Í samband við, at skúlin er 15 ár sum kommunalur musikkskúli, søkti Tórshavnar Musikkskúli býráðið í Havn um eitt klaver.
Í gjár var hugnaløta á skúlanum á Frúutrø, har umboð fyri býrað og skúla fingu nýggja klaverið at síggja og hoyra.
Og talan er um einki minni enn eitt klaver, ið ber áskriftina Steinway & sons. Tað er eingin loyna, at klaverini, ið Steinway og synirnir framleiða, verða mett millum tey bestu.
Tað vóru eisini nakrir av teim bestu, ið sluppu at royna klaverið hesa løtuna.
Tónleikalærararnir Bjarni Restorff, Jóhannes Andreasen og Stamen Stantchev leiktu.
Sum skúlastjórin Napoleon Nólsoy segði, so er neyðugt við samstarvi, og sipaði hann til samstarv millum skúla og býráð, men eisini til teir 3 leikararnar.
Teir leiktu nevniliga allir saman, um enn ikki allir í senn, men tveir og tveir.
Fyrst legði Bjarni Restorff fyri við at seta spurningin, nær klaver mundi koma til Føroya ella til Havnar. Hann greiddi frá, at hann náttina fyri hevði leitað fram eina gamla nótabók við verkum eftir Mozart, sum H.E. Løbner hevði átt. Bókin var 200 ára gomul og mett at vera frá tíðini eini 40 ár eftir deyða Mozart. Men sostatt var klaver í Havn fyri 200 árum síðani, hvørt tað so var tað fyrsta, ella ikki.
Síðani sessaðust Bjarni og Jóhannes við klaverið og leiktu Norskan Dans 1 eftir Grieg. Bjarni og Stamen leiktu síðani Norskan Dans 2 og Jóhannes og Stamen endaðu við Ungarskum Valsi nummar 8 hjá Brahms.
Eftir hesa løtuna segði skúlastjórin nøkur orð og meðan gestirnir fingu ein kaffimunn, tók borgarstjórin í Havn, Leivur Hansen, orðið.
Hann fegnaðist um nýggja klaverið. Í faldara, ið býttur var út, sást, at stórur bíðilisti er til musikkskúlan og serliga er tað klaver, ið hevur áhuga. Borgarstjórin skrivaði sær hetta aftanfyri oyrað og minti á, at tað góða við skúlanum var, at tað merktist og sást, at her fekst nakað fyri peningin og tí var so nógv lættari at játta stuðul Hann metti annars, at býrðaslimir høvdu áhuga fyri skúlanum, ið eisini hevur fingið eina vaksandi játtan seinnu árini.
Hann harmaðist um, at klaverið, sum hevur staðið í Listaskálanum, ikki er har longur, men av ymsum orsøkum er farið úr húsinum og enntá úr kommununi. Arbeitt verður við at bøta um henda missin, segði Leivur Hansen milum annað.
Nýggja Steinway klaverið kemur óivað til sín rætt í morgin, tá 12 næmingar fara at kappast um at sleppa víðari til Steinway klaverkappingina, sum verur í Danmark í apríl. Føroyar vunnu hesa kapping í fjør og hava sum heild sera góð úrslit at vísa á í altjóða kappingum. Til staðar í morgin verður eisini Christian Juul Sørensen, ið skipar fyri Steinway kappingini og hann hevur eisini útvegað Tórshavnar Musikkskúla nýggja klaverið, sum Tórshavnar Býráð hevur latið og tað verður mett at kosta einar 250.000 krónur.