AB snávaði ímóti botnliði

3. deild: Alt bendir á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta beinleiðis upp, meðan argjamenn skulu spenna seg út, um teir skulu verða fullvísir í at fáa rættin at spæla um eitt pláss í næstbestu deildini

Nú tvey umfør eru eftir, bendir alt á, at tað verður Skáli, sum fer at flyta beinleiðis upp í næstbestu deildina. Skálamenn eru trý stig undan næstu kappingarneytunum. Næsti kappingarneytin er AB. Um tað eftir átjan umfør fer at standa á jøvnum í stigum, so verður avgerandi, hvussu tað hevur hilnast í innanhýsis uppgerðunum. Har er Skáli betri fyri. Tá teir vóru á Argjum, vunnu teir 5?3. Tá AB var á Skála, vunnu teir 2?1. Tað vil við øðrum orðum siga, at í innanhýsis uppgerðunum er Skáli eitt mál betri enn AB, og tað er nóg mikið sum kvalifikatión til beinleiðis uppflyting ? um tað fer at standa á jøvnum í stigum.

Spurningurin er so, hvussu vánirnar kunnu metast at vera hjá fremstu liðunum. Skáli skal sunnudagin í Gundadal at spæla ímóti B36, sum avgjørt er við í kappingini um gullkrónurnar (B36 kann ikki flyta upp, tí teir hava longu lið í næstbestu deildini). B36 er trý stig aftanfyri Skála, sum vann heimadystin ímóti B36 1?0. Tað vil við øðrum orðum siga, at um B36 sunnudagin skal taka oddasessin, so skulu teir vinna við meiri enn einum máli (Skáli hevur betri málúrtøku enn B36).

Tað er møguleiki fyri, at AB sunnudagin fer at styrkja um sína støðu, men teirra uppgáva verður ikki løtt á Svangaskarði. Ikki minst tá hugsað verður um, at teir í 16. umfarinum ikki megnaðu meiri enn javnleik ímóti ÍF, sum næstsíðst fekk javnleik á Toftum.


Tungi endin

Í síðsta umfarinum fær AB vitjan av B36, meðan Skáli eigur lættan heimadyst ímóti TB. Spurningurin er so, um TB fer at møta upp. Sunnudagin møttu teir ikki á Sandi. Sandoyingar fingu stutt undan dystinum at vita av Tvøroyri, at teir vóru ikki førir fyri at manna lið. Hetta er onnur ferðin í ár, at TB ikki møtir upp á útivølli. 13. august skuldu teir havt spælt á Toftum, men tá vann B68 tey trý stigini við málmuninum 0?0.

Í grein 37 í kappingarreglunum fyri fótbólt verður sagt, at um lið uttan haldgóða orsøk ikki møtir til dyst, kann liðið verða koyrt úr kappingini. Higartil hevur kappingarnevndin gjørt lítla (ella onga) nýtslu av hesari greinini. Spurningurin er, hvat teir gera, nú eitt lið ikki er møtt til fleiri útidystir.

Um tað verður, sum tað plagar at vera ? at liðið sum bíðar eftir einum liði, ið ikki møtir, fær trý stig við málmuninum 0?0 ? so verður stríðið um beinleiðis niðurflyting ein uppgerð ímillum KÍ og ÍF, sum av álvara er farið undir bjargingarroyndina. Leikluturin hjá KÍ í 3. deild komandi ár er eisini treytaður av, hvussu tað fer at gangast í finaluni í 4. deild. Har skulu klaksvíkingar leygardagin spæla finalu ímóti gøtumonnum. GÍ flutti í fjør niður úr 3. deild.


VB?FS Vágar

Í 1. deild vóru vágamenn sendir úr Vági við 6?0 í viðførinum. Byrðin hjá 3. deildarliðnum var lítið minni. VB vann 5?0. Tað vil siga, at ellivu mál vórðu skorað ímóti FS Vágar, og at vágamenn einki málið fingu burturúr Suðuroyar ferðini. Tað man kennast lítið hugaligt.

Stóri málskjúttin hjá vágbingum var hesa ferð. Hans Jákup Hjelm, sum hesa ferð var í álopinum saman við Marner Richard. At hann skoraði trý mál vísir, at hann ikki bara er kringur at syngja um heimbygdina Vágur, er viðmerkingin úr Vági.


Skáli?B68

Tað sást ikki á spælbýtinum, at talan var um oddaliðið og eitt av teimum í niðara endanum. Heimaliðið legði sera bragdliga fyri, og longu í 8. minutti fingu teir hol á. Bæði í hesum førinum, og tá Skáli økti í 63. minutti, var málskjúttin Sveinur Justinussen. Blaðungi miðvallarin í vinstru hevur fín fótbóltsevni.

Í báðum førunum hevði spælandi venjarin, Kaysten Rasmussen, næstsíðsta fótin á. Í fyrra førinum varð bólturin lyftur inn um verjuna, og í seinna umførinum kom innleggið úr vinstru, og Sveinur Justinussen fluktaði við handara stólpan aftanfyri Jóhan Dávur Højgaard, sum hesa ferð loysti Kjartan Nesá av í málinum.

B68 hevði nógv spæl, og teir høvdu eisini fleiri málmøguleikar. Men tað var ikki fyrrenn í síðsta minuttinum, at teir pyntaðu um. Aftasti maður, Odmar Andreassen, var tryggur úr ellivu metrum.


KÍ?B36

Klaksvíkingar høvdu mannað seg væl fyri at fáa so mikið burturúr, at teir skuldu fara av aftasta plássinum. Tað var eingin munur á toppliðnum og botnliðnum. Men hóast KÍ var frammanfyri tvær ferðir, so vóru tað gestirnir úr B36, sum fóru við øllum.

Rúni Elttør setti hol á við stútara eftir horna, men B36 hevði ikki meiri enn givið bóltin uppaftur, so lá hann í KÍ málinum. Ólavur Kjølbro legði KÍ framum aftur við langskoti.

Í 2. hálvleiki leikaði tætt á. Hans Jákup Heinesen javnaði beinanvegin, og tá tað restaðu fjúrtan minuttir, skoraði Ólavur Debes sigursmálið. Hann hevði verið á vøllinum í ellivu minuttir, tá hann gjørdist dagsins maður hjá B36.


AB?ÍF

Talan var um stórt vónbrot hjá argjamonnum. Teir vóru favorittar, og tá teir í 74. minutti øktu til 3?1 (Svend Poulsen skoraði, eftir at Magnus Hentze hevði lagt út frá úr vinstru), bendi alt á, at AB skuldi senda fuglfirðingar tómhentar til hús aftur.

Men ÍF vildi ikki geva seg. Teir megnaðu 3?3 javnleik, og at enda var um reppið, at teir fóru við øllum. Ken Bærentsen minkaði um munin við einum av sínum hegnisligu fl-tu skotum úr horninum á brotsteiginum, og hann javnaði til 3?3 upp á brotsspark. Ellivu metur dómurin stóðst av, at AB verjan tók beinini undan Martini Hansen. Í síðstu løtu hildu bæði argjamenn og fuglfirðingar, at beinini enn eina ferð vórðu tikin undan Martini Hansen, men tað helt dómarin ikki. Og so varðveitti AB eina stigið.

ÍF kom á odda beinanvegin, tá Jógvan Arnfinn Jacobsen stútaði horna úr høgru í kassan. Eftir ein stívan hálvan tíma javnaði Magnus Hentze eftir uppspæl í høgru. Fram ímóti steðginum legði Sigurd Justinussen innfyri úr vinstru, og eftir tvær royndir eydnaðist tað Svend Poulsen, toppskjúttanum í deildini, at fáa bóltin inn um Allan Joensen. So var tað, at AB økti, og at ÍF kom afturíaftur. AB vónar framvegis, at teir skulu gera skjótt av í deildini, og ÍF, sum hevur fingið nakrar veteranar at hjálpa til, vónar, at teir aftur komandi ár skulu eiga rættin at spæla í 3. deild.

jh


Úrslit

15. umfar

(allir málskjúttarnir vóru ikki upplýstir í síðstu viku)

B71?Skáli 3?5 (1?2)

0?1: Kaysten Rasmussen br 2.

1?1: Ib Mohr Olsen 16.

1?2: Kaysten Rasmussen 44.

2?2: Páll á Reynatúgvu br 49.

2?4: Arnhold Berg 65.

2?3: Jørmund Joensen 77.

2?5: Marius Joensen 80.

3?5: Alex Nielsen 83.


16. umfar

VB?FS Vágar 5?0 (2?0)

1?0: Marner Richard 31.

2?0: Hans Jákup Hjelm 37.

4?0: Alfred Wøldike 59.

3?0: Hans Jákup Hjelm 74.

5?0: Hans Jákup Hjelm 77.


Skáli?B68 2?1 (1?0)

1?0: Sveinur Justinussen 8.

2?0: Sveinur Justinussen 63.

2?1: Odmar Andreasen 90. br


KÍ?B36 2?3 (2?1)

1?0: Rúni Elttør 11.

1?1: Allan Manai 12.

2?1: Ólavur Kjølbro 31.

2?2: Hans Jákup Heinesen 47.

2?3: Ólavur Debes 76.


B71?TB

B71 uttan dyst


AB?ÍF 3?3 (2?1)

0?1: Jógvan Arnfinn Jacobsen 2.

1?1: Magnus Hentze 33.

2?1: Svend Poulsen 44.

3?1: Svend Poulsen 74.

3?2: Ken Bærentsen 75.

3?3: Ken Bærentsen 81. br


17. umfar

verður 17. september


FS Vágar?B71

B68?AB

B36?Skáli

TB?KÍ

ÍF?VB


Máltindurin

Svend Poulsen AB 21

Kristoffur Vidtfeldt B71 15

Petur Niclasen FS Vágar 14

Aksel Højgaard B68 13

Pauli Hansen Skála 12

Signar Johannesen AB 11

Magnus Simonsen FS Vágar 11

Egill Steintórsson VB 10

Oddbjørn Joensen AB 9

Per Joensen VB 9

Regin Arge B36 8

Kaysten Rasmussen Skála 8

Kaj Roest TB 8

Hans Christian Djurhuus Skála 7

Marius Joensen Skála 7

Hallur Christiansen TB 7

Jákup Olsen B68 6

Páll á Reynatúgvu B71 6

Jákup Baldvinsson ÍF 6

Jógvan Arnfinn Jacobsen ÍF 6

Ken Bærendsen ÍF 6

Kári í Lágabø VB 6

Tumas Eli Hansen B36 5

Aksel Johannesen KÍ 5

Eyðun Svalbard TB 5

Jóhannes Johannesen TB 5

Fróði Stenberg AB 4

Magnus Hentze AB 4

Dánial Petur Johansen B36 4

Vinjard Guttesen B36 4

Eirikur Poulsen B71 4

Jónsvein Thomsen B71 4

Sjálvmál B71 4

Bárður Andreasen KÍ 4

Leon Bjartalíð KÍ 4

Jón Rasmussen Skála 4

Jørmund Joensen Skála 4

Just Johannesen TB 4

Hans Jákup Hjelm VB 4

Bárður Johannesen AB 3

Heri Petersen AB 3

Svenning W. Hansen AB 3

Allan Manai B36 3

Petur Martin Johansen B36 3

Sigfríður Clementsen B36 3

Jóannes Jakobsen B68 3

Símun Hansen B71 3

Bogi Isaksen KÍ 3

Hjalgrím Elttør KÍ 3

Símun Joensen KÍ 3

Ólavur Klein Olsen Skála 3

Sveinur Justinussen Skála 3

Niels Gunnar Petersen TB 3

Hans A. Niclasen VB 3

Marner Richardt VB 3