Fullveldismálið skal snikkast til fólksins vilja

Løgmaður heldur tað hava týdning, at landsstýrið tekur nýggjastu veljarakanningina til eftirtektar. Ger landsstýrið ikki tað, sær hann vanda fyri, at ein nýggjur sáttmáli verður feldur við fólkaatkvøðuna

John Johannessen


Løgmaður heldur tað avgjørt vera neyðugt at samráðast eftir verandi sáttmálauppskoti fyri at fáa avklárað, hvat føroyingar og danir eru ósamdir um í ríkisrættarliga spurninginum.

Men samstundis heldur Anfinn Kallsberg tað hava alstóran týdning, at landsstýrið tekur nýggjastu veljarakanningina til eftirtektar, so endin á øllum ikki verður, at samráðingarúrslitið verður felt á eini fólkaatkvøðu í Føroyum.


Breiði meirilutin neyðugur

Veljarakanningin, sum Fynd júst hevur gjørt fyri Útvarp Føroya og Dimmalætting, vísir, at annar hvør føroyskur veljari velur víðkað sjálvstýri fram um fullveldi. Og fullveldi er júst tað, landsstýrið leggur upp til í samráðingunum við danir um ríkisrættarligu støðu Føroya. Hinvegin sigur andstøðan seg hava eitt alternativ til fullveldisætlanina - eitt uppskot, ið byggir á víðkað sjálvstýri.

Tí er spurningurin til løgmans, um landsstýrið ikki eigur at endurskoða fullveldisætlanina og einaferð enn royna at finna fram til eina loysn, ið hevur breiðan parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg í Føroym, áðrenn farið verður víðari í ríkisrættarligu samráðingunm.

Løgmaður heldur tað avgjørt vera neyðugt at hava breiðan parlamentariskan meiriluta aftan fyri seg. Men hendan roknar hann við at finna fram til, so hvørt samráðingarnar líða.

? Eg rokni avgjørt við, at vit fáa nøkur ting avklárað undir samráðingunum, ið kunnu gera, at landsstýrið og samgongan semjast so við og við, sigur Anfinn Kallsberg. Hann vísir eisini í sama sambandi á, at landsstýrið í veruleikanum hevur sum endamál at koma til eina loysn undir samráðingunum, sum í veruleikanum er broytt ríkisrættarlig viðurskifti, ið andstøðan eisini sigur seg taka undir við. Tað er bara mannagongdina, vit eru ósamd um, leggur hann afturat.


Stór uppgáva

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, hevur fleiri ferðir gjørt heilt greitt, at landsstýrið miðvíst er farið undir eina ætlan, ið merkir, at Føroyar fáa fullveldi. Veljarakannigin hjá Útvarpi Føroya og Dimmalætting sýnir okkum, at ein triðingur av øllum føroyingum heldur ynskja víðkað sjálvstýri.

Løgmaður heldur tað, sum áður nevnt, vera neyðugt, at landsstýrið tekur veljarakanningina til eftirtektar. Tí er spurningurin til løgmans, um tað ikki er ein stór uppgáva hjá honum at halda Tjóðveldisflokkinum aftur, so tað ikki verður farið ov ógvusliga fram í ríkisrættarliga spurninginum.

Til hetta svarar løgmaður, at hann hevur eina stóra uppgávu í at finna eina loysn, sum Føroya fólk kann taka undir við. Anfinn Kallsberg ásannar, at hetta eisini merkir, at hann má halda saman upp á ymisku meiningarnar í landsstýrissamgonguni.


Harðar samráðingar

Anfinn Kallsberg væntar avgjørt, at úrslitið av veljarakanningini ger samráðingarstøðuna næsta samráðingarfundinum, sum verður 2. mei, torføra. Men hann vísir kortini á, at landsstýrið er væl fyrireikað upp á nógvar ymiskar møguleikar, ið kunnu setast saman.

Hóast løgmaður væntar torførar samráðingar, væntar hann kortini, at nøkur ting verða avklárað á fundinum 2. mei. Hetta sigur hann seg hava fingið greiðar ábendingar um úr Danmark.