Sáttmála og samstarvsavtalu

Fótbóltur: Í sambandi við at Hans Fróði fer til Noregs hevur HB gjørt samstarvsavtalu við Sogndal

Poul Michelsen, formaður í Havnar Fótbóltur, sigur, at tað sjálvandi er keðiligt at Hans Fróði fer, men hann viðgongur, at soleiðis eru treytirnar í fótbólti í dag.

? Vit vilja ikki binda okkara spælarar til okkara felag meir enn so, at hava teir hug at royna seg aðrastaðni, so hjálpa vit teimum í tí. Tað gagnar teimum best, tað gagnar føroyskum fótbólti, og tað sømir seg best fyri okkum, sigur Poul Michelsen, sum ikki vil upplýsa hvussu nógv teir hava fingið fyri leirvíkingin, sum hevur verið so týdningarmikil fyri HB.

? Men tað er nógv minni enn vit skulu brúka fyri at fáa tað sama aftur, sigur hann.

Avtalan millum Sogndal og HB hevur ikki bara við sær, at Hans Fróði fer til Noregs, men hon hevur eisini við sær, at HB fær møguleikan at senda ungar leikarar til Sogndal at venja við teimum eitt tíðarskeið.

? Hetta hevur ótrúliga nógv at siga fyri okkum, og serliga fyri menningina av teimum yngru leikarunum, sigur Poul Michelsen, sum leggur afturat, at teir ætla sær at brúka møguleikan teir hava fingið við sáttmálanum hjá Hans Fróða. Hálvan november fara Poul Michelsen og Jógvan Páll Lassen til Sogndal á vitjan og fyri at hyggja at umstøðunum har


Leikararnir vilja til HB

? Føroyskir fótbóltsleikarar skulu mennast til at klára seg í kappingini um teir hava ætlanir um at royna seg uttanlands, og ein tann besti mátin at gera tað upp á er, at senda teir til eitt felag uttanlands, sigur Poul Michelsen.

Fyri HB verður útreiðslan at gjalda ferðaseðilin til Noregs, restina klára vertirnir í Noregi, og tað eru eftir hansara fatan góðar treytir.

Sum sagt væntar Poul Michelsen tað verður trupult at finna ein »nýggjan« Hans Fróða Hansen, tí eftir hansara tykki eru ikki so nógvir av hansara slag í Føroyum, men hann er ikki bangin fyri at tað ikki fer at eydnast at fáa annan mann í hansara stað kortini.

Leikarar leita til HB, tí teir vita, at teir sleppa víðari um teir hava hug til tess, og tí fer nokk eisini at bera til at gera eitt gott og eitt sterkt lið næsta kappingarár, sigur formaðurin í felagnum, sum skilir, um viðhaldsfólkini hjá HB eru eitt sindur ørkymla av gongdini seinasta ári, tí HB hevur selt tveir av sínum allarsterkastu spælarum til feløg uttanlands.

? Men soleiðis er lívið í fótbólti einaferð, og vilja vit, at føroyskur fótbóltur, skal klára seg í kappingum uttanlands, so eru vit noydd til at gera okkara til, at so verður, sigur Poul Michelsen, sum leggur afturat, at hetta eftir hansara tykki er einasta gongda leið, um t. d. føroyskur landsliðsfótbóltur skal hava nakra framtíð yvirhøvur.