Flogbóltur: - Endiliga eydnaðist tað

Flogbóltur, menn: Trygvi Poulsen, liðskipari hjá Mjølnir, er ovurfegin um, at tað endiliga eydnaðist teimum, at vinna á Fleyr. ? Dysturin bjargaði árinum, sigur hann

Tað var góða lag á klaksvíkingum leygardagin og hava vit skilt tað rætt, so batnaði tað bara, sum kvøldið leið. Orsøkin var sjálvsagt tann, at fyrr um dagin vunnu bæði flogbóltsliðini hjá klaksvíkingum steypafinalurnar, so tað er einki at siga til, at lagið var gott. At menninir vunnu var enntá púra óvæntað, hóast teir sjálvirhøvdu vónað tað

- Aftaná dystin seinasta vikuskiftið hildu vit, at vit høvdu ein møguleika og vit hava arbeitt málrættað fyri at vera so væl fyri, sum yvirhøvur tilber. Vit høvdu vónað at vunnið, men vit høvdu kanska ikki væntað tað kortini, so tað sigur seg sjálvt, at vit eru fegnir um úrslitið, sigur Trygvi Poulsen.


Uppiborið

Tá vit biða Trygva taka saman um dystin sigur hann, at hann heldur, at tað var uppiborið at Mjølnir vann.

- Vit vunnu bara tað eina settið, men vit spældu sera væl í teimum báðum avgerandi javnbrótarunum og tí haldi eg, at tað var uppiborið. Fleyr fekk ongantíð fótin fyri seg, sigur Trygvi.

Hann sigur at høvuðsorsøkin til, at Mjølnir vann var, at liðið hesaferð hevði ta neyðugu breiddina.

-Umframt Borko, sum slóg meginpartin av bóltunum í fyrra hálvleiki, so vóru serliga John, Jóannes og Hjalti sera væl við. Tað gjørdi, at Bogi hevði fleiri møguleikar í at velja, og tí gekk tað so væl, sum tað gjørdi, sigur Trygvi.

Hann leggur afturat, at eftir teirra meting spældi John sín besta dyst á árinum, leygardagin.


Tann øvugta verð

Hinar dystirnar í ár, sum hesi bæði liðini hava spælt, hevur tað verið so, at Fleyr hevur verið omaná í øllum, men hesaferð fingu teir ongantíð fótin fyri seg.

- Eg veit ikki, um nervarnir spældu teimum eitt puss, men tað er møguligt. Okkara spæl gjørdi teimum tað ikki lættari og tað er eitt beinleiðis úrslit av venjingunum upp til finaluna. Venjarin hevur tosað nógv um skarpar servur og tað vísti Hjalti m. a. at hann hevur fangað. Hann hevði eina røð av sera góðum servum, og m. a. hevði við sær, at tað hesaferð var Fleyr, sum skuldi hálsa aftaná okkum, sigur Trygvi.

Hóast leikararnir á Mjølnir liðnum ikki eru so gamlir í garði, so merkti Trygvi ikki nervar á teimum leygardagin. Teir vóru uppsettir upp á at vinna og vóru í so máta líkaglaðir við at dysturin var sjónvarpaður.

- Og tað er eisini tann øvugta verð, tí fyri mær sá tað út til, at tað vóru teir, sum høvdu flestu nervarnar at dragast við, sigur Trygvi, sum saman við hinum leikarunum fyrst ferð at hava ein steðg, og síðani fer undir at fyrireika seg til næsta kappingarár.

Um tað verður við Borko Ilic sum venjara, er ilt at siga, men hann hevur í øllum førum givið sær sjálvum eina framúrskarandi góða samráðingarstøðu, um tað er tað hann ynskir.