Náttúruoyðingin staðfest í umhvørvisvikuni

Sund og Sundsá 3

 

So komu boðini. Í sjálvari umhvørvisvikuni. Náttúran frá Sundsá og eystureftir skal leggjast undir grót.

 

Tann óspilta fjøran frá Sundsá og nakrar hundrað metrar úteftir skal oyðileggjast. Grót skal fyllast á Sandbotnin og nakrar hundrað metrar út á fjørðin.

 

Bogi og kompaní skulu partú leggja stór náttúruvirði í oyði. Náttúra, sum ikki kemur aftur. Náttúra, sum okkara eftirkomarar ikki fáa. Hóast vit bara hava náttúruna til láns frá eftirkomarunum.

 

Fólk í Kaldbak hava nýtt sín demokratiska rætt. Tey flestu í bygdini við tann vakra fjørðin heittu stutt eftir ársskiftið á býráð og yvirfriðingarnevnd um at eira náttúruna á Sundi. Men til fánýtis.

 

Frammanundan eru átta kilometrar av fjøruni farnir. Av Sundi og inn á Kaldbaksfjørð. Og úr Kaldbaksfirði út í móti bygdini. Fólk í Kaldbak hava sagt, at nú er nóg mikið. Fjøran, sum er eftir, skal hava frið. Hana skulu tey í Havn ikki sleppa at oyðileggja. Hon skal vera náttúra.

 

Politikkarar eru fólksins tænarar. Verður sagt. Í hesum føri minna fólksins tænarar mest um fólksins fíggindar. Vit hava valt tykkum at skipa fyri. Kommununi at gagni og fólkinum til frama. At skipa fyri, so øll trívast í felagsskapinum.

 

Vit hava ikki valt tykkum at oyðileggja. Vit hava ikki valt tykkum at skapa mistrivnað.

 

Í stuttskygni ætla tit nú at ganga ímóti meginpartinum av eini heilari bygd. Uttan at ráðføra tykkum við ta fólkavaldu staðbundnu nevndina. Tit øsa fólk upp og skapa mistrivnað.

 

Umberingarnar, sum fólk hava fingið í teldubrøvum frá býráðspolitikkarum, koma undir heitini tápuligt og máttloysi. »Vit hava onga aðra loysn fyri grótið«. Er ein umbering. Hetta er hvørki hálvur ella fjórðings sannleiki.

 

Kaldbaksfólk hava víst á fleiri møguleikar:

 

·       Breiðka Kaldbaksvegin úr Kaldbaksfirði út til bygdina

·       Gera bátahylin í Kaldbaksfirði lidnan

·       Leggja eitt grótkast longur inni á fjørðinum har fjøran er farin

·       Ella goyma grótið til vegir o.a.

Ætlanin at oyða náttúruna á Sundi er einki annað enn ein ups-loysn. Ikki ein tilrættisløgd ætlan um, at har skal eitt vinnuøki ella okkurt annað vera. Aftur eitt dømi um vantandi ein “landsplan”

 

Tað virkar sum um fólksins tænarar hava lagt vit og skil til viks, tá teir skulu noyða eina ups-loysn niður yvir meirilutan í eini bygd.  

 

Virðingin fyri bygdini kann skírast vanvirðing. Og hon er í andsøgn við støðuna undan valinum tann 8. november. Tá prýddu smílandi valevni hvønn steyra í bygdini. Bóðu um atkvøðuna frá okkum, sum nú verða traðkað undir føti.

 

Í okkara grannalondum er nærdemokrati í málum um nærumhvørvið. Fólkið á staðnum verður kunnað og tikið upp á ráð í eini tilgongd. M.a. tá býarskipanir skulu broytast. Her á klettunum verður ein stór ætlan, sum oyðileggur náttúruna við fjørðin, duld sum mansmorð.

 

Her vilja tey á Vaglinum bara skilja, at brótð skal brúkast. Og at tað skal flytast so stutt sum møguligt. Tað er bíligast, hóast náttúran fer fyri skeytið. Umberingin, at tað ber ikki til at broyta samtyktina, er møsn. Áður eru samtyktar broyttar. Og tað ber eisini til nú.

 

Líka so stór sum fagnaðarløtan var fyrrapartin tann 26. apríl, líka so so stórur var harmurin hósmorgunin tann 27. apríl. Tá komu boðini frá formanninum í vinnunevndini: heldur grót enn náttúra.

 

Mikudagin hildu mong, at nú hava vit fingið eina tilvitandi forkvinnu í náttúru- og umhvørvisnendini. Vónandi letur hon seg ikki kúgað og heldur fast um at verja fjøruna á Sundi.

 

Brøjtin, sum í óðum verkum varð biðin at oyðileggja ósan í Sundsá, áðrenn kaldbaksfólk og náttúruvinur róptu ov hart, varð líka so knappliga biðin at gevast. Ja, við fullum kjafti av gróti.

 

Hugsið tykkum hurlivasan: Ein myndugleiki í okkara kommunu gevur boð um at oyðileggja náttúruna flaggdagin – okkara tjóðardag. Og ein annar myndugleiki gevur boð um at steðga náttúruoyðingini dagin eftir. Við miðlar verður sagt: einki grót skal leggjast á Sundi. Og triða dagin koma kontraboð: vinnuøkið skal kortini gerast á Sundi. Ei undur í, at fólk eru ørkymlað og hørm.

 

Í táminum í kvøld blikar fjørðurin. Eisini út fyri Sundi. Náttúran – skeljadjór, reyðsprøkur, seiður og tari – livir sítt lív. Kavarar skíra staðið sera friðsælt, tá eysturættir ikki leika í.

 

Hetta er náttúra. Hetta er føroysk náttúra. Men hon er farin, heldur friðingarnevndin. Tað heldur Vaglið eisini. Men tað halda vit í Kaldbak avgjørt ikki. Vit vilja verja fjørðin og náttúruna!

 

 

Í Kaldbak 1. mai 2017

Jóhann Mortensen