Jóansøkubál og hugni

Eins og á hvørjum ári verður eisini ein røða á skránni - ein røða av tí minni álvarsliga slagnum, umframt at tónleikur verður framførdur

- Børnini eru farin í summarfrí, og summarið er yvir okkum. Hetta verður hátíðarhildið fríggjakvøldið hin 26. juni, tá kommunan fer at skipa fyri jóansøkubáli niðanfyri Johnsa handli. 

 

Tað siga tey í Vestmanna kommunu. 

 

- Tær nýtist ikki at hugsa um nátturðan hetta kvøldið, tí grillaðar pylsur við tilhoyri verða at fáa, og ymisk leskandi verður til sølu, bæði til børn og vaksin.

 

Sagt verður, at eins og á hvørjum ári verður eisini ein røða á skránni - ein røða av tí minni álvarsliga slagnum, umframt at tónleikur verður framførdur.

 

- Samstundis kunnu børn og barnsligar sálir hugna sær á sandinum og í gummibátum í hylinum.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at hetta kvøldið verður eisini høvið at síggja nýinnrættaða handilin hjá John, sum er endurskaptur við vørum og lutum.

 

- Hetta eru vørur og lutir, sum prýddu handilshillarnar í fimmti-og sekstiárunum, eins og tilhoyrandi íbúðin verður at síggja.

 

Í næstu viku fara tey í Vestmanna kommunu at kunngera eina skrá fyri tiltakið, sum verður fríggjakvøldið hin 26. juni.