Giza Hoyvík hevði í gjár aðalfund. Eitt sindur av útskifting var í nevndini, har millum annað borgarstjórin takkaði fyri seg. Annika Olsen kom í nevndina í fjør. Kenneth Hovgaard er framvegis formaður [...] spælir aftur í ár í 1.deild, sum er næstbesta fótbóltsdeildin í Føroyum. Nevndin hjá Giza Hoyvík hevur skipað seg: Formaður, Kenneth Hovgaard Næstformaður, Bogi Heiðriksson Kassameistari, Margit í Dali Skrivari [...] Margit í Dali og Bogi Heiðriksson. Nýggj í nevndina gjørdust Høgni Waag Høgnesen og Bartal Dahl Andreassen. Ronni á Krákusteini fór frá at vera nevndarlimur til at vera tiltakslimur. Giza Hoyvík spælir
Í kvøld klokkan 20 byrjar grannauppgerðin í 1. deild millum B36 2 og FC Hoyvík á ovara vølli í Gundadali í Havn. B36 2 er triðfremst í deildini við 37 stigum, men kann við sigri í kvøld leggja seg á odda [...] odda í deildini. Tá liðini møttust á Hoyviksvøllinum 15. mars vann B36 2 dystin 2-1. FC Hoyvík er næstaftast í deildini við 14 stigum. Hoyvíkingar hava tó fýra javnleikir og ein sigur í fimm teimum seinastu [...] B36 2 eru so lág sum 1,22. Miðaloddsini upp á javnleik eru 5,94. Miðaloddsini upp á útisigur til FC Hoyvík eru so høg sum 9,14. HER eru oddsini: ##med2## ##med3##
KÍ styrkti leygarkvøldið um sína støðu í toppinum í næstbestu deildini. Giza Hoyvík var gestur í Klaksvík, og gestirnir fóru suður aftur við 4-1 tapi, eftir at heimaliðið eftir fyrra hálvleik var frammanfyri [...] fyri heimaliðið í sjeynda minutti, og sjey minuttir seinni javnaði Niklas Fríði Jacobsen fyri Giza Hoyvík. Dávid Langgaard legði miðskeiðis í fyrra hálvleiki KÍ framum aftur 2-1. Miðskeiðis í seinna hálvleiki [...] hálvleiki økti Eivin Sørensen um munin til 3-1, og í evstu løtu staðfesti Kristoffur Jakobsen trivaliga heimasigurin. Á heimaliðnum vóru fleiri, sum hava leiklut á besta liðnum – Dávid Langgaard, Ólavur Niclasen
Giza Hoyvík kendi ikki sína vitjanartíð í dag í fjórðingsfinaluni ímóti Skála. Serliga stútarin hjá Leivi Holm, sum fór í tvørtræið, og bólturin fór niður í vøllin, men ikki inn gjørdist dýrt hjá unga [...] við Frankie Jensen, høvuðsvenjara hjá Giza Hoyvík aftaná tepra 1-2 tapið í fjórðingsfinaluni ímóti Skála. Frankie Jensen heldur, at hansara menn stóðu seg væl í dag, men tað var ikki heilt eftir ætlan, at [...] at tað var mótstøðuliðið, sum legði seg á odda aftaná hornaspark. Frankie Jensen heldur, at Giza Hoyvík trýsti Skála, serliga seinastu 20 minuttirnar, og hann hevur ilt við at skilja, at teir stóru má
Byggiharrarnir undir Kongavarða á Argjum og á Heiðum í Hoyvík kunnu nú bjóða íbúðirnar og randarhúsini út í fríari sølu, eftir at komið er ígjøgnum kommunala bíðilistan Seinasta útlutingin av bústøðum [...] bjóða tey út í fríari sølu. Tað vil siga, at fólk, sum ikki standa á bíðilista hjá Tórshavnar kommunu, nú hava møguleika at ognað sær ein bústað undir Kongavarða á Argjum ella á Heiðum í Hoyvík. [...] bústøðum eftir kommunala bíðilistanum undir Kongavarða á Argjum og á Heiðum í Hoyvík var seinnapartin mikudagin. Tað vil siga, at øll, sum stóðu á kommunala bíðalistanum, hava fingið tilboð um at keypa eina íbúð
Tórður Thomsen var saman við Leivi Frederiksen, ítróttarredaktøri í Kringvarpinum, gestur í Fótbóltspanelinum á Rás2 í dag. Í dag bleiv tosað um U21 landsliðið, sum verður uttan Leiv Joensen, tí hann ikki [...] hevur spælarar. Í útlendska partinum bleiv prátað um Chelseakreppuna, José Mourinho og Evu Carneiro. Eisini kemur tað illa við hjá einum av luttakarunum í palinum, at grannauppgerðin í London millum Arsenal
Føroysku spælararnir eru komnir á vøllin í Ploiesti í Rumenia, har fyrsta bríkslið verður klokkan 17. Talan er um søguligan dyst, tí hetta er fyrsta ferðin nakrantíð, at altjóða dystur verður spældur á [...] Jóan Símun Edmundsson Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Tórður Thomsen, Pól Jóhannus Justinussen, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen, Kaj Leo í Bartalsstovu, René S. Joensen, Klæmint A. Olsen mynd:Tróndur
landsliðsvenjarunum, Dan Lamhauge og Jóan Peturi Joensen fyri bocciakapping í Skúlanum við Løgmannabreyt. Sum nú er, eru tvey feløg í Føroyum, sum hava boccia sum ítróttagrein. Tað eru Smæran úr Havn við Sofusi [...] desember vóru 28 luttakarar, og hesi vóru úrslitini: Í bólkinum fyri fólk við rørslutarni: Gull: Marius Johansen Silvur: Petur Martin Sivertsen Bronsa: Jóa Ziska Í bólki 2, Kvinnur við menningartarni: Gull: Unn [...] Silvur: Joanna J. Poulsen, Svanur Bronsa: Meiken S. Olsen, Smæran Í bólki 2, Menn við menningartarni: Gull: Valdemar Dam Silvur: Tórður Hjalt Jacobsen Bronsa: Elvin Weihe
Í Nes kommunu spenna tey seg út í dag og næstu dagarnar. Sambært heimasíðuni hjá kommununi, nes.fo, so er talan um so nevndar Várdagar. Í dag er ruddingardagur. Lagt verður fyri við morgunkaffi í Undirhúsinum [...] Seinnapartin vera málningaframsýning og framsýning av gomlum skipum á Toftum í Oyrahandlinum. Í kvøld verður basarur og tombola í B68 húsinum. Tað er Tofta Ítróttarfelag, sum skipar fyri. Har verður eisini [...] Undirhúsinum klokkan 9, og eftir at hava ruddað í nakrar tímar verður boðið til hugnaløtu á havnarlagnum á middegi. Har vera sangframførslur og mótasýning, trø verða handað, og okkurt verður bjóðað til matna
verður Ballymena í útgangsstøðuni frammanfyri 2-0. Tí verður neyðugt hjá NSÍ at binda um í verjuni fyri at ansa eftir, at gestirnir ikki fáa útivallarmálið, sum kann verða avgerandi. Í kvøld hevði NSÍ góðan [...] at skora í Norðurírlandi, men Petur Knudsen, sum var sera eyðsýndur, sendi bóltin við síðuna av málinum. NSÍ legði væl fyri, men sum fyrri hálvleikur leið, fekk heimaliðið betri tak á, og Tórður Thomsen