Ein hugsjónarlig jarðarferð

Eg havi verið millum teirra, sum altíð havi hildið, at teir náttúrligu partamenninir í føroyskum politikki vóru Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høgrumegin, og Javnaðar- og Tjóðveldisflokkurin vinstrumegin. Eg havi hildið at hesir báðir seinni høvdu so nógv í felag hugsjónarliga, og at løgdu teir kreftirnar saman, høvdu teir kunna lyft føroyska samfelagið langt framá við progressivum reformum á øllum samfelagsøkjum.

Eins og nógv onnur var eg tí ómetaliga harmur, tá vit fyri skjótt tveimum árum síðani sóu Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin skipa samgongu.

Prísurin fyri hesa fullveldissamgongu hevur verið øgiligur fyri Tjóðveldisflokkin. Alt annað hevur verið til sølu til frama fyri hesum eina máli. Enn er ikki tvey ár runnin, men tó hava vit ferð eftir ferð upplivað, hvussu tann hugsjónarliga útsølan hjá Tjóðveldisflokkinum hevur ført til, at allar hyllar á vinstra borði eru blivnar skralltómar meðan tað fyllist upp høgrumegin.

Mikudagin í síðstu viku vóru tvey stórmál til aðru viðgerð á løgtingi: uppskotið um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni, og anlegslógin um fast ssamband um Vestmannasund. Undir viðgerðini av og síðani atkvøðugreiðsluni um hesi málini, sóu vit tann síðsta av teim gomlu hugsjónarmonnunum í Tjóðveldisflokkinum, tann valda formannin Heini O. Heinesen, geva seg endaliga yvir.

Nýliberalistarnir við varaløgmanni Høgna Hoydal og tingformanninum Finnboga Ísakssyni á odda hava tikið yvir og sett sum nýtt skjaldramerki yvir Tjóðveldisflokkin, at tað eru ikki longur samfelagsáhugamálini sum eru tey stýrandi, men tær fríu marknaðarkreftirnar.

Onnur viðgerðin mikudagin, har Tjóðveldisflokkurin avlívaði landsverkfrøðingin til frama fyri Partafelagið hjá Finnboga Arge og Klæmint Weihe, og seinni sama dag avreiddi møguleikarnar fyri almennari luttøku í komandi føroysku oljuvinnuni, var sum hugsjónarlig deyðsboð av Tjóðveldisflokkinum.

Fríggjadagin hevði ein so kensluna av at verða til jarðarferðina. Tá var triðja og endaliga viðgerðin av hesum báðum nevndu málum. Hetta gjørdist eisini Tjóðveldisfloksins endaliga avreiðing av samfelagsáhugamálunum yvir teirri framkomnu byggitøknini og yvir eini komandi føroyskari oljuvinnu.

Føroya Løgting hevur útgivið ein upplýsandi faldara um m.a. tingskipanina og flokkarnar. Har er eisini ein mynd, sum umframt at vísa støðu flokkanna í sjálvsstýrisspurninginum til loysing og samband, eisini vísir flokkarnar eftir samfelagspolitiskum hugsjónarstøði frá vinstru til høgru. Har stendur Tjóðveldisflokkurin vinstrumegin Miðflokkin og Sambandsflokkin. Men soleiðis er ikki longur ? tí vit hava nú í skjótt tvey ár upplivað ferð aftaná ferð, at næstir eftir Javnaðarflokkinum á vinstru síðu liggja nú Miðflokkurin og Sambandsflokkurin sum teir sosialliberalu flokkarnir í Føroyum. Tjóðveldisflokkin hevur flutt seg yvirum høgrumegin. Og hasumegin hava vit so nú Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin sum teir klassisku konservativu flokkarnar og Tjóðveldisflokkin sum nýliberalistarnir.

Hetta er undarligt at noyðast at staðfesta, at út frá teimum hugsjónum, sum koma til sjóndar í tí førda politikkinum, so er hetta er tað samstarvið millum flokkarnar sum ídag tykist at verða tað mest náttúrliga.

Nú skal eisini sigast, at tað er komið fyri, at onkur, sum varð hildin at vera deyður, í síðstu løtu raknaði við og kom til lívs aftur. Óivað kann hetta koma oftari fyri í tí politiska heiminum enn í biologiska. Men tað stendur so til Tjóðveldisflokkin at vísa í viðgerðini av komandi málum, um hansara hugsjónarliga hóttafall er ein skinndeyði, hann kann vakna úr. Nógv við mær høvdu frøtt seg um tað.


Hans Pauli Strøm, javnaðartingmaður