Herfølge móti Brøndby í morgin

Fótbóltur, Superliga: Sunnudagin skal oddaliðið, Herfølge, royna seg á heimavølli móti Brøndby, sm mong meta sum besta boð upp á ein komandi meistara

Hóast byrjanin upp á seinnu hálvu í superliguni ikki var eins góð, og teir í Herfølge høvdu droymt um, so kundi tað verið verri.

Brøndby, sum av mongum serfrøðingum verða mettir sum favorittar til DM, taptu nevnliga eisini seinasta vikuskifti. Ístaðin er tað nú Lyngby, sum er á øðrum plássi, fimm stig aftan fyri Herfølge.

Júst Brøndby kemur á vitjan sunnudagin hjá Jákupi og teimum, og í hvussu so er fyri útiliðið má sigast, at hesin dysturin fer at hava avgerandi týdning fyri gullvónirnar hjá Bjerregaard og teimum.

Vinnur Herfølge, eru teir nevnliga níggju stig framman fyri Brøndby, og hóast tað tá eru 13 dystir eftir at leika, so kann tað gerast sera strævið at vinna inn aftur.

Fyri Herfølge er dysturin sjálvandi eisini av sera týdningi. Ein sigur móti Brøndby vil sjálvandi styrkja um oddastøðuna, men harumframt man tað eisini vera av alstórum týdningi, at leikararnir merkja, at teir framhaldandi hava viðrák.


Lokaluppgerð

Todi Jónsson og liðfelagarnir úr FC Keypmannahavn, fáa hetta vikuskiftið vitjan av grannunum úr AB.

Bert tvey stig eru á muni millum hesi bæði liðini, sum bæði hava ætlanir um at standa seg í toppinum, hóast útlitini fyri hesum ikki eru so góð hetta kappingarárið.

Munurin á stigatalvuni er tó lítil, og ein sigur til annað liðið vil viðføra, at toppurin tódnar enn meira.


Botnuppgerð

AGF, sum er felagið har Óli Johannesen roynir at vinna sær pláss, datt undanfarna vikuskifti niður um niðurflytingarmarkið.

Sunnudagin fáa teir møguleika til at bøta um hetta, tá teir fara á vitjan hjá Esbjerg, sum hevur tvey stig fleiri enn AGF.

Hetta verður tó helst ein alt annað enn lættur dystur. Esbjerg hevur styrkt sær hópin í vetrarsteðginum, og vunnu á útivølli móti Brøndby fyri viku síðani.

Lítið er tó at ivast í, at AGF fer at leggja nógva orku í júst hendan dystin.

Í dystinum millum liðini bæði í Århus, skoraði AGF sigursmálið á ein heldur merkisverdan hátt.

Esbjerg kærdi avgerðina hjá dómaranum hesum viðvíkjandi, og hava teir nú fingið viðhald í kæruni.

Stór diskussión er í Danmark, hvørt tað er rætt at broyta avgerðina hjá dómaranum, men í løtuni røkist fyri, at AGF og Esbjerg skulu leika dystin umaftur.

AGF hevur tó kært dómin, sum kann fáa avgerandi avleiðingar fyri framhaldandi lagnuna hjá teimum báðum liðunum í superliguni.

Aðrir dystir hetta vikuskiftið eru dystirnir, Lyngby-Vejle, OB-Viborg og Silkeborg-Aab.


Á Stórskýggja

Hjá føroyingum hevur tað ikki ligið so væl fyri at síggja donsku dystirnar í sjónvarpinum, eftir at TV3 keypti rættindini til at senda frá superliguni.

Ítróttarrásin hjá TV3, sum eitur 3+, sæst ikki serliga væl, men nú hevur Club 20 í Havn tikið stig til at broyta hetta.

Sostatt verður møguleiki at síggja Herfølge-Brøndby beinleiðis á stórskýggja sunnudagin kl. 16.00