Johan Heri Joensen

Johan Heri Joensen, lærari, seksti 14. juni

Nú eru tað teir, sum sóu heimin í roykinum eftir seinna veraldarbardaga, sum fara um tey seksti. Fjúrtanda juni er tað so Johan Heri, sum er í hesi rekkju. Mamma og Alvilda hjá Bakka Pól høvdu sama føðingardag. Sama dag, sum hesin sveinur sá dagsins ljós fyri seksti árum síðani, vóru tær báðar í senn á Sandteignum og keyptu mjólk og fingu at vita, at Herborg - mamma Johan Hera, hevði fingið son.
"Tað var væl ætlað av Herborg og Johan, at hann skuldi koma í heimin okkara føðingardag," segði Alvilda.

Alvilda var av Hellunum, Johanna (móðir), var úr Ansastovu í Oyndarfirðir og Herborg var úr Heiriksstovu í somu bygd. Heiriksstova og Ansastova er ein lon. Eg haldi hesar kvinnur vóru rættiliga orðaríkar og komu úr sama jørðildi. Móðir og Herborg vóru trímenningar og vaksnar upp undir eins viðurskiftum. Faðir Johan Hera, Johan, var av Toftagarði. Faðir hansara, Jens Elias, var systkinabarn abba , Thomas Johan, sostatt vóru pápi og Johan eisini trímenningar. Vert er at nevna at Alvilda og pápi vóru systkinabørn. Thomas Johan, abbi, og Jákup Cederius á Hellinum, faðir Alvildu, vóru brøður. Her var næstan alt eitt skegg.

Ofta er tað so við fólki, sum koma av smáplássum, at tey hava rámligt mál. Herluf sáli segði altíð um oyndfirðingar, at teir karraðu. Eg veit ikki, um hetta var(er) rætt. Eitt veit eg , at myndamálið var tiltikið, um so eitt lítið karr var uppí, gjørdist tað ikki verri. Hetta var eitt sindur um ættina, so Johan Heri og greinskrivarin eru ikki tjúgunda fólk úr ætt.

Havi arbeitt saman við manninum í eini 25 ár, og skal hann fáa frá mær, at hann er stak lagaligur og hjálpsamur í sínum yrki, at okkurt nos hevur verið, lata vit fara aftur við borðinum. Soleiðis vil tað altíð vera. Hansara yrki sum lærari er at undirvísa í lívfrøði og at vera KT- vørður. Hetta nýggja við telduni, tók hann til sín sum sítt einkarbarn. Vit aðrir stóðu við borðsendan og mungaðu eftir hesum nýggja, men dugdu ikki at trýsta á knøttarnar, og vóru bangnir fyri, tá ið trýst varð á ein knøtt, so kundi tað kanska henda at einir tríggir, fýra fóru niður í senn. Ein dag lætnaði fyri bróstinum, tá ið Johan Heri hevði skeið við okkum, og tú fekst tað lítla KT-koyrikortið fyri smærri teldur. Signar á Brúnni var tá landsstýrismaður í skúlamálum, og kom hann á skúlan og handaði greinskrivarinum, Svend Petersen, Kristin Poulsen, Jógvan Ólason, sála, og Dánjal Vang KT-koyrikortið. Allir eru føddir undir øðrum veraldarbardaga -eitt krígsfabrikat, sum ikki er so galið. Nú klára vit at trýsta á ein knøtt og eitt tal og ein bókstavur kemur upp. Hetta er eitt stórt framstig fyri okkum, sum ikki hava KT-ina í kjøtinum borið.

Jóhan Heri gongur okkum "gomlu lærarum til handa", tá ið nýggjar ikonir á telduni skulu lata upp fyri onkrum forvitnisligum. Hann sigur altíð við okkum: "Tit skulu ikki gloypa øllum beinanvegin, men smáar bitar í senn!" Hetta er góð pedagogik fyri okkum, sum nú við einum fingri fáa knøttarnar at dansa og smáu ikonirnar á skýggjanum at brosa. Ja, er tað ikki løgið, at vit, sum eru bornir í heim undir krígnum, skuldu uppliva slíkt og ein seksti ára gamal maður skal vera okkara stuðilpedagogur? Hetta er óført.

Síðsta ár høvdu vit eitt megnar tiltak á Varmakeldu í list, drama, tónleiki og skaldskapi. Johan Heri tók og ruddaði nesti hjá sær, so Eyðun Eliasen og Rúni Abrahamsen, arkitektar, kundu gera eina installatión í nestinum.Hetta var vakurt gjørt av Johan Hera. Hetta var ein søgulig hending, sum fór fram í menningini av listini á staðnum. Málningaframsýningin á Varmakeldu hevði 35 ár á baki. Spell at fjøllmiðlarnir ikki vóru á Varmakeldu og upplivdu hesa glóð, sum var í bygdini hesar dagar, so Føroya fólk fingu dastið av hesum døgum í sína sál.

Nú eru mangir av teimum, sum vóru á foldum fyri tríatifimm árum síðani og stillaðu út á Varmakeldu, undir moldum. Men hvat høvdu teir sagt, um teir fingu eina myndlistaliga uppliving í einum nesti Niðri í Støð hjá Johan Hera? Er tað ikki ótrúligt! Ja, listin er stórbar og skaldakend, at hon eisini kann rúmast í einum nesti, er bara eitt annað listaligt rensl, ið gevur listini aðra skygging og aðra gongd.


Hjartaliga til lukku við teimum seksti.

Frits, skyldmaður.