Komandi vikuskifti er sum kunnugt vikuskiftið, tá írsku fólkatónleikararnir »The Dubliners« koma til oyggjar okkara, har teir leygarkvøldið skulu hava konsert í Ítróttahøllini á Hálsi.
Sum vera man hevur áhugin fyri konsertina verið rættuliga stórur, og í Alive-Music, sum skipar fyri konsertini, eru teir rættuliga væl nøgdir við atgongumerkjasøluna.
Blandað upphiting
Sum vanligt er, tá konsertir av slíkum slag verða hildnar, so skulu áskoðararnir hitast eitt sindur upp, áðrenn stóru nøvnini trína á pallin.
Soleiðis verður eisini hesu ferðina, og til at fáa rætta lagið á áskoðararnar, hevur Alive-Music fingið fatur á fleiri tónleikarum, sum eru sera væl kendir her á landi, men sum vanliga ikki standa á sama palli í somu løtu.
Til samans verður talan um 5 føroyingar og á odda fyri teimum stendur Finnbogi Lisberg, sum flestu føroyingar helst munnu kenna frá teimum løgum, sum hann hevur sungið og givið út seinastu árini.
Afturat sær hevur hann so fleiri aðrar kendar menn. Á harmoniku verður Jógvan Olsen, sum vit annars mest kenna frá Hjarnum, at hoyra. Harafturat verður kollfirðingurin, Jens Marni Hansen, úr Kjølum at hoyra á guitara, umframt at hann eisini hjálpir Finnboga við sanginum.
Á guitara hoyra vit eisini Ólav Øster, sum í fleiri ár hevur verið millum allarbestu guitarleikarar her á landi, og á bassstreingjunum verður enn ein kendur føroyingur, nevnliga Pauli Magnussen úr m.a. Twilight. Ólavur og Pauli fara annars, eins og Jens Marni, at hjálpa til við sanginum.
Annars frættist frá fyrireikarunum, at tónleikurin, sum føroysku tónleikararnir fara at framføra, verður fyri tað mesta væl kendir føroyskir sangir. Hetta fyri at tað skal verða gjørligt hjá flestu áhoyrarunum at syngja við, soleiðis at stemmubondini skulu vera hitað væl og virðiliga, áðrenn írarnir koma á pallin.
Gleða seg
Frá gubbunum úr Dublin frættist annars, at tær eru rættuliga spentir upp á at koma henda vegin, hóast hetta ikki er fyrsta ferð teirra til okkara.
Ein bági tykist tó at vera við hesum, og er tað, at tá teir komu henda vegin seinast, var talan um eina rættuliga buldrasliga flogferð.
Flestu føroyingar munnu helst vita, hvussu ótespilig ein tílík ferð kann vera, men Dubliners, sum annars munnu hava roynt eitt sindur av hvørjum, gjørdust rættuliga skelkaðir ta ferðina, og hava tískil ringt henda vegin fleiri ferð, fyri at kunna seg um, hvussu veðurgudarnir skikka sær.
Gongst sum ætla, kemur bólkurin henda vegin fríggjakvøldið, og fara teir tá beina leið til Havnar, har teir skulu búgva á Hotel Føroyum. Leygarkvøldið verður so sjálv konsertin, og longu sunnumorgunin fara teir so av aftur landinum, við tað at næsta konsert teirra á ferðini verður longu mánakvøldið.
Sum nevnt, so eru rættuliga nógv atgongumerki seld, men enn eru nøkur eftir, og kunnu hesi keypast í forsølu fram til fríggjadagin.