Skipafelagið Føroyar hevur longu avgreitt umleið 200 fremmand skip í ár. Av hesum er góð helvtin russar, sum koma hendan vegin at umskipa og leggja upp frystan fisk.
Mangan verður hildið, at russararnir einki leggja eftir seg, men so er als ikki. Árni Dam á Skipafelagnum Føroyar sigur, at teir proviantera fyri einar 50.000 krónur hvør. Umframt kemur bunkring, onkur umvælir reiðskap, og sjálvandi gjalda teir eisini havnargjald sum øll onnur skip. Og tað hevur gingið sum hjá øðrum at fáa pengarnar inn.
Nógvu russisku skipini, sum seinnu tíðina hava ligið í Nólsoyarfirði, eru slík, sum koma hendanvegin at umskipa svartkjaft, sum teir fiska undir Føroyum, sigur Johnny Thomsen á Skipafelagnum Føroyar. Skipafelagið umboðar hesi skipini, tá tey eru her. Ímyndin av hesi umboðan er uttan samanbering Árni Dam, sum man vera kendur av mongum sum hann, sum hevur við russararnar at gera. Umframt teir báða Árna og Johnny, arbeiðir Maria á Lava eisini hálvan dag á deildini.
200 skip higartil í ár er rættiliga nógv. Um somu tíð í fjør høvdu gott stórthundrað verið her. Men talið er eisini vaksið munandi seinnu árini. Í 1995 umboðaði Skipafelagið Føroyar 121 fremmand skip í Føroyum. í 1999 var talið komið upp á 366. Og higartil í ár liggur tað so longu um tey 200. Men sjálvandi er ikki sagt, at streymurin heldur fram. Tað velst um, hvussu fer at gangast við fiskiskapinum hjá russunum, sigur Johnny Thomsen. So talan er heilt greitt um eina vaksandi forrætning, sigur hann. Nógv tann størsti parturin av teimum fremmandu skipunum, Skipafelagið árliga fær, eru russisk. Næstir eru norðmenn.
Tað er tó ikki bara í Nólsoyarfirði, fremmandu skipini liggja. Tey eru um alt landið. Úr Vági til Klaksvíkar, og mangan fleiri í senn. Ein dagin í vikuni vóru tríggir russar samstundis og løgdu frystan fisk upp til ymisk flakavirki, sigur Johnny Thomsen. Tann dagin, flest skip vóru í vár, vóru heili 14 fremmand skip hjá Skipafelagnum samstundis. Tvey á Sundi og 12 í Nólsoyarfirði, greiðir Johnny Thomsen frá. Tað hevur eingin dagur verið í ár, uttan okkurt fremmant skip hevur verið hjá Skipafelagnum.
Nógv tað mesta av svartkjaftinum fer til Russlands, har hann verður brúktur til mannaføði. Tvey skip vóru tó herfyri í Vági eftir svartkjafti, sum eitt enskt felag hevði keypt og sum skuldi til Afrika.
Teir nógvu russarnir, sum fiska undir Føroyum koma mestsum allir til Føroya at umskipa. Onkur hendingur fer til Hetlands, sigur Johnny Thomsen. Tað er ikki vanligt, at skipini skifta manning her kortini. Og teir eru leingi umborð í senn. Hálvt ár er heilt vanligt.
Eisini koma onnur russisk skip við fiski, sum verður lagdur upp her í transit. Til dømis var Amerloq, sum er gamli rækjutrolarin Sólborg, mánadagin og legði 327 tons av frystum fiski inn á goymsluna hjá Skipafelagnum, sum so skal flyta hann víðari. Helst til Kanada.