U21-landsliðsliðskiparin, Áki D. Samuelsen heldur fram við góðu gongdini og málskjótingini hjá Ranheim í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Seinnapartin vann Ranheim 4-3 á Egersund á útivølli. Ranheim var aftanfyri bæði 0-1, 1-2 og 2-3, men megnaði at svara aftur hvørja ferð. Seks minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat var Áki ísakaldur frá brotssparksblettinum, og skoraði sigursmálið til 4-3 til Ranheim. Áki hevur skorað seks mál og hevur lagt upp til trý mál í 10 dystum í næstbestu norsku deildini.
Egersund legði seg á odda 1-0 í 26. minutti. Seks minuttir seinni javnaði Erik Tonne fyri Ranheim. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki legði Egersund seg á odda 2-1. Seinni hálvleikur var bert fýra minuttir gamal, og so var støðan javnleikur 2-2. Áki sendi eitt frálíkt hornaspark í pannuna hjá Leander Alvheim, ið ikki søplaði góða uppleggið burtur. Bert fýra minuttir seinni legði heimaliðið seg á odda 3-2.
Í ein hálvan tíma var Egersund á sigurskós, men í 83. minutti javnaði Seydina Diop til 3-3. Sami Diop vann brotssparkið, ið Áki setti trygt í netið til endaligu støðuna 4-3.
Ranheim er nummar seks í deildini við 16 stigum fyri 10 dystir. Teir hava trý stig upp til Odd, ið er á næstfremsta plássinum sum gevur beinleiðis uppflyting til bestu deildina.
Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Ranheim heimadyst móti Start Kristiansand.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Egersund-Ranheim 3-4 (2-1):
##med2##