Tað stendur nógv á spælarunum hjá bæði VÍF og Neistanum undan finaludystinum í dag, men neistavenjarin heldur, at spælararnir hjá Neistanum merkja trýstið betur enn spælararnir hjá vestmenningum, tí at vestmenningarnir eru meiri vanir við støðuna, og tískil ikki geva tí so nógvan ans.
Allir eru klárir
Neistahópurin hevur hesa vikuna vant mánakvøld, týskvøld og mikukvøld, meðan teir hava hildið frí hósdagin og fríggjadagin. Eingin eyka venjing hevur verið, og spurdur um teir hava vant nakað serligt til dystin, sigur Páll Poulsen, at tá ið man hevur eitt so mikið nýtt lið, sum neistaliðið er, so venur man nakað nýtt, so at siga hvørja ferð venjing er. Allir spælararnir eru klárir til dystin, og eingin hevur nakran skaða at dragast við.
Páll Poulsen sigur, at allir spælararnir hjá Neistanum eru ógvuliga spentir til dystin, men at teir eisini eru rættuliga nervøsir. Sum áðurnevnt, so heldur Páll, at vestmenningar eru meiri vanir við støðuna enn neistamenninir, og hetta er til fyrimuns fyri VÍF, sigur hann. Sum dømi um hetta nevnir hann, at tá ið Neistin leikti steypafinaluna, høvdu teir greiða leiðslu, men komu so undir trýst, og tá skuldu teir minni royndu leikararnir á liðnum taka yvir, og tað kláraðu teir als ikki. Hetta eru spælararnir hjá Neistanum væl greiðir yvir, og hetta hevur teir óivað eisini í bakhøvdinum til dystin í dag, har tað er væl hugsandi, at teir komu út í eina líknandi støðu, og tí skal tað helst ikki kiksa í dag.
Neistavenjarin leggur tó afturat, at á liðnum hjá vestmenningum eru eisini nógvir ungir og óroyndir leikarar, men teir hava tó spælt fleiri avgerandi dystir enn leikararnir hjá Neistanum.
Tíðliga norður at venja seg við umstøðurnar
Páll Poulsen heldur, at trýstið á neistaleikararnar er nógv hægri, enn tað kanska átti at verið, tí fólk hava væntað so nógv av teimum, sjálvt um liðið er spildurnýtt, og tí kanska hevði havt brúk fyri eitt sindur meiri av tíð til at blíva samanspælt í. Men nú er liðið komið í eina støðu, har teir kunnu avgera føroyameistaraheiti til egnan fyrimun, og tá nyttar einki at siga, at vit eru nøgdir við annað enn gullið, heldur venjarin hjá Neistanum.
Annars vil Páll Poulsen ikki siga nakað serligt um taktiska uppleggið til dystin í dag, men hann viðgongur, at teir fara at royna at verja so væl sum møguligt fyri royndastu og vandamiklastu leikarunum hjá vestmenningum ( her verður kanska serliga hugsað um Inga og Sámal), so at trýstið blívur lagt á teir ungu og óroyndaru leikararnar hjá VÍF.
Neistahópurin hittist í dag klokkan eitt, og ein tíma seinni verður farið til Vestmannar. Hetta er kanska nakað tíðliga, halda summi, men hetta verður gjørt, so at leikararnir hjá teimum bláu úr Havn kunnu venja seg við atmosferuna í ?heksaketlinum?, sum Páll málber seg.