leygardagin. Tann øvugta verð Hinar dystirnar í ár, sum hesi bæði liðini hava spælt, hevur tað verið so, at Fleyr hevur verið omaná í øllum, men hesaferð fingu teir ongantíð fótin fyri seg. - Eg veit ikki [...] eitt beinleiðis úrslit av venjingunum upp til finaluna. Venjarin hevur tosað nógv um skarpar servur og tað vísti Hjalti m. a. at hann hevur fangað. Hann hevði eina røð av sera góðum servum, og m. a. hevði [...] fyrireika seg til næsta kappingarár. Um tað verður við Borko Ilic sum venjara, er ilt at siga, men hann hevur í øllum førum givið sær sjálvum eina framúrskarandi góða samráðingarstøðu, um tað er tað hann ynskir
annars, at býrðaslimir høvdu áhuga fyri skúlanum, ið eisini hevur fingið eina vaksandi játtan seinnu árini. Hann harmaðist um, at klaverið, sum hevur staðið í Listaskálanum, ikki er har longur, men av ymsum [...] Juul Sørensen, ið skipar fyri Steinway kappingini og hann hevur eisini útvegað Tórshavnar Musikkskúla nýggja klaverið, sum Tórshavnar Býráð hevur latið og tað verður mett at kosta einar 250.000 krónur. [...] faldara, ið býttur var út, sást, at stórur bíðilisti er til musikkskúlan og serliga er tað klaver, ið hevur áhuga. Borgarstjórin skrivaði sær hetta aftanfyri oyrað og minti á, at tað góða við skúlanum var,
síggja, at Danmark eisini hevur havt fyrimunir av Føroyum. Í hesum sambandi verður millum annað tosað um hernaðarstøðir hjá NATO í Føroyum. Men kortini vísa danir á, at tað hevur verið ein trygd hjá Føroyum [...] John Johannessen úr Keypmannahavn Áhugin fyri fullveldisætlanini hevur verið stórur í Danmark síðani flogfari við løgmanni og teimum fimm landstýrisfólkunum, Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Karsteni [...] knýttu bondini við Danmark. Svarið til hendan spurning var tað sama, sum Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur borðreitt við í Føroyum. Bondini skulu ikki kvettast. Harafturímóti skulu Føroyar og Danmark víðka
bøta um hetta, tá teir fara á vitjan hjá Esbjerg, sum hevur tvey stig fleiri enn AGF. Hetta verður tó helst ein alt annað enn lættur dystur. Esbjerg hevur styrkt sær hópin í vetrarsteðginum, og vunnu á útivølli [...] avgerðina hjá dómaranum, men í løtuni røkist fyri, at AGF og Esbjerg skulu leika dystin umaftur. AGF hevur tó kært dómin, sum kann fáa avgerandi avleiðingar fyri framhaldandi lagnuna hjá teimum báðum liðunum [...] vikuskiftið eru dystirnir, Lyngby-Vejle, OB-Viborg og Silkeborg-Aab. Á Stórskýggja Hjá føroyingum hevur tað ikki ligið so væl fyri at síggja donsku dystirnar í sjónvarpinum, eftir at TV3 keypti rættindini
Tjóðveldisflokkin skipa samgongu. Prísurin fyri hesa fullveldissamgongu hevur verið øgiligur fyri Tjóðveldisflokkin. Alt annað hevur verið til sølu til frama fyri hesum eina máli. Enn er ikki tvey ár runnin [...] men tó hava vit ferð eftir ferð upplivað, hvussu tann hugsjónarliga útsølan hjá Tjóðveldisflokkinum hevur ført til, at allar hyllar á vinstra borði eru blivnar skralltómar meðan tað fyllist upp høgrumegin [...] num yvir teirri framkomnu byggitøknini og yvir eini komandi føroyskari oljuvinnu. Føroya Løgting hevur útgivið ein upplýsandi faldara um m.a. tingskipanina og flokkarnar. Har er eisini ein mynd, sum umframt
Allir eru klárir Neistahópurin hevur hesa vikuna vant mánakvøld, týskvøld og mikukvøld, meðan teir hava hildið frí hósdagin og fríggjadagin. Eingin eyka venjing hevur verið, og spurdur um teir hava vant [...] Poulsen, at tá ið man hevur eitt so mikið nýtt lið, sum neistaliðið er, so venur man nakað nýtt, so at siga hvørja ferð venjing er. Allir spælararnir eru klárir til dystin, og eingin hevur nakran skaða at dragast [...] yvir, og tað kláraðu teir als ikki. Hetta eru spælararnir hjá Neistanum væl greiðir yvir, og hetta hevur teir óivað eisini í bakhøvdinum til dystin í dag, har tað er væl hugsandi, at teir komu út í eina
verður felt á eini fólkaatkvøðu í Føroyum. Breiði meirilutin neyðugur Veljarakanningin, sum Fynd júst hevur gjørt fyri Útvarp Føroya og Dimmalætting, vísir, at annar hvør føroyskur veljari velur víðkað sjálvstýri [...] ikki eigur at endurskoða fullveldisætlanina og einaferð enn royna at finna fram til eina loysn, ið hevur breiðan parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg í Føroym, áðrenn farið verður víðari í ríkisrættarligu [...] og við, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir eisini í sama sambandi á, at landsstýrið í veruleikanum hevur sum endamál at koma til eina loysn undir samráðingunum, sum í veruleikanum er broytt ríkisrættarlig
Tvey á Sundi og 12 í Nólsoyarfirði, greiðir Johnny Thomsen frá. Tað hevur eingin dagur verið í ár, uttan okkurt fremmant skip hevur verið hjá Skipafelagnum. Nógv tað mesta av svartkjaftinum fer til Russlands [...] Skipafelagið Føroyar hevur longu avgreitt umleið 200 fremmand skip í ár. Av hesum er góð helvtin russar, sum koma hendan vegin at umskipa og leggja upp frystan fisk. Mangan verður hildið, at russararnir [...] bunkring, onkur umvælir reiðskap, og sjálvandi gjalda teir eisini havnargjald sum øll onnur skip. Og tað hevur gingið sum hjá øðrum at fáa pengarnar inn. Nógvu russisku skipini, sum seinnu tíðina hava ligið í
fyri leirvíkingin, sum hevur verið so týdningarmikil fyri HB. ? Men tað er nógv minni enn vit skulu brúka fyri at fáa tað sama aftur, sigur hann. Avtalan millum Sogndal og HB hevur ikki bara við sær, at [...] Hans Fróði fer til Noregs, men hon hevur eisini við sær, at HB fær møguleikan at senda ungar leikarar til Sogndal at venja við teimum eitt tíðarskeið. ? Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri okkum, og [...] felagnum, sum skilir, um viðhaldsfólkini hjá HB eru eitt sindur ørkymla av gongdini seinasta ári, tí HB hevur selt tveir av sínum allarsterkastu spælarum til feløg uttanlands. ? Men soleiðis er lívið í fótbólti
Lisberg, sum flestu føroyingar helst munnu kenna frá teimum løgum, sum hann hevur sungið og givið út seinastu árini. Afturat sær hevur hann so fleiri aðrar kendar menn. Á harmoniku verður Jógvan Olsen, sum [...] oyggjar okkara, har teir leygarkvøldið skulu hava konsert í Ítróttahøllini á Hálsi. Sum vera man hevur áhugin fyri konsertina verið rættuliga stórur, og í Alive-Music, sum skipar fyri konsertini, eru teir [...] nøvnini trína á pallin. Soleiðis verður eisini hesu ferðina, og til at fáa rætta lagið á áskoðararnar, hevur Alive-Music fingið fatur á fleiri tónleikarum, sum eru sera væl kendir her á landi, men sum vanliga