Russland hevur avbjóðingar við bensini og diesel

Russisku myndugleikarnir royna at tiga um avbjóðingarnar við minkandi framleiðsluni, men lokalir miðlar siga frá tómum bensinstøðum og øktum prísum á brennievni í ávísum russiskum regiónum

Í Russlandi hoyrist aftur og aftur um, at tað er trot á brennievni í einstøkum regiónum í landinum, men rmyndugleikarnir royna at tiga burtur avleiðingarnar av áhaldandi ukrainsku álopunum á russisk oljureinsiverk.

 

Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at ukrainsku álopini á russiska oljuídnaðin hava gjørt, at russiska framleiðslan av bensini og diesel er minkað við 10-20 prosentum. 

 

Sjálvur sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at minkingin í russisku framleiðsluni er meira enn 20 prosent.

Russisku myndugleikarnir royna at tiga um minkandi framleiðsluna, men lokalir miðlar siga frá tómum bensinstøðum og øktum prísum á brennievni í ávísum russiskum regiónum.

 

Bæði á Krim-hálvoynni og í Vladivostok hava miðlarnir skrivað um slíkar støður, og nú er Sibiria eisini rakt, veit norska kringvarpið at siga.

 

Almennir russiskir myndugleikar siga, at støðan er undir eftirliti, men myndugleikarnir viðganga kortini, at avbjóðingar eru við orkuveitingum í einstøkum regiónum.

 

Lesið meira um hetta á - https://www.nrk.no/urix/ukraina-angriper-russiske-oljeanlegg-_-forer-til-bensinmangel-1.17633755