrsta altjóða málið fyri HB.
HB endaði á næstfremsta plássinum í landskappingini í 1994, men í 1995 fingu Føroyar einki lið við í UEFA Cup kappingina, og so spældi HB í Intertoto Cup.
Í 1996 spældi HB ímóti Dinamo Batumi. Úrslitini vísa, at georgiska liðið var nógvar ferðir betri enn føroyska liðið. Batumi vann 6-0 á heimavølli og 3-0 á Svangaskarði.
Í fjør varð mett, at HB átti at havt ein møguleika ímóti Apoel FC Nicosia úr Kypros, men HB stóð seg ikki væl. Í tjúkkum mjørka á Svangaskarði javnaði Uni Arge til 1-1 fyri hálvleik, og á útivølli gekk av skriðuni, tí HB tapti 6-0.
Nógvir hava roynt seg
Tað er merkisvert, og tað sigur ivaleyst eisini nakað um, hví HB ikki hevur megnað at vunnið FM síðani 1990, at staðfesta, at síðani fyrstu europeisku royndina í 1993 hava ikki færri enn 37 spælarar umboðað HB í níggju europeiskum dystum.
Bara ein spælari hevur spælt allar 810 minuttirnar. Tað er málverjin Kaj Leo Johannesen, sum 31 ferðirnar hevur verið noyddur at fara í meskarnar eftir bóltinum.
Ein annar spælari hevur spælt í øllum níggju dystunum. Tað er Rúni Nolsøe. Hann hevur spælt allar 90 minuttirnar hvørja ferð, burtursæð frá á heimavølli ímóti Dinamo Batumi í 1996, tá hann varð útskiftur tólv minuttir fyri leiklok.
Gunnar Mohr hevur verið við átta ferðir, og Uni Arge hevur verið við sjey ferðir. Andreas F. Hansen og Jan Dam hava spælt seks ferðir, og Jóannes Jakobsen og Hans Thomassen hava umboðað HB fýra ferðir í Europa Cup.
Burtursæð frá Róa Árting og eykamálverjanum, Bárðuri Johannesen, hava allir hinir fjúrtan spælararnir, sum eru í hópinum, í kvøld, spælt í Europa Cup.
Tríggir spælarar hava spælt í Europa fyri onnur føroysk feløg. Allan Mørkøre, sum í fjør spældi tvær ferðir fyri HB, hevur áður spælt fýra ferðir í Europa fyri KÍ, Bjarki Mohr, sum í fjør og í fyrraárið spældi tríggjar dystir fyri HB, umboðaði í 1994 B71 tvær ferðir í Europa, og í 1993 spældi Súni Fríði Johannesen tveir dystir í Europa Cup fyri B68.
Spælararnir í HB hópinum í kvøld eru hesir: 1. Kaj Leo Johannesen, 2. Bjarki Mohr, 3. Ingi Rasmussen, 4. Súni Fríði Johannesen, 6. Jens Erik Rasmussen, 7. Rúni Nolsøe, 8. Jan Dam, 9. Allan Mørkøre, 10. Andrew av Fløtum, 11. Jóhannes Joensen, 12. Hans á Lag, 16. Bárður Johannesen, 17. Rói Árting, 18. Hallur Danielsen, 19. John Heri Dam og 20. Hans Fróði Hansen.